mánadagur 30. desember 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2019 · Nr. 148
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
nøkur ymisk tænastu
tilboð. Har búgva 11 fólk
fast, og so eru sjey pláss
aftrat í grannahúsunum,
soleiðis at tað tilsamans
eru
18
búpláss.
Her
koma øll tey fólkini, ið
fella uttan fyri teir van
ligu karmarnar í sam
felagnum, eitt nú fólk við
sálarligum avbjóðingum
og rústrupulleikum. Ein
asti regulin á Herbergi
num er, at búfólkini vísa
virðing og góðan fólka
skikk.
Eitt tað fyrsta, sum
Martin setti sær fyri, tá
hann bleiv leiðari, var
at seta sokallaðu Hita
stovuna á stovn, sum er
ein útistova, har fólk kun
nu uppihalda seg.
– Eg vildi hava hana
gjørda
beinanvegin.
Áðrenn blivu fólk koyrd
út á gøtuna klokkan 16
um dagin, og klokkan 21
kundu tey koma aftur,
um tey manglaðu eina
song. Tað orkaði eg ikki.
Fyrst gjørdu vit eina
terassu, men tað regnar
jú meira enn 300 dagar
um árið, so tað riggaði
ikki. Í staðin gjørdu vit
Hitastovuna, sum hevur
loyst ein stóran trupul
leika. Nú kunnu fólk
sita heitt og fjálgt inni 24
tímar um samdøgrið. Tað
dámar mær væl, tí tað
var ikki til at halda út at
blaka fólk út, sigur hann.
Áðrenn Martin bleiv
leiðari, var tað møguligt
hjá búfólkunum at fáa
karantenu í nakrar dagar,
um tey ikki dugdu sær
hógv. Hetta hevur hann
eisini avskaffað.
–
Tú
vinnur
ikki
menniskju við hóttanum.
Tú vinnur tey við kær
leika. Vit tosa við fólk og
ikki niður á fólk.
Eingin dagur er líka
Fjølbroytta leiðarastarvið
í Herberginum hevur við
sær, at eingin dagur er
líka hjá Martini Kúrberg.
–
Problematikkirnir
eru ymiskir hvønn dag.
Tað kann vera, at onkur
hevur brúk fyri einari
samrøðu í dag, og at
onkur annar endar á
sjúkhúsinum
í
kvøld,
sum eg so fylgi upp uppá.
Onkuntíð koma fólk, sum
hava mist bústað, inn her
um náttina, og so loysa
vit tann trupulleikan.
Skúlaflokkar koma eisini
onkuntíð á vitjan og fáa
undirvísing, og so hava
vit eisini samstarv við
kriminalforsorgina.
So
Herbergið er eitt øgiliga
livandi stað, greiðir Mart
in Kúrberg hugtikin frá.
– Men summar tíðir
doyggja fólk her eisini.
Hetta er eitt øgiliga hart
umhvørvi, men vit hava
sera góð starvsfólk. Uttan
tey hevði einki borið til,
sigur hann.
Hann
hevur
eisini
brúkt rúma tíð í løg
tinginum, har hann fyri
tíðina roynir at tosa við
politikarar um at fáa
størri játtanir til við
gerðarstovnin Frælsið á
Eiði, sum er til ungar mis
nýtarar.
Fríløturnar eru
gullverdar
Sum leiðari í bæði Her
berginum og á Frælsinum
hvílir
mann
ongantíð
ordiliga, tí mann er altíð
til arbeiðis. Hóast arbeið
ið fyllir nógv, hevur hann
nakrar fríløtur - og hesar
nýtur Martin til fulnar.
Um
summarið
fiskar
hann laks, og um veturin
dámar honum væl at fara
ein túr við byrsuni og
skjóta haru.
–
Tað
heldur
lívið
í mær. At sleppa út í
náttúruna
burtur
frá
menniskjum eina løtu er
nakað heilt serligt. Tað
er umráðandi, tí í hesari
bransjuni gevur mann
øgiliga nógv allatíðina,
og tað kann vera hart, tí
mann er hóast alt eisini
bara eitt menniskja. Men
tá mann er einsamallur í
náttúruni, so fær mann
okkurt, fortelur Martin
Kúrberg.
– Tá eg fari inn í SMS
ella eina bensinstøð í
Føroyum, møti eg altíð
onkrum, eg kenni. Før
oyar eru sera lítlar, tá
mann hevur arbeitt við
menniskjum í so nógv
ár. Tað eru altíð søg
ur onkrastaðni. Men
tá eg siti á einari café í
Haderslev ella á Vester
brogade í Keypmanna
havn, tá eri eg bara
Martin. At fáa fríheitina
at
kunna
slappa
av
onkuntíð hevur nógv at
siga fyri meg, sigur hann.
Harumframt
dámar
honum sera væl at camp
era, sum eisini gevur
honum frið. Hann og
konan
hava
seinastu
árini staðið á odda fyri
Eiði camping á gamla
fótbóltsvøllinum á Eiði.
Tankin at starta hetta
upp kom nakað aftaná
dóttir teirra Jóhanna fór,
og campingplássið var
fyri tey ein máti at koma
eitt sindur víðari uppá.
Tær góðu søgurnar
motivera
Í uppskotinum til at velja
Martin
Kúrberg
sum
Ársins føroying 2019 stóð,
at:
- Martin tekur sær av
teimum, sum eru komin
á eitt skeivt spor, sum
samfelagið átti at hjálpt,
men ikki hjálpir. Martin
ofrar sítt lív fyri hesum
bólkinum og hevur upp
borið
ein
heiður
fyri
sítt arbeiði. Harafturat
tekur hann ábyrgd, tá
samfelagið ikki ger tað.
Martin hjálpir kroystum
avvarðandi, sum ikki vita,
hvat tey skulu gera, tá tey
hava ein, sum treingir til
hjálp.
Við hesum grundgev
ingunum í huga spyrja vit
Martin: Hvat er tað, sum
motiverar teg til at blíva
við við slíkum arbeiði?
– Tað eru tær góðu
søgurnar. Tað vælsignil
sið at síggja menniskju,
sum hava verið í klem
mu, fáa tað betri, er fant
astiskt, sigur Martin Kúr
berg og tekur eitt dømi
um eina søgu.
– Eg var til jólatræ í
Klaksvík nú ein dagin.
Tá kom ein genta yvir til
mín, sum eg hjálpti fyri
nógvum árum síðani. Hon
hevur familju í dag og
hevur skapt sær eitt gott
lív. Hon segði: “Martin,
ongantíð fingu vit tikið
eina mynd saman”, og so
tók sjeikur hennara eina
mynd av okkum báðum.
Sovorðið rørir meg djúpt,
sigur Martin Kúrberg og
staðfestir:
–
Í
hesari
verðini
fær mann so veldiga
nógv aftur frá hesum
menniskjunum.
Eg
sleppi at vera ímillum
heit hjørtu og fantastisk
menniskju hvønn dag.
Hetta er gull. Tað er tað,
sum motiverar meg.
Vil taka teir neyðugu
kamparnar
Í arbeiðnum hjá Martini
Kúrberg mást tú standa
upp fyri teimum menni
skjunum, sum tú arbeiðir
við.
– Hesi fólkini hava ikki
eina sterka rødd í sam
felagnum. Eg hevði heldur
ikki eina sterka rødd, tá eg
sat í miðbýnum, men tað
havi eg nú. Eg kom livandi
burturúr tí, og eg vil til
eina og hvørja tíð fara út
og taka teir kamparnar,
sum skulu takast fyri hesi
menniskju, sigur hann.
Tosað verður ofta um
málbólkin hjá Herbergi
num sum tey veiku í
samfelagnum, men hesa
orðingina heldur Martin
Kúrberg verða miseydn
aða.
– Eg haldi ikki, at hesi
fólkini eru veik. Um
mann kennir teirra søgu
og veit, hvar tey koma
frá, so sigur mann nakað
annað. Hetta eru sterk
menniskju, sum hvønn
dag fara úr songini og
koma ígjøgnum dagin í
hesum
umhvørvinum.
Tað krevur styrki. Tey
sita heldur ikki við gull
medalju um hálsin, tá tey
sita í miðbýnum. Øll hava
prøvað
nakað
annað,
áðrenn tey komu har til,
sigur hann.
–
Eingin
drekkur
og rúsar seg fyri at
skaða onnur. Øll hava
eina søgu, og eingin er
føddur
soleiðis.
Rús
drekka- og evni í so stór
um mongdum er fyri
fólk, sum ikki megna sín
veruleika. Tað er píni
stillandi fyri sálina. So
snýr tað seg um at finna
ein máta at vera saman
uppá, sum er til at halda
út, uttan at brúka peiki
fingurin, sigur Martin
Kúrberg, sum ikki er í iva
um, at hvat hansara kall í
lívinum er.
– Eg komi at arbeiða
við menniskjum til tann
dagin, eg doyggi. Tað
gevur so stóra meining
fyri meg, og eg føli eisini,
at eg eri vælsignaður í
hesum arbeiðnum við
nøkrum eginleikum, sum
gera, at eg røkki nøkrum
menniskjum.
pature@sosialurin.fo