hósdagur 16. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lands-
liðið
úttikið
Sum vit skrivaðu í
blaðnum í gjár, so skal
føroyska manslandsliðið
í flogbólti til Skotlands
at spæla tríggjar dystir.
Fráferðin verður nú
hósdagin, og nú hevur
FBF so eisini boðað frá,
hvørjir teir 11 leikarar-
nir eru, sum skulu við á
ferðini. Teir eru Steinar
Eirikstoft, Holte IF, Jo-
han Nielsen, Amager
VK, Bárður B. Mikkel-
sen, Holte IF, Ragnar í
Haraldsstovu, Holte IF,
Jón Nielsen, SÌ, Jóhan
Petur á Stongum, SÍ,
Hans
Fróði
Jensen,
Fram, Jens Heri Bolstad
Mortensen,
Fram,
Heiðrikkur Bergsson,
Fram, Bartal Elisassen,
ÍF og Janus úr Dímum,
Fleyr.
Venjari á ferðini er
Suni Hansen.
-jm
ÍSB
fingið
nýggjan
stuðul
Í tíðindaskrivi miku-
dagin boðar ÍSB frá, at
felagsskapurin
hevur
gjørt
samstarvsavtalu
við Føroya Tele. Talan er
um eina avtalu, sum er
galdandi í tvey ár.
Í tíðindaskrivinum
verður sagt, at tey í ÍSB
fegnast um nýggju av-
taluna, sum ger tað gjør-
ligt hjá felagsskapinum
at fylgja við vøkstrinum
í virkseminum, sum tey
uppliva.
Tað
hevur
sjálvsagt við sær, at enn
meira skal til, fyri at
røkka teimum málum,
sum verða sett, og her
kemur nýggja avtalan
væl við, verður sagt.
-jm
Nr. 241 • hósdagur • 16. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Skulu hava nýggjan sáttmála
Útvarpið og Sjón-
varpið hava í fleiri ár
havt einkarrætt at
varpa frá føroyskum
ítróttarhendingum.
Nú skal nýggjur sátt-
máli gerast millum
almennu miðlarnar
og ÍSF
ÍTRÓTTAR-RÆTTINDI
Jákup Mørk
Sáttmálin, sum Útvarpið og
Sjónvarpið hava havt við
Ítróttarsamband
Føroya,
um varpan av føroyskum
ítróttartiltøkum, er nú farin
úr gildi.
Hetta hevur hann verið í
eina tíð, men semja hevur
tó verið millum partarnar
um, at meðan samráðingar
um nýggjan sáttmála fara
fram, verða forðingar ikki
lagdar fyri sendingum, sum
stovnarnir báðir hava.
Ógreið støða
At talan framyvir verður
um ein og sama stovn, hev-
ur eisini seinkað verandi
samráðingum nakað.
Heðin Mortensen, forseti
í ÍSF, sigur, at higartil er
ikki so øgiliga nógv hent í
málinum.
– ÍSF hevur tosað við
Útvarpið, Sjónvarpið og
eisini Televarpið, sum jú er
nýggjur aktørur á økinum,
og soleiðis hava vit roynt at
fáa eina greiða lýsing av
støðuni.
– Somuleiðis høvdu vit í
seinastu viku stjórnarfund í
ÍSF, har ymsu sersambond-
ini eisini kundu koma við
sínum viðmerkingum. Tað
ræður jú um at viga teir
fyrimunir og vansar, sum
altíð vilja vera við slíkum
avtalum, upp ímóti hvørj-
um øðrum, og tað hava vit
so eisini gjørt, sigur hann.
– Higartil hevur tó ikki
borið til at gjørt nakra av-
talu, tí vit hava jú ikki við
vissu vita, hvar Útvarpið og
Sjónvarpið standa í málin-
um. Nú er so staðfest, at
talan verður um ein og
sama stovn, og so ber betri
til at fara í ítøkiligar sam-
ráðingar. Tað hevur Starvs-
nevndin so eisini fingið
heimild til, og málið er so í
øllum førum, at ein nýggjur
sáttmáli skal vera komin
upp á pláss í januar mánaði.
Solidariskan sáttmála
Tað vilja altíð vera ymisk
atlit, sum skulu takast í
slíkum samráðingum. Eitt
nú var tendensurin uttan-
landa upp gjøgnum øll
90’ini, at upphæddirnar fyri
slíkar
gjørdust
alsamt
størri. Men hóast hetta
sjálvsagt eisini hevur týdn-
ing fyri ÍSF, so leggur for-
setin stóran dent á, at talan
skal vera um ein sáttmála,
sum gagnar øllum føroyska
ítróttarheiminum.
– Tað hevur sera stóran
týdning fyri okkum, at
talan verður um ein grund-
sáttmála fyri »ítróttin«.
Altso allan ítrótt. Tað má
undir ongum umstøðum
gerast so, at smærru ítrótt-
argreinarnar drukna mill-
um tær størru. Tí hava vit
lagt stóran dent á, at hesar
eisini fáa rúm í teimum
sendingum,
sum
verða
gjørdar, sigur Heðin.
Avtalan, sum ætlanin er
at gera, skal fevna um allar
heimligar kappingar. Tá
talan er um landsdystir, er
tað upp til einstøku sersam-
bondini sjálvi at samráða
seg fram til sáttmálar, men
tó eru kappingarnar á
Oyggjaleikum eisini fevnd
av avtaluni.
Enn er helst alt ov tíðliga
at staðfesta, hvussu ein
møguligur nýggjur sáttmáli
fer at síggja út, men tað er
einki at ivast í, at í fleiri fel-
øgum verður bíðað í spenn-
ingi. Eitt nú hevði Stjørnan
í heyst ítøkiligar ætlanir um
at senda sínar heimadystir á
Televarpinum, og eisini
onunr feløg hava áður sýnt
áhuga fyri sama møguleika.
Ein møguleiki, sum uttan
iva kann verða viðvirkandi
til at styrkja um profiler-
ingina hjá fleiri feløgum.
Í ÍSF verður stórur dentur lagdur á, at talan verður um breiðan dekning av ítróttinum, soleiðis at smærru ítróttargreinarnar eisini fáa sítt
tilgjørd modellmynd