týsdagur 17. desember 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
2
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Jólini í Skúvoy meira friðarlig nú
- Her eru ikki so nógv fólk eftir, so fleiri av teimum tiltøkum, sum plagdu at vera,
eru ikki longur, sigur borgarstjórin í Skúvoyar kommunu, Harry Jensen
Vilmund Jacobsen
Tað, sum hevur fylt mest hjá
Skúvoyar kommunu seinastu
tvey árini, er helst arbeiðið at
fáa kloakkskipanina gjørda
eftir krøvunum frá myndug
leikunum.
Harry Jensen vísir á, at
kommunustýrið í samband við
hetta arbeiði valdi at burtur
beina allar rottangar og seta
ein felagstanga til alla bygdina
ístaðin.
- Fyri eina so lítla kommunu
sum okkara var hetta eitt ógv
uliga stórt og kostnaðarmikið
arbeiði. Hetta hevur kostað
kommununi so mikið nógv, at
tað er ikki nógv annað at gera
enn at verja borg og ikki brúka
meira pening enn hægst neyð
ugt tað, sum er eftir av skeiðn
um.
Spurdur, hvat hevur verið
gott og minni gott í árinum,
sum nú gongur móti endanum,
heldur Harry Jensen, at nógv
er ikki at siga um hesar spurn
ingar.
- Okkurt er gott, og okkurt
er minni gott, men sum heild
hevur alt verið rímiligt, heldur
hann fyri.
Kríatúrini passast
Jólini
hjá
borgarstjóranum
verða hildin í Skúvoy við tí,
sum hoyrir jólunum til – við
góðum mati og kirkjugongd.
- Konan hevur mammu á
Sandi, so um veðrið loyvir tí,
verður hon kanska onkran dag
saman við henni og børnunum,
sum eisini verða har.
Harry Jensen vísir á, at
hann hevur væl av seyði í fjós
inum, høsn og tveir hundar, og
tey skulu eisini hava tað gott á
jólum.
- Kríatúrini gera eisini, at tú
noyðist út at geva teimum, og
tískil kanst tú – heldur ikki um
jólini – bara bíða eftir næstu
máltíð, sum hann tekur til.
Friðarlig jól
Borgarstjórin sigur seg eisini
vóna, at veðrið verður hampi
ligt um jólini, tí sum hann vísir
á, so eru tey í Skúvoy slett ikki
mannaði,
um
stormskaðar
skuldu rakt bygdina.
- Her eru ikki so nógv fólk
eftir og fleiri av teimum tiltøk
um, sum plagdu at vera, eru
ikki longur. So, jólini eru meira
friðarlig nú, sigur Harry Jen
sen í Skúvoy.
Jólini hjá borgarstjóranum
verða hildin í Skúvoy við tí,
sum hoyrir jólunum til – við
góðum mati og kirkjugongd
Eysturoyartunnil kemur at
broyta Sjóvar kommunu
- Truplasta tíðin var í heyst, tá sjúkan hjá pápa versnaði skjótt, og hann legði árarnar inn. Um sama
mundið gjørdist eisini ein beiggi mín álvarsliga sjúkur. Men, sjálvt um hetta var ein svár tíð, so var
hon eisini rík, tí hetta savnaði alla familjuna á ein heilt serligan hátt, sigur Artur Johansen
Vilmund Jacobsen
Artur Johansen, borgarstjóri í
Sjóvar kommunu, ásannar, at
byrjanin av hesum valskeiði
var ikki sørt spennandi, tí bor
ingin av Eysturoyartunlinum
skuldi byrja fyrst í 2017.
- Hetta førdi við sær, at stór
ur áhugu var fyri okkara øki,
bæði viðvíkjandi búseting og
vinnu.
Borgarstjórin vísir á, at
kommunustýrið tíðliga í hes
um valskeiði setti sær fyri at
fara í holt við nýggjar útstykk
ingar, og nú 2019 syngur sein
asta ørindi, so kunnu tey í
Sjóvar kommunu staðfesta, at
tey eru um at verða komin á
mál við hesum ætlanum.
- Økti áhugin fyri búseting
førdi eisini við sær, at tørvurin
á stovnsplássum øktist skjótt,
og vit kunnu fegnast um, at í
september 2019 kundu vit
bjóða okkara borgarum tríggj
ar nýggjar vøggustovur við til
samans 36 vøggustovupláss
um.
Hvat fer so at henda í Sjóvar
kommunu í 2020?
- Vit fara at gera lidnar onkr
ar verkætlanir, sum eru byrj
aðar í 2019 og fyrr. Á vinnuliga
økinum eru vit í gongd við at
umvæla og víðka vinnuøkið
við Hulkin á Strondum og at
gera eitt nýtt vinnuøki við
tunnilsmunnan á Eysturoyar
tunlinum.
Borgarstjórin vísir á, at
kommunan eigur eisini nógvar
ognir, sum alla tíðina krevja
viðlíkahald, og í 2020 verður
nógv orku løgd í viðlíkahald av
bygningum, skúla, barnagarð,
bygdahúsið
og
kommunu
skrivstovuna, og harumframt
skulu umvælingar og betringar
gerast á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi.
- Vit fara eisini framhaldandi
at útstykkja út á Strondum,
Innan Glyvur, Kolbeinagjógv
og á Selatrað, og í 2020 ætla vit
at ”vetrarfriða” Selatrað, so
leiðis at vit í 2020 eru komin á
mál við vetrarfriðing av øllum
bygdum í kommununi.
Borgarstjórin sigur, at tey
eisini fara at halda fram við
fríðkan og øllum tí, sum tey
merkja, at borgarin í komm
ununi ynskir og virðismetir.
Hvat var tað keðiligasta í
árinum?
- Tað eru sjálvandi nógvar
hendingar í 2019, sum vit
minnast aftur á við gleði og
sorg. Truplasta tíðin var nú í
heyst, tá sjúkan hjá pápa
versnaði skjótt, og tá hann
legði árarnar inn fyri seinastu
ferð í oktober. Um sama
mundið gjørdist ein beiggi mín
eisini álvarsliga sjúkur. Men,
sjálvt um hetta var ein svár tíð,
so var hon eisini rík, tí hetta
savnaði alla familjuna á ein
heilt serligan hátt.
Hvat var tað besta?
- Vit kunnu eisini fegnast
um nógvar góðar hendingar og
løtur í 2019. Eg eri blivin
mammubeiggi, pápabeiggi og
ommubeiggi í árinum, men eg
fegnist serliga nógv um, at
sjúkan
hjá
beigga
mínum
”koppaði” tann rætta vegin, og
at hann eftir øllum at døma er
blivin frískur.
Artur Johansen sigur seg
eisini fegnast um, at tað gong
ur væl í samfelagnum, og hann
vónar ikki, at góða tíðin fer at
fáa føroyingar til at liva yvir
evni.
Hvar verða jólini hildin?
- Eg eri elstur av sjey systkj
um, sum øll eru gift og hava
børn og kona mín, Marjun, er
yngst av fýra systkin, sum eis
ini eru gift og hava børn. Børn
ini
í
Strandafamiljuni
eru
framvegis smá og hálvvaksin,
og í Skálafamiljuni eru tey væl
undankomin og hava børn
sjálvi, og tí er munur á jólaaft
an.
Artur Johansen sigur, at
familjan heldur rættiliga fast
við, at tey jólaaftan skulu
samlast til báðar síður í familj
uni, annað hvørt ár.
- Í ár eiga vit at verða saman
við Strandafamiljuni, so vænt
andi verður eitt sindur rokaligt
í ár. Men, jólini eru ikki bara
jólaaftan, og eisini 1. og 2. jóla
dag eru vit saman til góðan
mat og hugnaliga samveru,
leggur borgarstjórin í Sjóvar
kommunu aftrat.