Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-17, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146 4 Sosialurin JÓL Í FØROYUM Eiðis kommuna hevur flutt seg ótrúliga langt - Jólini og ársendi eru altíð spennandi. Hetta er ein hugnalig tíð, men tað er eisini soleiðis, at hetta er tíðin, tá tú tekur saman um - hvat gekk væl, og hvat kundi gingið betur, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini Vilmund Jacobsen Hetta er onnur setan hjá Jógv­ ani í Skorini sum borgarstjóri í Eiðis kommunu, og vit hava spurt hann, hvørji mál, hann er serliga fegin um at hava verið við til at fremja í komm­ ununi. - Eg vil siga, at hesi seinastu sjey árini hevur Eiðis komm­ una flutt seg ótrúliga langt. Vit hava fingið nýggjan fót­bólts­ vøll, mentanarhøll, ítróttarhús, bygdahús og frítíðarskúla. Eiðis­bygd er vorðin vetr­ar­ friðað, forskúli er settur á stovn, skattaprosentið er mun­ andi lækkað, barnagarðsgjaldið er lækkað, kavaruddingin er vorð­in skipað, og fólkatalið er vaksið munandi. Góðu søgurnar Jógvan í Skorini heldur tað vera løgið at hugsa sær, at um­ leið áttandi hvør persónur, tú møtir á gøtuni, búði ikki í Eiðis kommunu fyri sjey árum síð­ ani. - Eitt annað, sum eg meti, at vit hava gjørt rætt, er, at vit hava fingið sett Eiðis komm­ unu á Føroyakortið. Ikki fyri tær keðiligu søgurnar. Tvørt­ ur­ímoti hava vit roynt at sagt tær góðu søgurnar frá byrjan av. Borgarstjórin heldur, at Eiði saman við Svínáum og Ljósá, sum eru partur av kommununi, hava fingið eina fantastiska kommunu við alskyns møgu­ leik­um. - Eg havi tískil ongantíð skilt, tá fólk dáma at varpa ljós á tær fáu keðiligu umstøð­ur­ nar, sigur Jógvan í Skorini. Hendingaríkt 2020 Men, hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av hesum val­ skeiði? - Árið 2020 verður hend­ing­ aríkt. Nýggj byggisamtykt skal enda­liga góðkennast av lands­ myndugleikunum. Vetrar­frið­ ing­in í Svínáum skal koma heilt langt, helst á mál í 2020. Vatnveitingin í Svínáum skal ger­ast munandi betur. Havna­ lagið á Eiði skal skipast betur, og seinasta byggistig í ment­an­ arhøllini skal gerast í 2020. Borgarstjórin vísir á, at snøkl­arnir kring ítróttarøkið í Hólm­anum skulu gerast lidnir í 2020, klatriveggur skal setast upp inni í ítróttarhøllini, og - ikki minst – skulu børnini í komm­ununi fáa eitt sokallað frí­tíðarkort á 2.000 krónur, sum kann brúkast til frítíðar­ virk­semi. - Um tíð verður til tess, fara vit eisini at flyta inn í nýggja kommunuskrivstovu í 2020. Talan er um gomlu lækna­hús­ ini, sum skulu endurnýggjast, sigur Jógvan í Skorini. Loysnin er funnin Hvat var tað keðiligasta sum hendi í 2019? - Eingin ivi er um, at tað keði­ligasta sum hendi í 2019, var, at tvístøða tók seg upp við­víkjandi frítíðarskúlanum í komm­ununi. Bygdaráðið hevði í longri tíð arbeitt við ymislum loysnum á hølistrupuleikanum sum var, men tað gekk ov striltið. Tískil skiltu vit væl, at foreldur og starvsfólk byrjaðu at ressast. Hetta var ein hørð tíð fyri allar partar, sum eftir mínum tykki var ógvuliga keði­lig fyri Eiðis kommunu í 2019. Og hvat var so tað besta sum hendi? - Tá alt tykist tungt og trup­ ult – ja, tá gerst gleðin eisini tess størri, tá loysnin er funn­ in. Vit hava sett ein fantast­isk­ an leiðara á barnagarðsøkinum og hava somuleiðis loyst hølis­ trupuleikarnar hjá frítíðar­ skúl­anum. Kommunan hevur bara gott at bera starvs­fólk­un­ um og leiðaranum í Korn­dals­ garði, sigur borgarstjórin. Jól á Skála í ár Hvar og hvussu fer borgar­ stjór­in at halda jól í ár? - Jólini í ár verða hildin á Skála saman við verfamiljuni. Tað er soleiðis, at vit skifta ímill­um - annaðhvørt ár eru vit á Eiði og annaðhvørt ár á Skála, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu. Tað er hent so ómetaliga nógv á Eiði seinastu árini - Tað er løgið at hugsa sær, at umleið áttandi hvør persónur, tú møtir á gøtuni, búði ikki í Eiðis kommunu fyri sjey árum síðani, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri