Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146 6 Sosialurin JÓL Í FØROYUM - Tað hendir nógv í okkara kommunu Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu sigur, at tollaksmessudag verður ræstur fiskur og sperðil á borðinum Vilmund Jacobsen Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, hevur eins og fleiri aðrir borgar­stjór­ ar kring landið nógv at fegnast um, nú farið verður undir sein­ asta árið av hesum valskeiði í kommununi. - Fólkatalið í Fuglafjarðar komm­unu er veksandi, og vit eru í holt við nýtt ítróttarhús, stóra útbygging av skúlanum, útbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu, og vit hava framt útstykkingar, bæði í Fuglafirði og á Kambsdali. Tað er eisini mín vón, at vit fara at koma á mál við ætlaðu íbúðar­bygg­ing­ ini í kommununi. Nógv er gott Borgarstjórin heldur ikki, at so nógv keðiligt ting hava verið, og sjálvur sigur hann, at hann velur ikki at hava fokus á ting, sum kanska kundu verið øðr­ vísi. - Eg haldi, at vit í Føroyum hava so nógv, sum vit kunnu fegn­ast um í tí dagliga – og eis­ ini nú í skjótt farna ári. Tað er trupult at taka nakað fram um annað, sum hevur verið gott í hesum ári, sigur Sonni á Horni. Jólini í Fuglafirði Borgarstjórin í Fuglafjarðar komm­unu sigur, at tollaks­messu­ dagur verður hildin heima í Fuglafirði. Soleiðis hev­ur verið seinastu árini, og her verður ræstur fiskur og sperðil. - Jólaaftan verður hildin sam­an við mínum nærmastu, og í ár verður borðreitt við dunnu og tilhoyri, sigur Sonni á Horni. Tað er so ómetaliga nógv gott hent - Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at vit hava heilsuna, ei heldur, at vit liva í einum friðarligum landi við talu-og trúarfrælsi, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu Vilmund Jacobsen Hvørji mál ert tú serliga fegin um, at bygdarráðið higartil hev­ur framt? - Eg eri serliga glaður fyri tað arbeiði, sum vit gjørdu í samband við innkoyringina til Skopunar. Hetta hevur verið til stóra gleði fyri tey, sum koma til bygdar og tey, sum búgva her. Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar komm­ unu. Harranum takksamur Hann sigur seg serliga fegnast um tað arbeiði, sum komm­un­ an hevur fingið gjørt á ment­ an­arliga økinum niðri við havna­lagið. - Eg fegnist eisini um, at vit nú so smátt eru farin í holt við eina nýggja útstykking í Skop­ un. Gerhard Lognberg sigur, at hann ikki minst er Harranum takksamur fyri, at Sandoy Sea­ food varð reist á føtur aftur. - Tað er so mangt, eg kundi trivið í, heldur borgarstjórin fyri. Ómetaliga nógv gott Hvat hevur verið tað keðilig­ asta í skjótt farna ári? - Vit vita, at nógv hendir, sum er minni gott, og tað er væl­saktans eisini í okkara føri, men tað fara vit bara at lata liggja. Og hvat er so tað besta, sum er hent í árinum? - Tað er so ómetaliga nógv gott hent – tað, at vit hava heils­una er ikki nøkur sjálv­ fylgja, ei heldur, at vit liva í ein­um friðarligum landi. Vit hava talufrælsi, trúarfrælsi - og so ikki minst, sum tað stend­ur, at ”… tykkum er í dag ein frelsari føddur…” sigur Ger­ hard Lognberg. Jólini í Skopun Borgarstjórin í Skopunar komm­unu fer at halda jól heim við hús í Skopun. - Eg vil eisini nýta høvi at ynskja øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár, eru seinastu orð­ini hjá borgarstjóranum, Ger­hardi Lognberg, í hesum um­fari. - Eg eri Harranum takksamur fyri, at Sandoy Seafood varð reist á føtur aftur, sigur Gerhard Lognberg Borgarstjórin í Skopunar kommunu fer at halda jól heim við hús í Skopun Nú um dagarnar varð útstykkingin á Kambsdali handað Fuglafjarðar kommunu - Eg haldi, at vit hava so nógv at gleðast um í Føroyum, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri