Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-17, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2019síða 54

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146 22 Sosialurin JÓL Í FØROYUM Hava sent hvørjum øðrum jólakort í 100 ár Í hesum døgum gera tvær vinkonur seg til reiðar at skriva hvørji aðrari jólakort - og sostatt halda tey fram við siðinum, sum familjur teirra hava havt í samfull 100 ár Eftir Nicolinu Dahl og Rannveig Hovgaard  Í hesum døgum gera tvær vin­ konur seg til reiðar at skriva hvørji aðrari jólakort. Tað eru tað framvegis mong, sum gera, hóast samskiftismøguleikarnir eru øðrvísi nú enn fyrr, og jóla­ kortini tískil fækkast og verða avloyst av telduheilsanum. Tað serliga við jólakortunum hjá hesum báðum vinkonun­ um er tað, at 100 ár eru liðin, síð­an fyrstu jólakortini vórðu send millum hesar báðar familj­urnar. Nú er siðurin at senda jóla­ kort rættiliga gamal. Hann tók seg upp í Onglandi í 1840 og spjaddi seg haðani um heimin. Í Onglandi vóru eisini tey fyrstu kortini prentað, sum vóru serliga gjørd til høvið. Tað fyrsta jólakortið kom til Dan­markar úr Týsklandi um 1870. Til Føroya kom siðurin eis­ ini og í 1896 lýsir Djóni í Geil í Dimma­lætting, at hann selur jóla­kort. Men hvussu ber tað til, at Rann­veig Hovgaard í Sandvík og Nicolina Dahl í Klaksvík kunnu senda jólakort í 2019 og prógva, at tað hava familjurnar gjørt í 100 ár? Omma Nicolinu var ættað úr Sandvík. Hon æt Anna Sofía Dahl f. Poulsen í 1893 og var dóttir til Fredrikku og Poul Johann­es Poulsen í Sandvík; av bygdafólkunum varð húsið kent undir navninum “hjá Ninna”. Anna Sofía giftist við lær­ar­ an­um í bygdini, Theodor Dahl úr Funningi, og um tað mundið, tey giftust, fluttu tey norð­ur til Eiðis, har hann hevði fingið embæti. Tá var ikki høg­ligt at ferðast, so hon man hava hildið samband við fam­ilju og vinir har suðuri við bræva­ skifti, sum vanligt var. Til dømis er varðveitt eitt bræv, har hon og Theodor senda heilsu til vinkonu henn­ara í sam­band við, at Martin Joen­ sen, sum seinni varð víða gitin rit­høvundur, skuldi fermast. Mamma Martin og Anna Sofía vóru vinkonur og hon búði við son­inum hjá systir síni, sum var langomma Rannveig. Jólakort 1919. Tað fyrsta jólakortið, ið vit vita um fór í millum, er dagfest 1919. Hetta kortið er frá Theo­ dor Dahl, abba Nicolinu, til Mar­in Malenu Petersen, lang­ ommu Rannveig. Á kortinum stendur: »Venlig Hilsen til eder alle i Huset, fra Lærer Dahls børn, Eide« Myndin er av trim­ um teimum elstu børnunum hjá Onnu Sofíu og Theodori: Óla, Poul Johannes og Annu. Árið eftir fingu tey Theodor, ið varð uppkallaður eftir pápa sín­um, sum doyði stutt fyri jól í 1920. Anna Sofía búsettist sum ung einkja við børnunum í Funningi, har systir hennara Marin var gift við Jens Christi­ ani, beiggja Theodor. Tað vildi so til, at eisini Marin doyði ung frá fýra børnum nøkur ár seinni. Beiggi Marina og Annu Sofíu, Johan Klode, kom norð­ ur at hjálpa systir síni at fáa eini hús upp og var verandi har norðuri. Tey vóru sostatt trý systkin úr Sandvík, ið bú­ sett­ust í Funningi. Nicolina og Rann­veig hava onkuntíð tosað um, at tað er sermerkt, at jóla­ kortið er skrivað á donskum, tí Theod­or Dahl hevur eina ser­ liga støðu í føroyska mál­ stríðn­um, tí hann las fyrsta lest­urin, sum var lisin á før­ oysk­um í kirjutíð. Hetta hendi jóladag í 1911. Jákup Dahl hevði skrivað lesturin, sum enn er til skjals. Í 2011 hátíð­ar­hildu sand­ vík­ingar hesa søgu­ligu hend­ ing, so sami lesturin varð lisin jóla­dag 2011, og seinni kom Árni Dahl, beiggi Nico­linu suð­ ur til Sandvíkar at halda fyri­ lest­ur um hend­ing­ina, sum kundi havt kostað Theo­dori lær­ara­starvið, tí ikki varð loyvt at brúka føroyskt sum kirkju­ mál tá í tíðini. Óli og Jacob á læraraskúlan Í 1935 fór Óli, elsti sonurin, ið vit síggja á jólakortinum frá 1919, til Havnar at ganga á lær­ ara­skúla og tað ber ikki beinari á enn tað, at har kemur hann at ganga í flokki við Jacob Olsen, mammubeiggja Rann­ veig. Teir báðir tóku lærara­ prógv í 1938 og gjørdust vinir fyri lívið. Teir høvdu mong fel­ ags áhugamál, samdir í polit­ ikki, áhugaðir í føroyskum dansi og føroyskum máli. Teir báð­ir hildu tí sambandið mill­ um húsini og skrivaðu saman til jóla á hvørjum ári. Annars kann skoytast uppí, at mammubeiggi Nicolinu, Mari­us Johannesen og Martin Joen­sen, sum var systkinabarn ommu Rannveig, men vaks upp saman við henni sum beiggi, Læraraflokkurin hjá Jacobi og Óla Hatta er flokkurin hjá Jacobi og Óla á læraraskúlanum 1938 á Koldinghus. Óli er uttast til høgru og Jacob í reyðhúgvu nr. 4 frá vinstru Martin Joensen og Marius Johannesen saman við Sámal Johansen Fyrsta jólakortið, sum er skrivað í 1919 Framhald á síðu 24