Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-17, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2019síða 60

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146 28 Sosialurin JÓL Í FØROYUM Føroyskar bøkur undir jólatræið Føroysk bókaútgáva stórtrívist, og alt árið koma bøkur út. Nú upp undir jól er bókarúgvan nógv vaksin, og nógvar bøkrur eru at velja ímillum, um fólk hugsa at geva eina harða jólagávu. Her vísa vit á nakrar bøkur, sum kunnu rigga sum jólagávur Føroyskar krimisøgur Jógvan Isaksen hevur í nógv ár skrivað krimisøgur, og vanliga koma hesar bøkur út upp undir jól. Soleiðis er aftur í ár. Nýggja bókin kallast »Arktis« og er háaktuell, tí hon snýr seg um stórpolitiska spælið hjá kinesarum á okkara leiðum. Hetta er sætta bókin, um snýr seg um William Hammer og hini fólkini á Skansadeildini. Steintór Rasmussen hevur skrivað fimtu og seinastu krimibókina í bindiklubbabókini – hon kallast »Ein er tíðin at liva«. Hesar bøkur bjóðað spennandi lesnað um jólini. Nýtt frá Jóanes og Carl Johan Tveir av royndastu og mest virdu føroysku rithøvundunum hava skrivað nýggjar skaldsøgur. Jóanes Nielsen hevur skrivað bókina »Jarðaferðin«, sum byrjar í Shanghai og endar í Sumba. Bókin snýr seg um eina forvitnisliga dagbók og um felagsskapin International Dwarfs Association og tað, sum kann henda, tá ið leitað verður eftir avvarðandi hjá nøkrum deyðum kinesiskum fiskimonnum. Carl Johan Jensen hevur skrivað bókina »Terningar – søgur av tilvild«, sum snýr seg um Ísmael, sum er undan eini hálvgamlari stýrimanseinkju og norskum gudfrøðingi. Í avstongdum umhvørvi veit Ísmael fátt av egnum royndum. Verðin skapast av tí, sum hann hoyrir onnur og útvarp siga. Hetta er føroyskur skaldskapur á høgum stigi. Kvinnur á vegamóti Í stuttsøgusavninum »Í løtuni« skrivar Turid Thomsen um kvinnur í ymiskum støðum í lívinum. Kvinnurnar standa onkursvegna á einum vegamóti og eru avbyrgdar í sínari støðu. Spurningurin er, um kvinnurnar megna at broyta sína støðu, ella um tær mugu sættast við tað, sum er. Turið skrivar neyvt og nakið. Søgurnar eru stuttar, og ímillum orð og linjur kanst tú fáa meira at vita um kvinnurnar og teirra støður. Ljós í skugga Njál Djurhuus hevur havt eitt serstakt lív, heilt frá byrjan sum eingilskmannabarn undir krígnum, og til nú hann 78 ára gamal framvegis er virkin í Frelsumarherinum at hjálpa teimum, sum eru verri fyri enn tey flestu. Í bókini »Njál - ljós í skugga« verður greitt frá hansara lívi. Lívsuppgávan gjørdist at hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri í lívinum, serliga av rúsandi evnum, og at fáa tey uppundan aftur. Óli Jacobsen hevur skrivað bókina. Deyðiligt mistak Á Landssjúkrahúsinum liggur ein maður til tað seinasta, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør fær ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu føroyska sjúkrahúsverkið skal skipast. Deyðssjúki maðurin og sjúkrahúsverkið eru høvuðspersónar í skaldsøguni, sum byggir á veruligar hendingar. Solby Christiansdóttir hevur skrivað bókina. Psykosudrotningin sigur frá Anna Malan Jógvansdóttir hevur skrivað bók um, tá hon undir lestri fekk eina psykosu. Bókin er ei sonevnd hybridskaldsøga við við prosa, yrkingum, tekningum og annað. Talan er um djarva og nýskapandi bók, sum kavar niður í eksistensiellar spurningar og tvístøður. Anna Malan Jógvansdóttir er útbúgvin á danska rithøvundaskúlanum og hevur áður útgivið yrkingar. Lagnusøga Nýggja skaldsøgan hjá Sólrun Michelsen eitur »Ein táttur er silvur« byrjar við lagnutungari hending fyri stórt hundrað árum síðani. Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum.  Tann eina gentan, sum hevur stórar ætlanir við lívi sínum, fer á ein bóndagarð at tæna. Bóndin neyðtekur hana, og barn spyrst burturúr. Eingin fær at vita, hvør pápin er, men hon skal liva við skommini.  Vit fylgja henni á einsomu leiðini at fóta sær eftir illgerðina Høvuðspersónurin og tað, henni er fyri, er grundað á veruligan tilburð. Stríðið fyri framburði Bókin »Latið ei søguna doyggja« er ein roynd at lýsa orsøkir til, at Føroyar sum eindømi á okkara breiddarstigi hava ment seg seg frá miðøld til nútíð, til framkomnan búskap og tjóð í so stóran mun, at vit eru fjølgað úr 4.500 fólkum til yvir 50.000 íbúgvar í dag. Mesta innihaldið lýsir, hvussu hart, skitið og stutt lív føroyinga var, til í dag vit eiga eitt av heimsins fremstu samfeløgum við uppsjóvarvinnu og laksaaling, ið eru sjálvfíggjað. Óli Breckmann hevur skrivað.