týsdagur 17. desember 2019síða 50
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
18
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Heilsuverkið
bjargaði dóttir míni
- Pápi mín doyði fyri einum stórum ári síðan, men áðrenn ringasti skelkurin og sorgin vóru
linkað, leyp næsta skriðan. Pápi var nóg gamal til at fara í annað ljós, men tað var dóttir mín
ikki. Um hjálpin ikki var so óvanliga skjót, hevði eg mist mína elstu dóttir, sum bara var komin í
hálvan aldur, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sum vit hava sett nakrar spurningar
Vilmund Jacobsen
Jólini 2019 verða tey seinastu, áðrenn
kommunuval verður aftur næsta heyst.
Hvørji mál ert tú serliga fegin um, at
býráðið higartil hevur framt?
- Umframt alt tað, sum vit hava gjørt
úti á smáu bygdunum í kommununi,
fegnist eg í stóran mun um, at vit hava
víðkað munandi um havnarlagið, sum
Runavíkar havn umsitir, serliga í økin
um eystan fyri við Skálafjørðin.
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at út
stykkingarnar í Rituvík, Skála og í Salt
angará/Runavík vóru alneyðugar, og
komið verður á mál við teimum um eitt
ár. Væntandi verður eisini útstykkjað í
Æðuvík í næstum.
- Ljósini til fótbóltsvallirnar í Runa
vík og á Skála eru annað mál, og tað
kann nú vera, at tað, sum rættiliga
verður eitt lop í kommununi, er, at ung
dómurin nú umsíðir fær eitt savning
arstað í Gulu Smiðjuni, og at vit skriv
liga hava bundið okkum til eina
deteilprojektering av nýggjari svimji
høll, sum vónandi og væntandi stendur
liðug í 2022.
Tórbjørn Jacobsen ásannar, at hetta
er stór fíggjarlig avbjóðing, kanska
tann størsta hjá kommununi nakran
tíð, men hann heldur, at ein nútímans
býur og kommuna eigur at kunna
bjóða sínum borgarum henda møgu
leikan.
Ikki arbeiðsleysur
Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir
av hesum valskeiði?
- Umframt rakstrarliga gerandisdag
in er peningur settur av til íløgur fyri
hálvthundrað miljónir krónur í 2020.
Hesar hava partvíst nakað nógv við tað
at gera, sum eg havi nevnt, men fleiri
íløgur eru umframt hetta, og tær skulu
avgreiðast.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at hann tí
skil heldur ikki verður arbeiðsleysur í
árinum sum kemur. Hann væntar
eisini, at valstríð fer at merkja árið
2020, nú val verður til kommunurnar
hin 10. november næsta ár.
- Longu nú er valfepurin farin at
merkjast, og nú jólaborðhald varð
hildið í kommununi fyri øllum, sum
starvast í hennara regi, boðaði borgar
stjórin í røðu frá, at hann ætlar sær at
stilla upp aftur á valinum komandi, um
hann verður uppstillaður. Hvat tað
røkkur til – ja, tað spyrst, um livst.
Borgarin eigur kommununa, og hann
eigur avgerðina.
Skelkur í familjuni
Hvat var tað keðiligasta sum hendi í
2019?
- Politiskt kann eg ikki minnist, at
nakað var keðiligari enn tað, tú kanst
vænta í einum sessi sum hesum. Polit
iskir oddasessir eru ikki fyri sartar
sálir, og tí er hvøljan hesi árini vorðin
nóg tjúkk til at kunna taka sjálvt tað
harðasta trýstið.
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at persón
liga hendi kortini okkurt, sum órógvaði
meiri, enn gott var.
- Herfyri var eg í Klaksvík og spældi,
sang og segði okkurt fyri teimum, sum
hava sína dagligu gongd í gamla húsin
um hjá Norðoya Banka, sum nú gongur
undir heitinum ”Gloym meg ei”.
Borgarstjórin sigur, at pápin doyði
fyri einum stórum ári síðan, og tað var
ikki meiri enn, at ringasti skelkurin og
sorgin vóru linkað, tá leyp næsta skrið
an. Deyðin var farin at gera um seg.
- Pápi mín, sum eisini var vinur
okkara, var nóg gamal at fara í annað
ljós, men tað var dóttir mín ikki. Ein
dagin, eg verið eini ørindi í Havn og
kom akandi út millum Fjarða - tá møti
eg sjúkrabilinum, sum koyrdi alt tað,
hann var mentur, sigur hann.
Mundi mist dóttir
Tórbjørn Jacobsen sigur, at eina løtu
eftir, at hann hevði møtt sjúkrabilinum,
ringdi versonur hansara.
- Hann segði mær, at dóttir mín lá á
børuni í hesum skundiga akfari. Hon
arbeiddi/ arbeiðir hjá Almannaverkin
um og ”Gloym meg ei” í Klaksvík, út
búgvin bachelorur í námsfrøði, og nú
var hjartað fyrigingið. Steðgað. Hon
brast í gólvið norðuri í Klaksvík, lívið
hvarv, og var hjálpin ikki so óvanliga
skjót á staðnum, hevði eg mist mína
elstu dóttir, sum bara var komin í hálv
an aldur.
Tórbjørn Jacobsen ásannar, at einki
kann vera keðiligari enn hetta, men nú
er dóttirin farin at ernast aftur.
- Heilsuverkið bjargaði henni, og tað
var hon, sum fekk meg norður hós
kvøldið at hugna um til jólaborðahaldið
hjá henni og teimum sum starvast og
halda til í tilhaldinum. Sjálvur fekk eg
á henda hátt bundið eina sloyfu á - utt
an sambering - ta ringastu og keðilig
astu hendingina í 2019, sigur hann.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- At Kongshavnar Kvinnufelag gav
Gulu Smiðju stórfingnu gávuna á 2,5
miljónir krónur fyri at fáa ungdómin
um í býnum eitt savningarstað. Hitt er,
at eg fekk høvi at skriva undir sáttmála
um at svimjihøllin í Runavík umsíðir
verður neyvætlað, soleiðis, at vit fáa
boðið út arbeiðið at byggja høllina á
vári 2021.
Jólini hjá Tobba
Hvar og hvussu fer borgarstjórin at
halda jól í ár?
- Tað verður ein skáksigling millum
heimbygdina Glyvrar og Havnina. Skift
verður millum mína egnu slekt og
slektina hjá konuni. Seinnapartin jóla
aftan siti eg saman við børnunum á
mínum fasta beinki í Glyvra kirkju. Tað
mesta av kvøldinum verður hildið sam
an við slektini hjá konuni og á midnátt
fari eg aftur í kirkju, hesaferð hjá katol
ikkunum.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at jóladag
vera tey hjá einari systir hansara, og
síðan fara restin av jólunum í stóran
mun til at avstreingja seg sjálvan til
eitt nýtt arbeiðsár.
- Annars havi eg verið til skips eini
25 jól, og tey vóru ikki tey ringastu, hó
ast hóvastákið var væl minni enn
skundanin inn og út úr krambúðum,
har tað ræður um at gelda peninga
pungin einaferð fyri allar, sigur borgar
stjórin í Runavíkar kommunu.
- Jólini verða ein skáksigling millum heimbygdina Glyvrar og Havnina. Skift verður
millum mína egnu slekt og slektina hjá konuni, sigur Tórbjørn Jacobsen