týsdagur 17. desember 2019síða 70
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2019 · Nr. 146
38
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Vilmund Jacobsen
Jólini 2019 verða tey seinastu fyri kom
munuvalið, sum verður næsta ár. Hvørji
mál ert tú serliga fegin um, at bygda
ráðið higartil hevur framt?
- Tá sitandi bygdaráð tók við í 2016,
vóru vit samd um, at vit vildu arbeiða
við at betra um trivnaðin hjá barna
familjum í kommununi og royna at gera
tað attraktivt fyri ungar familjur at seta
búgv í kommununi. Serliga vildu vit
royna at fyribyrgja, at tær ungu familj
ur, sum eru í kommununi, velja at flyta.
Tað sigur borgarstjórin í Hvanna
sunds kommunu, Ingrid Petersen.
Hon vísir á, at tey í bygdaráðnum
hava kjakast nógv um, hvussu hetta
kann gerast.
- Ein trupulleiki fyri tey, sum ynskja
at seta búgv á bygd er, at tað er so
trupult at fáa lán. So tá, vit gjørdu
fíggjarætlan fyri 2019, avgjørdu vit at
gera barnaansingina ókeypis, tá hetta
betrar um fíggjarstøðuna hjá barna
familjum, samstundis sum hetta vón
andi ger, at onkur velur at flyta til
kommununa, eins og at tey, sum eru
her, verða verandi, sigur borgarstjórin.
Grønari kommuna
Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av
hesum valskeiði?
- Nú er so bert eitt ár eftir av hesari
setuni. Sitandi bygdaráð hevur brúkt
nógva orku upp á at gera ætlan fyri
dagføring og nýgerð av spæliplássi og
spælivølli. Staðseting hevur verið ein
avbjóðing, men tað er komið upp á pláss
nú. So komandi ár fara vit at dagføra
spæliplássið við kommunuskrivstovu
na, gera ein spælivøll oman fyri kirkju
na og gera ein spælivøll og lítið spæli
pláss í Norðdepli. Eisini fara vit at
arbeiða fram ímóti, at Hvannasunds
kommuna skal gerast grønari og meira
umhvørvisvinarlig.
Ingrid Petersen vísir á, at hita
skipanin, sum er í Skúlanum á Fossa
nesi, má skiftast út, og tey miðja ímóti
einari umhvørvisvinarligari loysn.
- Skúlin og barnagarðurin fara at fáa
sankutøðkassar, soleiðis at alt lívrunnið
verður gjørt til mold í staðin fyri, at
tað skal koyrast til brennistøðina í
Leirvík, og vit miðja ímóti, at øll húski
í kommununi skulu verða við í einari
sankutøðskipan innan fá ár, sigur
borgarstjórin.
Ómetaliga óbehagiligt
Hvat var tað keðiligasta, sum hendi í
2019?
- Tað keðiligasta var heilt avgjørt, tá
tað frættist, at arbeiðið við tunlunum
Norður um Fjall skuldi útsetast til 2021.
Tú merkti, hvussu hugstoytt fólk norð
an fyri gjørdust, summi kedd, onnur óð.
Ingrid Petersen vísir á, at huglagið
millum fólk gjørdist dapurt og neiligt,
sum hon tekur til.
- Tað kom veruliga fram, hvussu
trupult tað er hjá fólki at liva við verandi
tunlum her norðuri – og ongantíð at
vita, um tú endar í einum proppi. Fyri
tey, sum ikki hava roynt hetta, kann eg
heilsa og siga, at tað kennist ómetaliga
óbehagiligt at standa inni í tunlinum,
koyst millum stórar bilar og vita, at tú
hvørki sleppur aftur ella fram, sigur
borgarstjórin í Hvannasunds kommu
nu.
Og hvat er tað besta, sum er hent í
2019?
- Tað besta má so vera, tá tað nú um
dagarnar frættist, at peningur hóast alt
verða settur av á fíggjarlógini, soleiðis
at arbeiði við at gera tunlarnar Norður
um Fjall veruliga kann koma í gongd –
og soleiðis at kenna vónina spríkja fram
aftur, sum Ingrid Petersen tekur til.
Siðbundin av lyndi
Hvar og hvussu fer borgarstjórin at
halda jól í ár?
- Eg eri ein ógvuliga siðbundin per
sónur, so jólini verða, sum tey flestu í
mínum lívi, hildin hjá mammu míni. Tað
verða maður mín, eg sjálv og børnini
– og so koma systur mín, sum býr í
Reykjavík, og sjeikurin hjá henni heim
at halda jól saman við okkum. Tað gleði
eg meg sera nógv til.
Ingrid Petersen vísir á, at tá hon var
barn, høvdu tey altíð ræst kjøt á jólum.
- Men, tá maðurin og eg búðu í
Danmark, meðan eg las, ótu vit altíð
dunnu á jólum, og tað hava vit gjørt
síðan. So, tað verður dunna við øllum
sum hoyrir til á borðinum hjá okkum
jólaaftan, sigur borgarstjórin í Hvanna
sunds kommunu.
VÓNIN UM NÝGGJAR
TUNLAR SPRÍKIR AFTUR
- Tað kennist ómetaliga óbehagiligt at standa inni í tunlunum her norðuri, koyst millum stórar bilar og
vita, at tú hvørki sleppur aftur ella fram, sigur borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Ingrid Petersen,
sum kortini fegnast, nú tað um dagarnar frættist, at peningur hóast alt verða settur av á fíggjarlógini
- Vit hava sett okkum fyri, at Hvannasunds kommuna skal gerast grønari, sigur borgarstjórin
- Tá maðurin og eg búðu í Danmark, meðan
eg las, ótu vit altíð dunnu á jólum, og tað
hava vit gjørt síðan, sigur Ingrid Petersen