Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-17, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2019síða 56

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146 24 Sosialurin JÓL Í FØROYUM eisini gingu í sama flokki á Lær­araskúlanum í Havn. Teir tóku prógv í 1926. Samband millum Sandvík og Klaksvík Sambandið millum familjuna norðanfjørðs og Sandvík var altíð meira og minni, eitt nú var Poul, beiggi Óla, nógv har suðuri á ungum árum og búði hjá ommu síni og róði út við sandvíkingum. Óli og familjan ferðaðust onkuntíð suður eis­ ini. Men sambandið gjørd­ist enn betri, tá ið Óli og konan Bina í 1962 tóku skylddreingin Heð­in úr Sandvík til fosturs. Tá vóru tey komin til Klaks­ vík­ar at búgva nøkur ár framm­an­undan. Nú Nicolina og Rann­veig hava leitað í goml­um kortum í sambandi við hesa greinina, fann Rann­ veig eitt kort frá Steinbjørn B. Jacob­sen til Jacob, har hann nevn­ir, at rætt gjørdi Jacob at fara til vinin í Klaksvík at halda seksti ára føðingardag sín. Í Hoydølum Vit spola fram til 1973 og tá fer yngsta dóttir Óla, Nicolina, í Hoydalar at ganga í studenta­ skúla, og tað ber ikki betri á enn tað, at í sama flokki er syst­ir­dóttir Jacob, Rannveig. Rann­veig hevur eina gamla poesi­bók, frá tí tær báðar eru 10 ára gamlar, har Nicolina hev­ur skrivað á síðstu síðu í bók­ini: ”Tá eg millum aðrar, í hesi bók skal verða goymd, so velji eg tað síðsta blað, fyri seinast at verða gloymd”. Og nú var lagamanni í stud­ enta­tíðini at taka upp aftur gamla vinalagið. Jólakortini frá Jacobi Tey eldru børnini hjá Óla minn­ ast, at jólakortini frá Jacobi vóru serlig. Tey flestu skrivaðu einans “Vit ynskja tykkum øll­ um eini gleðilig jól og gott nýggjár”, og skoyttu kanska onkur tíðini uppí, um onkur var deyður, føddur ella giftur, men Jacob stílaði kortið til Óla burturav, og endaði altíð við at nevna tey øll við navni “Heilsa mær Binu, Tóru, Andrassi og Árna”. Jacob og Óli sendu jólakort sínamillum alla sína tíð. Tey seinnu árini fór sjónin at bila Jacobi, so ikki var altíð lætt at lesa tað, ið hann skrivaði, men hann fekk sær skrivimaskinu og tá bar betur til. Jacob var umframt at vera lærari eisini bóndi, og ofta var tinganest við jólakortinum, eitt nú kundi hann senda tvær síður av turr­ um kjøti, eitt pylsindur (blóð­ mør, sum tey siga har suðuri) ella eina rullupylsu. Tá ið Óli doyði í 1992 helt Jacob á við at skriva til húskið í Klaksvík og tá ið Jacob var farin í Harrans hendur í 1998, skrivaði Rann­ veig til Nicolinu, at “nú mugu ok­ur báðar halda hetta sam­ bandið við líka”. Tað hava tær so gjørt, og nú 100 ára dagurin, fyri fyrsta jóla­kortininum kom, fóru tær at leita eftir gomlum kortum, men tað er ikki vanligt at goyma jólakort og tey flestu av teim­um, sum eru farin ímillum hesi 100 árini, eru farin fyri skeyti. Tað fyrsta, vit hava, tað frá 1919, er sum sagt við mynd av børnunum, og Rannveig hev­ur eisini í nýggjari tíð sent mynd av børnum, fyrst soni sín­um sum smádreingi og síð­ an børnunum, ið hon er ommu­ systir at. Í einum jóla­korti frá 1993 skrivar Jacob so­leiðis til Klaksvíkar: “Eg fari sum vant at senda tær eina heilsu, nú jólini standa fyri durum. Tað fækkast millum tey, eg kendi har í Klaksvík. Fyrst fór pápi tín, og nú báði As­bjørn og John Reid, Klaks­vík­in er fátækari ... Skilið er vánaligt í Føroyum, og tað einasta, ið kann redda, er, at fiskurin kemur aftur. Ann­ars haldi eg, at landstýrið let­ur seg brúka av dønum til at kúga føroyingar. ” Tey seinnu árini er sam­ skiftið sum sagt vorðið so nógv lættari og serliga Face­book og messenger hava gjørt, at tær báðar Rannveig og Nico­lina sam­skifta alt árið og ikki ein­ ans til jólar. Í seinastuni eru tær farnar at spæla orða­spæl í mill­um sín, og nú fúka boð­ini tíðum. Jólakort í 100 ár Jólini 2019 nærkast, og aftur í ár fara tær at seta seg at skriva eina serliga jólaheilsan til hvørja aðra. Rannveig var ør­ indi í Klaksvík um mánaðar­ skiftið og nýtti tá høvið til sjálv at bera jólaheilsuna inn á gólvið hjá Nicolinu. Og skjótt fer postbilurin at snara inn í túnið hjá Rannveig í Sandvík við eini heilsan úr Klaksvík. Tit kunnu líta á, at har verður frí­merki á við mynd av messu­ aklinum í Sandvíkar kirkju. “Gamlar vinir og gamlar gøt­ ur skal eingin gloyma”, sigur orðatakið. Gleðilig jól! Nøkur av kortunum, sum Rannveig hevur skrivað til Nicolinu Nøkur av kortunum, sum Nicolina hevur skrivað til Rannveig. Her er eisini eitt frá Tóru, systir Nicolinu. Her er ein heilsan, sum Óli Dahl hevur skrivað í poesibókina hjá Rannveig í 1966 Jólakortini 2019. Nicolina hevur broderað jólakortið, hon sendir til Rannveig í ár Rannveig var inni á gólvinum hjá Nicolinu í ár og gav henni sítt jólakort