mánadagur 30. desember 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2019 · Nr. 148
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Borgarligi vongurin vann
løgtingsvalið 31.august og
teir tríggir fyrrverandi
andstøðuflokkarnir sam
dust um eitt samgongu
skjal.
Sambandsflokkurin,
Fólkaflokkurin og Mið
flokkurin
skipaðu
samgongu og mannaðu
landsstýrið fyri góðum
100 døgum síðani.
Tá ið kabalin endaliga
var løgd, var tað við for
manninum í Sambands
flokkinum, Bárði á Steig
Nielsen, sum løgmanni.
Hendan dagin millum
jólanna vit hittast á skriv
stovu hansara í Tinganesi
er løgmaður avslappaður.
Sum vanligt er hann í
klædningi, men hendan
dagin við ongum slipsi.
Eitt greitt signal um, at
stýr er á politikkinum,
sjálvt um fleiri stórmál
skulu avgreiðast áðren
vit fara inn í 2020.
Hann sær út til at
trívast í sínum nýggja
leikluti.
-Tað
hevur
broytt
gerandisdagin, at eg nú
eri Føroya løgmaður. Eg
má vanda mær enn betur
um orðini, tí tey viga
meira, tá ið tey koma frá
løgmanni enn tá ið tey
koma frá Bárði Nielsen í
andstøðu, sigur hann.
Hann staðfestir eisini,
at tað krevur meira at
sita í samgongu enn at
sita í andstøðu. Í and
støðu ber til at seta
fram politisk ynskir hjá
flokkinum,
sum
ikki
kunnu uoppfyllast, tí ein
ikki hevur eitt Løgting
aftanfyri seg.
-Tá ið eg útali meg sum
løgmaður, so er tað við
ábyrgd fyri tí samgongu
og tí landsstýri, sum eg
eri á odda fyri, sigur Bárð
ur á Steig Nielsen.
Stórmálini
Hendan samgongan setti
sær fyri at broyta eina av
týdningarmestu lógina í
Føroyum:lógina um fyri
siting av sjófeingi.
Nú hetta árið er at
enda komið, hevur lógin
verið galdandi í tvey ár.
Hon fór at virka 1. janu
ar 2018. Fráfarna sam
gongan
arbeiddi
við
einari umlegging av før
oysku fiskivinnuni og
fekk lógina samtykta,
men tað var uttan semju
við andstøðuna.
Andstøðan
segði
beinanvegin, at sluppu
tey framat sessunum í
Tinganesi, so fór lógin at
verða broytt aftur og tað
er tað, sum er hent nú.
-Lógin er broytt og vit
halda, at vit hava givið
vinnuni betri og tryggari
møguleikar at virka. Vit
vita vænta eisini, at hetta
eru broytingar, sum part
ar av vinnuni hava bíða
eftir, sigur løgmaður.
Hann nevnir, at før
oyski fiskiflottin hevur
fyri
neyðini
at
verða
endurnýggjaður, men at
hann eisini veit, at tað eru
fleiri, sum hava bíðað eftir
broytingunum í lógini.
TRÍVIST VÆL Í STARVINUM
SUM FØROYA LØGMAÐUR
Sjálvt um tað hevur broytt
viðurskiftini munandi, so trívist
Bárður á Steig Nielsen væl í
sínum nýggja politiska leikluti
Bárður á Steig Nielsn
úr Sambandsflokkinum
hevur sitið á
løgmansskrivstovuni
í Tinganesi í meira
enn 100 dagar