mánadagur 30. desember 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2019 · Nr. 148
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Pætur Hjalmar Evensson
Nógv uppskot til Ársins
Føroying 2019 eru komin
inn seinastu vikurnar.
Sosialurin
hevur
valt
at geva heiðurin til 51
ára gamla Martin Kúr
berg,
sum
seinastu
nógvu árini hevur verið
høgra hond hjá nógvum
av teimum, sum ikki
hava tað so gott her í
samfelagnum. Í sínum
arbeiði
sum
dagligur
leiðari á Herberginum
og viðgerðarstovninum
Frælsinum á Eiði er hann
ein eldsál, sum hvønn
dag bjargar og hjálpir
menniskjum aftur á røttu
kós.
Tað eru góð sjey ár
síðan, at Martin tók við
sum leiðari á Herbergi
num. Áðrenn tað arbeiddi
hann í 12 ár sum ráðgevi
hjá fráhalds- og hjálpar
felagsskapinum
Bláa
Krossi, sum hevur givið
honum drúgvar royndir í
rúsviðgerðararbeiði.
– Eg arbeiði ikki fyri
at fáa ein heiður
Tað er ein ikki sørt rørd
ur Martin Kúrberg, sum
triðja jóladag fær at vita,
at hann nú kann kalla
seg Ársins føroying 2019.
Sosialurin hittir hann á
Herberginum í Havn, har
hann blíður bjóðar inn í
kontórið hjá sær til eitt
prát um hansara arbeiði
og lív.
– Tað er ein stór æra at
fáa hesa viðurkenning.
Eg havi ikki orð fyri tí. Eg
royni at gera heimin eitt
sindur betri hvønn dag
við at bjarga og hjálpa
nøkrum
menniskjum.
Men eg arbeiði ikki fyri
at fáa ein heiður. Eg geri
hetta, tí tað gevur mein
ing, og tí eg havi verið
hinumegin, har alt var
svart, sigur hann.
Saknurin eftir teimum
farnu er stórur
At fáa heiðurin sum Árs
ins føroyingur er kenslu
borið fyri Martin, tí tað
vekir ein longsul eftir
teimum, sum hann hevur
mist. Fyri fimm árum
síðani misti hann dóttur
sína, Jóhannu, sum doyði
sum einans 23 ára gomul.
Mamma hansara doyði
sum 48 ára gomul, og
pápin var 54 ára gamal, tá
hann fór her frá.
– Jóhanna hevði verið
ómetaliga stolt av mær
ein sovorðnan dag, og tað
høvdu foreldur míni eisini.
Tað slerdi meg hart, tá eg
fekk boðini um heiðurin,
tí samstundis sum boðini
vóru
øgiliga
rørandi,
merkti eg ein øgiligan sakn
eftir teimum, sigur ein
rørdur Martin Kúrberg.
Martin vendir sær í
stólinum og hyggur at
einum
hondskrivaðum
brævi, sum hongur uppi
á vegginum aftan fyri
seg. Brævið fekk hann
frá dóttur sínari, nakað
áðrenn hon doyði í 2014,
og hetta brævið hevur alt
at siga fyri hann í dag.
– Hon var mín besti
vinur. Eg sakni hana
hvønn einasta dag, og
nógv tár fella enn av
longsli. Tað hevur verið
eyka hart nú um jólini, og
tá eg fekk boðini um, at eg
nú var ársins føroyingur,
tá bleiv eg enn meira
rørdur av tí sama, sigur
hann og peikar errin á
sín vinstra undirarm, har
hann hevur eina stóra
tattovering av Jóhannu
við tekstinum "Babbasa"
á.
Martin
sær
eisini
hendan
heiðurin
sum
eina gávu til síni fimm
børn, sum eru her í dag.
– Eg havi eisini eina
ábyrgd fyri teimum. Eg
havi gjørt av at vera her
fyri tey, sum eru her í
dag, og teir familjulimir,
sum eru farnir heim til
Várharra, hava tað gott
í himmiríki. Eg trúgvi
uppá, at eg síggi tey
farnu aftur ein dag, sigur
Martin Kúrberg.
– Øll hildu eg
var hopleysur
Tankarnir hjá Martini
renna aftur til tíðina, tá
hann var á hinari síðuni,
har alt var vónleyst og
svart fyri hansara eygum.
Fyri 22 árum síðani sat
hann nevniliga skitin og
tvitin í miðbýnum, og
hann átti illa nokk fyri
eina øl. Gerandisdagurin í
hansara ungu árum hevði
nærum eittans endamál:
at rúsa seg við rúsdrekka
og rúsevnum.
– Tað var ein hørð tíð,
tí eg hevði fulkomiliga
givið upp. Eg visti væl, at
tað ikki var rætt, at eg sat
í miðbýnum, men tað var
tað einasta, eg fann út av
í teirru løtuni, fortelur
Martin
Kúrberg,
sum
í eygunum hjá øðrum
onkuntíð hevði lyndi til
at virka ómøguligur.
– Øll hildu eg var hop
leysur. Eg hevði til dømis
karantenu á bæði Bláa
Krossi og á Heilbrigdi,
sigur hann.
At lívsstøðan skuldi
enda soleiðis hjá Martini
botnar í uppvøkstri hans
ara, har hann upplivdi at
blíva svikin upp á ymsar
mátar.
– Eg var mótleysur,
uppgevandi, keddur og
hevði
upplivað
nógv
keðilig ting, sum mann
ikki snakkaði um. Tá
eg so kom í samband
við rúsdrekka sum 15-
16 ára gamal, so var tað
pínistillandi fyri mínar
kenslur. Tað var ein heilt
einastandandi kensla, og
seinni byrjaði eg so upp
á rúsevnini, sum eg tók,
inntil eg var vekk, greiðir
hann avgjørdur frá.
– Trupulleikin er, at
tá mann ikki tosar um,
hvussu mann hevur tað,
so verður tað at rúsa seg
loysnin og liviráðini. Til
endans tímdi eg ikki at
liva longur. Eg vildi sleppa
heim, tí alt mátti vera
betri enn hesin heimurin.
Tí gjørdi eg eisini tvær
sjálvmorðsroyndir, sigur
hann.
Tað ber til at
venda skútuni
Men hann sá ljósið aftur
og kom burtur úr tí, og í
dag er Martin Kúrberg
alt annað enn hopleysur
- hann eigur lívið í fleiri
fólkum og familjum, og
er ein sonn gerandishetja.
– At eg nú eri komin
her til, er ein øgilig broyt
ing. Tað merkir bara, at
tað ber til at venda tí
ringa til nakað gott.
– Várharra eigur sín lut
í hesum. Tað er hann, sum
hevur formað meg, og
tað er hann, sum brúkar
meg. Tað kann vera, at
Várharra hevur sent meg
gjøgnum lívsins harða
skúla fyri at forma meg
til hetta arbeiðið, hugsar
Martin.
Martin og kona hans
ara Hertha hava verið
ígjøgnum nógv saman,
og tað hevur ikki altíð
verið ein dansur á rósum.
Hann er henni æviga
takksamur fyri hennara
stuðul.
– Eg havi eina góða
konu, sum hevur verið
mær ein ótrúliga stórur
stuðul. Uttan hana eri eg
lítið verdur. Familjan er
tað viktigasta fyri meg, so
mítt góða bakland eigur
eisini stóran part í øllum,
sigur hann.
Framt fleiri broytingar
í Herberginum
Herbergið
hoyrir
til
Frelsunarherin og hevur
– LÍVSINS HARÐI
SKÚLI HEVUR
FORMAÐ MEG TIL
HETTA ARBEIÐIÐ
ÁRSINS FØROYINGUR 2019 - MARTIN KÚRBERG:
– Tað slerdi meg hart, tá eg fekk boðini um heiðurin, tí samstundis sum boðini vóru øgiliga rørandi,
merkti eg ein øgiligan sakn eftir foreldrunum og dóttur mínari. Tey høvdu verið ómetaliga stolt av
mær ein sovorðnan dag, sigur Martin Kúrberg, sum er heiðraður sum Ársins Føroyingur 2019