Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 147 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Føroyska mans­ landsliðið í fótbólti hevur fingið nýggjan venjara - hann eitur Håkan Ericson og er úr Svøríki Í ár hevur Taks lagt hald á 17,1 kilo av hassji, sum er tvær ferðir so nógv sum fyri einum ári síðan Føroya Rættur ávarar fólk um ikki at lata seg lumpa av svikarum, sum ringja til avvarðandi hjá fólki, sum eru deyð, við tí endamáli at lumpa pengar frá teimum Strandferðslan hevur keypt nýggja fergu úr Norra, sum skal hjá Teistanum at sigla til Sandoynna sum farmaskip Steinbjørn Hardlei er settur sum nýggjur rektari á Glasi Núverandi stjóri á Havsbrún, Odd Eliasen, er settur sum nýggjur stjóri á The Scottish Salmon Company Fiskivinna MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Í ár eru tað 420 børn í Føroyum, sum fáa jólahjálp frá Barnabata og Reyða Krossi í Føroyum. Hetta eru væl færri enn tað hevur verið, tí okkurt árið eru tað eini 500 børn, sum hava fingið jólahjáp. 420 420 Sprotin: fiskivinna kv1e vinna við fiskiveiðu og fiskavirking Nógv kjak og tos hevur hesa vikuna verið um nýggju fiskivinnuskipanina, sum løgtingið hevur viðgjørt í vikuni. Fleiri hava mótmælt við boðskapinum "Fiskurin er fólksins ogn", tí stúrt verður fyri ætlanunum at m.a. selja til útlendingar. Men samgongan metir, at tørvur er á broytingum "Fyll dagarnar við lívi, ikki lívið við døgum" "Tað virkar sum øll hava gloymt bústaðarneyðina, fiskivinnuna og onnur mál, nú alt uppmerksemið fer til Kina og Ísrael!" Jólini nærkast skjott og hetta er sein­ asta blaðið undan jólum. Sum vanligt er rættuliga stórur aktivitetur á politiska leikpallinum her undan jólum og undan ársskiftinum. Ein fíggjarlóg skal altíð gerast, so hon kann koma í gildi 1.januar. Tað er soleiðis, at tað almenna, landskassin, kann ikki gjalda pengar út ella taka ímóti pengum, uttan so, at lógarheimild er fyri tí. Tað vil siga, at er ongin fíggjarlóg sam­tykt, so kann tað almenna hvørki gjalda lønir ella rokningar og ei heldur krevja skatt og mvg inn. So kann onkur spyrja, hví hetta so altíð skal gerast í seinastu løtu í desember heldur enn í november til dømis. Til tað er at siga, at fyri at gera eina fígjarlóg, sum er so neyv sum møgu­ligt, so er neyðugt at hava so stóra vitan um framtíðina sum møguligt. Fíggjarmálaráðið skal kenna út­ reiðsl­urnar, sum eru ásettar og so skulu inntøkumetinganar gerast so neyvt sum møguligt. Fíggjarmálaráðið skal helst kenna faktisku tølini fyri inn­ tøk­um og útreiðslum fyri teir fyrstu 11 mán­aðirnar í ár, áðrenn metingarnar verða gjørdar fyri komandi ár. Eitt annað, sum ávirkar arbeiðið við fíggjarlógini, er at vit ofta hava val eftir at summarið er farið afturum og kemur so ein nýggj samgonga til, so skal hon brúka tíð at seta seg inn í viður­skiftini áðrenn til ber at gera eitt upp­skot til fíggjarlóg. Ája! Fíggjarlógin verður helst samtykt í dag, men tingfólk brúktu allan dagin í gjár til at viðgera umrøddu broyt­ ingarnar í lógini um fyrisiting av sjó­ feingi. Hendan samgongan avtekur í stóran mun lógina, sum hevur verið í gildi síðani 1.januar 2018 og rullar hana aftur til gomlu lógina, sum var galdandi. Onkur sigur, at samgongan gevur jóla­gávur til teirra, sum longu hava sín part av fiskivinnurættindunum, meðan onnur halda, at hetta er at geva fiski­vinnuni tryggar karmar. Uttan mun til hvat ein heldur, so er lóg­in um føroyska fiskivinnu ógvuliga av­gerandi fyri, hvussu til ber at reka før­oyska samfelagið. Inntøkurnar koma frá fiskivinnuni sog alivinnuni, fyrst og fremst. Ája! Vit hava fingið eitt navn afturat at fyri­halda okkum til. Fótbóltssambandið hevur sett nýggj­an landdsliðsvejnjara fyri Lars Ol­sen. Sjálvandi er torført at meta um hans­ara dygdir, so stutt eftir, at vit hava fingið at vita hvør Håkan Ericson er. Vit vita sjálvandi hvønn hann hevur vant og at hæddarpunktið er EM við svenska U21-landsliðnum. FSF hevur valt ein venjara, sum hevur royndir, bæði sum venjari og sum menniskja. Hansara útbúgvingar og analytisku evnir telja eisini. Spennandi verður at síggja, hvussu Håkan Eric­son fer at um­stilla seg frá at ar­ beiða fyri eina stóra fót­bólts­ tjóð sum Svøríki, til eina av teimum smæs­tu. Gleðilig jól! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At fíggjarnevndin ætlar at skerja film­sjáttan­ina við 400.000 krón­um? Føroysk films­fólk mót­mæla ætlan­un­um, tí tey stúra fyri, at før­oyska filmsvinnan við hesum steðgar uppprosentum? FRÍGGJADAGIN Andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s og regn. Seinni gul til andøvs- gul, 5 til 10 m/s og skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig LEYGARDAGIN Gul til andøvsgul av ymsum æt- taum, 5 til 10 m/s, seinni andøvs- gul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, um náttina klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig. SUNNUDAGIN Gul til andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Okkurt ælið og hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, hitin millum 1 og 5 stig. 5-10 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s