týsdagur 17. desember 2019síða 66
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
34
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Myrku og køldu kvøldini upp undir jól eru góð tíð at hyggja eftir filmum – og alt nýtist
ikki at vera jólafilmar. Her fáa tit nøkur viðmæli um filmar til vøkru jólatíðina
Jaws
GÓÐIR FILMAR TIL JÓLATÍÐINA
Tað verður trupult at koma ígjøgnum
desember mánað uttan at síggja okk
urt til »Home Alone« filmarnar. Fyrsti
filmurin kom í 1990, og annar filmurin
kom í 1992. Hetta eru teir báðir filmar
nir við upprunaligu sjónleikarunum.
Filmarnir snúgva seg um McAllister
familjuna, sum skal ferðast, men sum
gloymir drongin Kevin eftir – fyrst
heima í Chicago og síðani í New York.
Filmarnir eru herliga undirhaldandi
fyri alla familjuna, og tað tykist næst
an líkamikið, hvussu ofta tú hevur sæð
filmarnar – tað ber altíð til at síggja
teir einaferð afturat.
Tá ið ein stórur hávur fer at gera
um seg í einum frítíðarøki, taka eina
løgreglumaður og ein havfrøðingur
seg saman og fara at jagstra risastóra
hvalin. »Jaws« er ein av stóru
klassikarunum í søguni. Filmurin frá
1975 spælir upp á eina kenda ræðslu
fyri tí, sum er at finna í havdýpinum.
Steven Spielberg leikstjórnaði filmin,
sum byggir á skaldsøgu hjá Peter
Benchley. Filmurin sæst á Netflix.
Í løtum líkist Dr. Henry Jones einum
keðiligum skúlalærara, men við
eyðkenda hattinum á høvdinum
umskapast hann til eina djarva hetju,
sum kann finna fram goymdar skattir
og samstundis stríðast við harðrendar
brotsmenn. Røðin um Indiana Jones
er ein tann best umtókta í filmssøguni.
Fýra filmar eru í røðini, og teir kunnu
allir síggjast á Netflix.
Indiana Jones
Home Alone
Love Actually
15 ára gamli filmurin »Love Actually«
er ein nýggjari jólaklassikari. Í
filminum fylgja vit átta ymiskum
pørum og teirra trupuleikum at fáa
kærleikan at rigga. Filmurin gongur
fyri seg í jólatíðini, og onkrar av
søgunum flættast saman. Nógvir
kendir sjónleikarar hava leiklutir í
filminum – eitt nú Keira Knightley,
Colin Firth, Liam Neeson, Hugh Grant
og Rowan Atkinson. Filmurin er bæði
stuttligur og fangandi, og við sínum
lætta huglagi er hann undirhaldandi.
Filmurin kann síggjast á Netflix.
Night At The Museum
Fráskildi Larry Daley fær arbeiði sum náttarvaktur á Museum of Natural
History. Hann fær ein ordans skelk fyrstu náttina, tá ið útstillaðu djórini
og persónarnir livna. Har verður nógv at halda skil á, og Larry fær góð ráð
frá teimum eldru náttarvaktunum. Eina nátt bjóðar Larry soninum hjá sær
við á savnið, og júst hesa náttina hendir nakað illgrunasamt. Teir gomlu
náttarvaktirnir ætla at stjala ein egyptiskan fornlut, og so brennir eisini undir
Larry og soninum. Hetta er ein stuttligur familjfilmur, sum riggar væl til eitt
desemberkvøld. Filmurin sæst á eitt nú Viaplay.
Christmas Inheritance
Alpha stendur til at arva familjufyri
tøkuna, men hennara atburður er
stundum óvarin og flovisligur. Pápin
heldur, at Alpha skal búnast meira, og
hann sendir hana til heimbýin Snow
Falls, sum Alpha einki kennir til. Hon
skal hava eitt serligt jólakort við sær
til ein fyrrverandi samstarvsfelaga
hjá pápnum. Alpha verður innikavað
á einum gistingarhúsi, og tá ið hon
ikki hevur pengar við sær, má hon
hjálpa til á hotellinum. Har hittir hon
fólk – eitt nú listarmannin Jake. Hetta
er hugnaligur jólafilmur, sum kann
síggjast á Netflix.
Tann kravdi
Tann klassiski
Tann ævintýrligi
Tann hugnaligi
Tann jólaligi
Tann nýggi
Tann undirhaldandi
Tann romantiski
I’ll Be Home For
Christmas
Jackie er ein virkin advoktarur og
støk mamma. Hon hevur úr at gera og
gongur høgt upp í arbeiðið hjá sær. Men
hon ætlar sær at halda eini hugnalig
jól saman við átta ára gamla soninum.
Upp undir jól bankar á dyrnar. Pápi
hennara, sum hon ikki hevur havt nógv
við at gera, er komin at vitja, og tað
skapar órógv í lítlu familjuni. Jackie
og pápin mugu fyrihalda seg til gamlar
hendingar, samstundis sum øll ynskja
sær eini friðarlig og góð jól. Filmurin
kann síggjast á Netflix.
The Irishman
Legendur hittast í mafiastórfilminum
hjá Martin Scorsese. Høvuðsleikarar
eru Robert de Niro, Al Pacino og Joe
Pesci. Og hetta er vorðið sum filmur.
Ummælarar hava koyrt tumlarnar upp,
og undirtøkan millum fólk hevur verið
sera góð. Á einum ellisheimi minnist
Frank Sheeran – spældur av Robert de
Niro – aftur á tíðina sum drápsmaður
hjá mafiuni, og hesum kemur ein
spennandi søgugongd burturúr.
Filmurin er tríggjar og ein hálvan tíma
langur og kann síggjast á Netflix.