Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 20. DESEMBER 2019 Hóast mikið rok, so valdar helst eisini friður á politiska vígvøllinum á jólum. Tað stendur nógv á, tá stórar hug­ sjón­ar­liga broytingar standa fyri durum, so sum at lata útlendum tilfeingi í sjó­ num, sum higartil hevur verið fólksins ogn. Ikki ser­liga jólaligt at lata milliarda virði til ein­stak­lingar. Hetta er serliga álv­ar­samt, tí tað verður vónleyst hjá teim­um, sum kom til valdið eftir hesa sam­gongu, at draga í land aftur og fáa før­oy­ing­um ræði og ognarskap til til­ feing­ið aftur. Friður á jørð og í menniskjum góður tokki er kjarnin í jólaboðskapinum, og tí­betur verður tað ofta gjørt nógv fyri, at tað á jólum skal vera friður – og vápn­ a­hvíld á jólum er vorðin kent fyribrigdi frá ver­ald­ar­bardaganum fyrra, sum end­aði fyri góðum 100 árum síðani. Til­ tik­in er jóla­frið­urin í 1914. Tað var ógvuliga kalt á vígvøllilnum hetta árið, og tað var alt annað enn hug­ a­ligt í skotgrøvunum. Tað var so mik­ið stutt mill­um fíggindalegurnar, at tað bar pørt­u­num til at rópa ímillum og har­við at háða hvønn annan. Men á jólum vitjaði friðurin og góði tokk­in á hermótinum, har tað var av­ kav­að. Stóri dagurin hjá týskarum var jóla­aft­an, og teir kveiktu ljós og fóru at syngja »Stille Nacht«. Hetta sóu og hoyrdu bretarnir. Hjá teim­um var stóri dag­ur­in jóladagur. Teir svar­aðu aftur við at syngja »O Come All Ye Faithful«, og jóla­aftan og jólanátt varð vápnahvíld og sálm­a­sang­ur. Nakrar tímar frammanundan var hetta púra óhugsandi, men teir, sum vóru á víg­vøll­inum, vóru vitni til og fingu lut í friðinum og góða tokkanum, og tað eru fleiri søgur um, at teir fóru úr skot­grøv­unum og gingu fram á vígvøll­ in, har teir ynsktu hvørjum øðrum eini gleð­i­lig jól. Vápnahvíldin gav hermonnunum kær­kom­ið høvi at koma fyri seg og eis­ ini at fara út á vígvøllin eftir teimum, sum vóru falnir, og at syrgja fyri, at teir fingu eina heiðurliga jarðarferð. Vit kunnu so, um vit vilja, sammeta hetta við okkara egna gerandisdag. Kanska pol­itikararnir finna stóru og breiðu semj­una kortini. Við vón­ini um frið á fold og góðan tokka í menniskjum ynskja vit viðskiftafólkum okk­ara og øll­um føroyingum eini gleði­lig jól. ...og í menniskjum góður tokki Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Ynskir tú tær stuðul til eina granskingarverkætlan? Tað fært tú neyvan í jólagávu, men tú kanst royna at søkja Granskingargrunnin. Her eru møguleikar fyri stuðli til øll hugsandi granskingarøki. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár Umsóknarfreistin til stuðul til gransking er 15. februar 2020 kl. 12. Ring, skriva ella støkk inn á gólvið hjá okkum, um tú ynskir vegleiðing og góð ráð. Vit eru eisini at hitta á Jobmatch 28. desember 2019. Les meira á gransking.fo Stuðul til gransking NORÐLÝSIÐ · TEL. 456285