týsdagur 17. desember 2019síða 44
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
12
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Vilmund Jacobsen
Brynhild Sørensen er borgarstjóri í
Húsavíkar kommunu, og tað er mangt,
hon fegnast um, nú 2019 gongur móti
endanum.
- Eg fegnist um, at ferð aftur er komin
á kloakkarbeiðið - spillivatnsætlanina -
sum varð góðtikin í 2013. Hetta skeiðið
eru umleið 500 metrar av kloakk
lagdir niður í Húsavík, og tað merkir,
at meginparturin av Stórá nu er rein.
Peningur er aftur settur av til kloakk
arbeiði, so hildið verður fram í komandi
ári.
Borgarstjórin vísir á, at kommunu
stýrið hevur samtykt at fara undir verk
ætlanina at sóttreinsa drekkivatnið í
Dali og Húsavík. Peningur er settur av
til hetta arbeiðið, sum kostar tað mesta
av einari álíkning hjá kommununi.
- Vegur er gjørdur til nýggju út
stykkingina Sunnan fyri Á í Húsavík, og
nýggjur drekkivatnsbrunnur til Skarva
nesar er projekteraður. Tilbúgvinga
rætlan, sum fevnir um Húsavík, Dal,
Skarvanes og Djúpadal, er gjørd og varð
latin Fiskimálaráðnum til viðmerkingar
hin 1. november í ár, sigur Brynhild
Sørensen.
Ymiskt er á skrá
Borgarstjórin sigur, at kommunan
eisini hevur brúkt fitt av peningi til
viðlíkahald av bygningum, sum kom
munan eigur, umframt at gøtuljósini
leypandi verða skift út til led-ljós.
- Í samstarvi við kommunustýrini í
Sandoyar sýslu verða trý nýggj kømur
nú bygd aftrat í sambýlinum á Skeri
num í Skopun, og Sandoyar Barna
verndartænasta hevur fingið eina upp
normering, soleiðis at eftir nýggjár 2020
verður søkt eftir einum fólki aftrat til
tænastuna. Hetta eru mál, ið eg sum
borgarstjóri og vit sum kommuna
fegnast um.
Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir
av hesum valskeiði?
- Í 2020 verður farið í holt við ar
beiðið
at
sóttreinsa
drekkivatnið.
Hús til reinsiverkini skulu byggjast,
bæði í Dali og Húsavík, og samstarvað
verður við Nomatek um verkætlanina.
Eisini verður hildið fram við kloakk
arbeiðinum.
Brynhid Sørensen sigur seg vóna,
at drekkivatnsbrunnurin á Skarvanesi
eisini verður settur upp í komandi ári,
og peningur er settur av til hetta ar
beiðið.
Ein spennandi tíð
Í Húsavíkar kommunu kunnu tey fegn
ast um, at fólkatalið í 2019 er vaksið, og
at barnatalið eisini er vaksið.
- Vit gleðast um, at Dalstunnilin nú
er farin í gongd. Hetta er ein verkætlan,
sum landsmyndugleikarnir hava sett
í verk og standa fyri. Hjá okkum er at
vóna, at arbeiðið við Dalstunnlinum
ikki tekur ov langa tíð.
Brynhild Sørensen fegnast eisini um,
at undirsjóvartunnilin í Sandoynna
fer at geva oynni atgongd til allar teir
møguleikar, sum dagsins samfelag og
liviháttur krevur, umframt at fasta sam
bandið fer at betra um møguleikarnar,
bæði innan trivna og vinnu.
Hvat var tað keðiligasta, sum hendi
í 2019?
- Her í kommununi eru vit spard
fyri keðiligar hendingar, og tað eru vit
takksom fyri. Men, tankarnir eru hjá
teimum, sum hava mist onkran av sín
um hetta árið.
Tað hevur týdning
Hvar og hvussu fer borgarstjórin at
halda jól í ár?
- Ætlanin er, at jólini verða hildin
saman við mínum kæru - manni, børn
um og ommubørnum. Jólaaftan eru vit
boðin til Havnar til eldru dóttrina og
hennara. At fara í kirkju og sita undir
orðinum, njóta friðin í kirkjuni, syngja
jólasálmar og hoyra prædikur og lestur
hevur týdning fyri meg, sigur Brynhild
Sørensen, sum ynskir øllum eini gleðilig
jól og eitt gott nýggjár.
TUNLAR FARA AT BROYTA
UMSTØÐURNAR Í OYNNI
- At fara í kirkju og sita undir orðinum á jólum, njóta friðin í kirkjuni, syngja jólasálmar og hoyra prædikur
og lestur hevur týdning fyri meg, sigur Brynhild Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu
- Vit vóna, at arbeiðið at byggja
Dalstunnlinum ikki fer at taka ov
langa tíð, sigur Brynhild Sørensen,
borgarstjóri í Húsavíkar kommunu
Í Húsavíkar kommunu kunnu tey fegnast um, at fólkatalið í 2019 er vaksið, og at barnatalið eisini er vaksið