Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2019 · Nr. 148 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árið, ið fór, var eitt merkisár í pol­i­ tikki. Vit hava havt tvey val, fólka­ tingsval og eitt løgtingsval, har fólk­ ið valdi ta gomlu kósina aftur við Fólkaflokki og Sambandsflokki við stýr­isvøl. Bæði í Føroyum og í Da­n­ mark førdu valini til stjórnarskifti. Fiskivinnunýskipan var fyri­ brigd­ið, sum setti sín serliga dám á pol­itikk­in hjá und­an­farnu sam­ gongu. Tað var breið politisk semja í 2006, at øll veiðiloyvi skuldu upp­sig­ ast við 10 ára upp­sagn­arfreist. Men sam­gongan, sum tá sat og tær sum eft­ir komu megnaðu ikki at seta hol á eina tilgogd. Tí var einki hent í mál­ i­num, tá undanfarna samgonga tók við 15. september í 2015. Stóra ætlanin hjá teirri sam­gong­ uni var broyta skipanina soleiðis, at land­ið fekk gjald fyri veiðuloyvi, sum so­leiðis ikki skuldu kunna selj­ ast í priv­atum handlum – ella sum tað so pol­itiskt verður sagt, at fólkið fær vinn­in­gin fyri sølu av fólksins ogn, og at útlendingar skulu út úr veiði­liðnum. Tað var ein sera tungur burður hjá und­an­farnu samgongu at fáa hesi við­ur­skifti upp á pláss. Ringt var at fáa semju, og nógvar neyð­ semj­ur vórðu gjørdar inn­an­hýs­is í sam­gonguni, serliga í Javn­að­ar­flokk­ i­num. Men skipanin var samtykt, og har­við varð eisini samtykt, at út­ lend­ingar skuldu úr føroysku fiski­ vinn­uni eftir fimm árum. Tað hevur nógv verið tosað um før­oyskar strámenn, sum virka fyri út­lendsk­um áhugamálum við egn­ um vinn­ingi fyri eyga. Eftir­lits­mynd­ ug­leik­ar okkara viðganga blankt, at teir megna ikki at fáa greiðu á, um hald er í tí, sum sagt verð­u­r. Sambært fyrrverandi tingmanni Fólk­a­floksins eru tað nógv­ir før­oy­ ing­ar, sum tæna ís­lendsk­um á­huga­ málum í Føroyum og tosa teirra søk. – Hetta kemst av, at íslendingar eiga so nógv feløg og virksemi í Før­ oy­um, og tí eru nógvir føroyingar, bæði høgir og lágir, sum arbeiða fyri ís­lend­ingarnar og tæna teirra áhug­a­mál­um; tey kunnu í hesum føri sig­ast at vera tænarar í egnum landi; antin beinleiðis ella hjá øðrum før­oy­ingi, sum er tænari hjá onkrum ís­lend­ingi, skrivar Janus Rein í les­ ar­a­brævi, har hann mælir Løg­ ting­inum staðiliga frá at seta Hoy­ víks­sát­t­mál­an í gildi aftur. Hetta er ikki sørt ófrættakent at hoyra – og sam­stundis kunna staðfesta, at nýggja sam­gong­an uttan at blunka sam­tykk­ir at taka uppsøgnina av Hoy­víks­sátt­mál­a­num aftur. Hava út­lendsk áhugamál so stórt vald í Før­oyum í dag? Staðfestast kann, at fólkið hevur valt flokkar at ráða í Føroyum, sum vilja hava aðrar bollar í suppuna – og tað hava vit sanniliga fingið. Fólkið hevur valt, og politiska kósin er broytt Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin FINGU AÐRAR BOLLAR Í SUPPUNA Skjót fyr­verk so tætt upp­ at mid­nátt, sum møg­u­ligt, sig­ur Djóra­vernd­ar­fel­ag­ið í á­heit­an – Nú niðurteljingin til nýggj­árið av álvara er byrj­ að, vilja vit heita á alt Før­oya fólk um taka atlit til djór­ini, tá skotið verður, sig­ur Djóra­ vernd­ar­fel­agið í á­heit­an ­til fólk á Facebook. Djóra­vernd­ ar­fel­ag­ið sig­ ur, at tað er á nýggj­ár­i­n­ um, at flest djór vill­ast burt­ur frá heim­i­num, tí tey blíva kløkk og r æ ð s l ­u ­ slig­in, tá f ý r ­v e r k v e r ð ­u r skot­ið. Tí verð­ ur eis­i­ni mælt til, at hús­djór­ini eru inni á nýggj­ á­r­i­num og ikki sleppa út at ganga. Eisini mugu fólk taka atlit til onn­ur djór og ansa eftir, at tey standa væl, og at tey hava møg­u­leika at søkja sær skjól. – Óttin kann raka tey øll. Eis­ini ross, hønur, gæs, kan­ in­ir og onnur djór, sum oft­ ast standa úti, sigur Djor­a­ vern­d­a­r­fel­ag­ið. Trívist væl í løg­ mans­ star­v­i­ TÍÐINDI SÍÐA 8-9 Føroy­ ingar føra nýggjan trolara SÍÐA 14 Av teimum 38.887 ak­før­ u­num, sum eru skrá­sett í Før­oy­ um, eru 25.932 teirra persónbilar Eirikur Lindenskov Tað sæst í tølunum hjá Ak­ stov­uni, sum hevur gjørt upp fyri ár­ið 2019. Næsthægsta talið er fyri vør­u­vognar, sum eru 4.271 í tali. Síðani koma við­fest­is­ vogn­ar­nir sum triði bólkur. Teir eru 3.430 í tali. Av persónbilunum eru 15.881 ben­si­n­bilar, 9.876 die­ sel­bil­ar og 175 el-bilar. Av vøruvognum eru 4.066 ben­sil­bil­ar, 197 bensinbilar og 8 el-bilar. Prutlini í Føroyum eru 1.835, mot­or­súkkl­urnar eru 624, buss­arnir eru 100, hýru­ vogn­ar­nir 69. Ein trakt­or­ur er skrásettur í Før­oy­um, 4 sópimaskinur og 3 pylsu­ Nú eru skrásetti 25.932 persónbilar í Føroyum. 2019 er fyrsta árið, at seld eru yvir 3.000 nýggj akfør í Føroyum Nú eru 38.887 akfør í Føroyum Aftur á ár er Volkswagen mest seldi bilur í Føroyum. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Akstovuni. Í ár eru seld tilsamans 3.134 akfør, sum er tað mesta talið nakrantíð – og fyri fyrstu ferð eru seld oman fyri 3.000 akfør í Føroyum í einum ári. Hetta er triðja árið á rað, at Volkswagen er mest seldi bilur í Føroyum. 355 nýggir Volkswagen bilar eru seldir í Føroyum í ár. Tað er eitt sindur meira enn í fjør, tá Volkswagen seldi 348 nýggjar bilar. Í 2017 vórðu seldir 328 nýggir Volkswagen bilar. Hendan talvan vísir 10 tey mest seldu bilasløgini í Føroyum á ár: VOLKSWAGEN 355 FORD 324 TOYOTA 305 RENAULT 260 NISSAN 233 VOLVO 148 MITSUBISHI 139 SUZUKI 136 MERCEDES-BENZ 118 CITROEN 117 Volkswagen mest seldi bilur Djórini eru bangin tá skotið verður