Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146 8 Sosialurin JÓL Í FØROYUM Vilmund Jacobsen Hvørji mál ert tú serliga fegin um, at bý­ ráðið higartil hevur framt? - Eg eri serliga fegin um, at vit hesa setuna hava útvegað rættliga nógv nýggj grundstykkir í kommununi. Eisi­ ni var tað ein stórur dagur, tá vit fyri júst tveimum árum síðan fluttu í nýggja býráðshúsið í Norðragøtu. Tá tað er sagt, so haldi eg tað altíð vera spennandi og gevandi at arbeiða saman við øllum teimum røsku og góðu fólkunum í Eysturkommunu. Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði? - Komand ár verður brúkt til at gera lidnar ymiskar verkætlanir, sum eru í gongd. Gongd skal eisini fáast á bygg­ ingina av nýggja barnagarðinum og út­ byg­g­ingar á eldraøkinum, sigur Jóhan Christiansen. Minnist einki keðiligt Hvat var tað keðiligasta sum hendi í 2019? - Eg eri jaligur av lindi. So eg minnist ikki nakað keðiligt sum er hent í hesum val­skeiði. Kanska er einki keðiligt hent, sigur hann. Og hvat var tað besta? - Tað er altíð hugaligt, tá verkætlanir vera lidnar. Av størri verkætlanum í 2019 er útstykkingin í Lerivík liðug, og grund­stykkini eru seld, og nýggja til­ búgv­ingarstøðin í Leirvík er eisini liðug. Soleiðis verða jólini Hvar og hvussu fer borgarstjórin í Eystur­kommunu at halda jól í ár? - Eg fari at halda jól sama við mínum nærm­astu. Jólaaftan verða vit saman við familju heima hjá okkum í Leirvík. Fyrsta jóladag fara vit til verforeldrini í Kun­oy til døgurða. Tá fáa vit ræst kjøt. Sein­ni plaga vit at fara til ommu mína í Gøtu til ein náttúrabita. Jóhan Christiansen sigur, at jóla­høg­ tíðin annars gongur við at vitja vinir og familju. Vilmund Jacobsen Hvørji mál ert tú serliga fegin um, at bý­ráðið higartil hevur framt? - Eg fegnist um miðstaðarøkið í Mið­ vági og almenna vesið, og at um­bygg­ ingin av Ellisheiminum á Sýnini er um at verða liðug. Tað er eisini geði­ligt, at vegirnir til molddumping, mið­port­ur og kirkjugarðin í Miðvági eru as­falteraðir. Eyðdis Hartmann Niclasen vísir á, at komið er eisini væl áleiðis við at fremja spillivatnsætlanina, eins og út­ stykk­ingar við Stóraklett og Olivars­ veg/ Dagmarsgøtu eru gjørdar. - Haraftrat hava vit keypt bygd­ar­ húsið í Miðvági, sigur borgarstjórin. Ymiskt á skrá Hvat fer at henda í Vága kommunu í tíð­ini, sum er eftir av hesum valskeiði? - Vit fara at fáa til vega fleiri grundstykki, og vit fara at arbeiða við ein­um miðstaðarøki í Vatnsoyrum. Vit fara eisini at høvuðsumvæla havna­økið og bátahylin. Miðbrekka skal gerast liðug, og rundkoyring skal gerast á Giljanesi. Eyðdis Hartmann Niclasen heldur ikki, at hon hevur nakað serliga keði­ ligt at minnast aftur á í árinum, sum nú gongur móti endanum. - Tað er altíð ein torførur spurn­ing­ ur, men eg haldi ikki, at nakað hevur ver­ið so serliga ringt, tíbetur. Mennandi vinnulív Men, hvat er so tað besta, sum hon heldur er hent í árinum? - Tað besta er, at flakavirkið í Mið­ vági læt upp aftur, og at vit fingu skipið Katrin Jóhonnu til kommununa. Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at jólini í ár verða hildin heima saman við familju­ni. EYSTURKOMMUNA HEVUR ÚTVEGAÐ NÓGV BYGGIØKI VILJA HAVA FLEIRI GRUNDSTYKKI Í KOMMUNUNI - Jólahøgtíðin verður hildin við at vitja vinir og familju, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen - Tað besta, sum er hent í ár, er, at flakavirkið í Miðvági læt upp aftur, og at Katrin Jóhanna kom til kommununa, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu - Jólini í ár verða hildin heima saman við familjuni, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen - Eg eri serliga fegin um, at vit hava útvegað rættliga nógv nýggj grundstykkir í kommununi, sigur Jóhan Christiansen - Tað var ein stórur dagur, tá vit fyri júst tveimum árum síðan fluttu í nýggja býráðshúsið í Norðragøtu, sigur borgarstjórin