týsdagur 17. desember 2019síða 58
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
26
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
110 nýggir borgarar
eftir trimum árum
- Jólini verða sum vanligt hildin her í heimbygdini, alt húskið samlað. Mær dámar væl at
ferðast, men á jólum vil eg vera heima, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu
Vilmund Jacobsen
Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs
kommunu, kann nú við ársenda fegn
ast um, at fólkatalið í kommununi er
veksandi. Hon vísir á, at síðan hin 1.
januar í 2017, tá sitandi bygdaráð tók
við, er kommunan vaksin við umleið
110 íbúgvum.
- Tað er nógv, og eg eri sera fegin um,
at tað tíðliga í valskeiðnum eydnaðist
okkum at keypa eitt stórt øki at stykkja
út til grundøki. Nærum øll jørðin í
bygdini er privat ogn, og tá valskeiðið
byrjaði, átti kommunan eingi grund
stykki til sølu, tó at vit høvdu ein eftir
spurning.
Borgarstjórin vísir á, at nakrar forð
ingar hava verið í arbeiðnum at stykkja
út, og tí eru tey ikki rættiliga komin á
mál enn, men leggur aftrat, at tað gong
ur rætta vegin, og aftur til várs kunnu
grundstykkini seljast.
- Eg fegnist um nógv, sum tað hevur
eydnast okkum at fremja, eitt nú um
vælingar og dagføringar.
Aimé Jacobsen vísir á, at Ellisheimið
á Sýnuni nú nærum er liðugt umvælt,
og stórur partur av skúlanum er dag
førdur og hevur eisini fingið nýggja
serstovu til næmingar, ið hava tørv á
einum serligum skúlatilboði.
- Eg fegnist eisini um, at sitandi
bygdaráð hevur verið samt um at rað
festa trivnaðin sum heild. Vit hava lætt
um hjá barnafamiljum og royna á allan
hátt og eftir førmuni at stuðla, bæði
ítróttinum og mentanini í kommununi.
Útbyggja barnagarðin
Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir
av hesum valskeiði?
- Vísandi til fólkavøksturin, er tað
sera trongligt í barnaansingarskipanini
hjá okkum. Síðst í november var eitt
skitsuuppskot fyri útbygging av barna
garðinum Alvalon samtykt í bygda
ráðnum. Vit skulu byggja fýra vøggu
stovur, sum helst skulu verða klárar at
flyta inn í á heysti 2021.
Borgarstjórin sigur seg vóna, at út
byggingin av barnagarðinum fer at
ganga skjótt og væl.
- Í summar varð ein partur av brúgv
unum í bátahylinum skiftar út, og kom
andi summar skal restin av teimum
gomlu
brúgvunum
eisini
skiftast,
leggur hon aftrat.
Útbúgvingar í hús
Men, hendi nakað keðiligt hjá Aimé
Jacobsen í árinum, sum nú gongur
móti endanum?
- Tað var einki keðiligt sum so,
tíbetur. Jú, kanska tað, at alt tekur so
langa tíð. Eg eri sera tolin av lyndi,
haldi eg. Men, góða tíðin við stórari
framgongd og viðgongd í samfelagnum
hevur eisini tað við sær, at øll hava so
nógv at gera, at tað er ringt at fáa framt
ætlaðar verkætlanir, tí tú rætt og slætt
ikki fært fólk til tað. Tað er sera keðiligt.
Hvat er tað besta, sum er hent í
árinum?
- Tað allar besta, ið hendi í 2019, er á
persónliga økinum. Vit - maðurin og eg
- kunnu gleðast um, at okkara trý
vaksnu børn øll eru liðug við sínar út
búgvingar í ár. Tvey av teimum vórðu
liðug at lesa á Universitetinum í Aar
hus í summar, og hin elsti júst nú upp
undir jól er liðugur sum elektrikkari.
Honum vantar bara eitt sindur av
lærutíðini.
Aimé Jacobsen fegnast eisini sera
nógv um, at hennara fitta 91 ára gamla
vermóðir er so birg og væl fyri enn, hó
ast høga aldurin.
Jól í heimbygdini
Hvar og hvussu fer borgarstjórin at
halda jól í ár?
- Jólini verða sum vanligt hildin her í
heimbygdini, alt húskið samlað. Mær
dámar væl at ferðast, men á jólum vil
eg vera heima. Vit fáa vitjan, vitja fam
ilju og eta døgurða saman og hugna
okkum. Farið verður eisini í kirkju.
Jólaaftan eta vit altíð dunnu ella gás
við mandlurís omaná. Hinar báðar dag
arnar verður eisini góður matur. Tað,
sum ræður um á jólum, er, at vit eru
saman, taka okkum av løttum og hava
tað hugnaligt, sigur borgarstjórin í Sør
vágs kommunu.
- Maðurin og eg kunnu gleðast um, at øll
okkara trý vaksnu børn eru liðug við sínar
útbúgvingar í ár, sigur Aimé Jacobsen
- Nakrar forðingar hava verið
í arbeiðnum at stykkja út, og
tí eru vit ikki rættiliga komin
á mál enn, sigur borgarstjórin