Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 3. JANUAR 2020 Tá komið er inn í nýggja árið plagar at vera eitt lítið andarhald hjá pol­itisku skip­ an­ini. Løgtingsfíggjar­ lógin er júst fingin frá hondini, og tingfundur er ikki ásettur. Ikki fyrr enn einaferð seinni í mánaðinum kann roknast við, at Løgtingið verð­ ur kall­að saman. Hetta árið er so tað fyrsta heila kal­ end­ar­aárið hjá nýggju samgonguni – og hig­artil eru stórmál fingin frá hondini, so sum tann nógv umrødda fisk­i­vinn­u­ skip­anin, sum nú er broytt aftur til at kalla tað, hon var frammanudan. Sum væntað var eingin breið semja at hóma um hetta málið. Tað hevur stað­ið hart ímóti hørðum millum sam­ gongu og andstøðu í undanfarn val­ skeiði, og tað sær út til at standa eins hart ímóti hørðum, nú fólkini hava skift sess og andstøðan er samgonga, meðan sam­gong­an er vorðin andstøða. Tað hevur verið eitt sindur av ivamáli um, hvar Sambandsflokkurin stóð í hes­ um stríð. Var hann eitt sindur lunkaður og part­vís samdur við andsøðuni, ella fór hann at gera, sum Fólkaflokkurin segði. Johan Dahl, tingmaður Sam­bands­ floks­ins, lovaði beinleiðis, at málið um at fáa útlendingar úr veiðiliðnum fór at verða loyst, Men tað helt ikki, tí Johan Dahl og øll hini 16 í samgonguni greiddu at­kvøðu soleiðis, sum Fólkaflokkurin hevði ætlað. Ikki tí, tað vistu tey flestu framm­an­ und­an, at Fólkaflokkurin er øgiliga sterk­ur í samgonguni. Fyrrverandi løgmaður nevndi í nýggj­ árs­sending í útvarpinum, at um Javn­að­ ar­flokk­urin ikki hevði útlokað Fólkaflokkin, so høvdu vit kanska ikki havt hetta stóra skiftið sum vit síggja nú, sum hann metti vera úrslit av blokk­ pol­i­tikki. Rætt er, at vit tvey tey und­an­ farnu valskeiðini hava sæð blokk­pol­i­ tikk, soleiðis, sum vit kenna tað úr hin­um norðurlondunum. Men blokkpolitikkur ella ikki. Vit síggja ongantíð breiðar semjur á tingi um nøkur stórmál. Tað er siðvenja í Før­ oyum, at andstøða og samgonga so av­ gjørt ikki samstarva. Vit kunnu sjálvandi vóna, at broyting kem­ur í, men einki er, sum bendir á tað, og tí verður hetta lagið hetta valskeiðið eisini, at samgonga og andstøða fara at toga hvør sín veg. Samgonga og andstøða hvør sín veg Løgreglan fekk nýggjársdag fráboðan um, at umfatandi herverk var framt á Ítróttarhúsið í Norðagøtu. Vakthavandi á løg­reglustøðini sigur, at løg­reglan fekk fráboðanina um hálvgum sjey tíðina nýggjársmorgun, og at nógvir rút­ar í Ítróttarhúsunum vóru brotnir. Vakthavandi visti ikki at siga, hvussu rút­ar­nir vóru brotnir, men løgreglan kannar málið. Umframt herverkið var eisini rættiliga fitt av vind­skaðum kring landið í ódnar­veðr­ i­num nýggjársdag, og bæði løgregla og sløkk­i­lið hava havt úr at gera bæði nýggj­ árs­kvøld og gjár­a­nátt­ ina. Umfatanadi herverk á ítróttarhúsið NORÐRAGØTA Les eisini blaðið á telefonini 1972: Tá 4.986 bilar vóru í Føroyum Afturhvarv síða 19 Siggert í Kirkjubø: Eitt 150 ára minni Siðsøga 26-27 Fyrrverandi løgtingsformaðurin er skriv­að­ u­r fyri 100 prosent fráveru á tingi. Hann møtti als ikki upp á teimum trimum fund­u­ num, har hann skuldi møta sum varamaður fyri Høgna Hoydal. Nú fyrri partur av tingárinum 2019 er end­að vísir gerðabókin hjá Løgtinginum, at Páll á Reynatúgvu og Tordur Niclasen hava størstu fráveruna. Hjá Páll á Reynatúgvu er frá­veran 100 prosent. Uppgerðin er gjørd fyri tingfundir í hesari tingsetuni, men aft­ an á løgtingsvalið 31. august. Á trimum tingfundum síðani valið hevur Páll á Reynatúgvu havt sæti á tingi. Tað var í tíð­ar­skeiðnum frá 10. oktober til 16. ok­tob­ er. Men tað margháttliga er, at Páll á Reyn­a­ túgvu als ikki møtti á tingi. Tí er fráveran hjá fyrr­verandi løgtingsformanninum, sum nú er fyrsti eykamaður Tjóðveldis á tingi, sam­bært gerðabók Løgtingsins 100 prosent. Næststørstu fráveruna hevur Tordur J. Nicl­a­sen, sum er fyrsti varamaður hjá Mið­ flokk­i­num. Hann hevði sæti á tingi frá 17. sep­tem­ber til 8. oktober, meðan Bill Just­ inus­sen var á ST aðalfundi í New York. Hesa tíðina vóru 10 tingfundir, men Tordur J. Nic­l­asen er bara skrásettur fyri at hava møtt á øðrum hvørjum fundi. Soleiðis er frá­vera hansara 50 prosent. Millum tingfólk annars hevur Bjørt Sam­u­elsen úr Tjóðveldi størstu fráveruna, tí hon hevur verið burtur av fimm ting­ fund­um – og hon hevur ongantíð havt far­ loyvi. Næstir henni eru Christian Andreasen og Uni Rasmussen úr Fólkaflokkinum, sum hava verið burtur frá fýra tingfundum. Síð­ ani koma Jaspur Langgaard, Henrik Old, Fri­modt Rasmussen og Edva Jaocbsen, sum hava verið burtur frá trimum tingfundum. Niðanfyri er fráveran hjá tingfólki sam­ bært gerðabók Løgtingsins. Fráveran er rokn­að út frá talinum av tingfundum, har ting­fólkini áttu at møtt. Av tí at summi ting­fólk hava verið í farloyvi, er talið á fund­ um ymskt. Tilsamans 37 fundir hava verið síð­ani løgtingsvalið 31. august. burtur % fundir 1 Páll á Reynatúgvu 3 100,0 3 2 Tordur Niclasen 5 50,0 10 3 Bjørt Samuelsen 5 13,5 37 4 Christian Andreasen 4 10,8 37 5 Uni Rasmussen 4 10,8 37 6 Jaspur Langgaard 3 9,4 32 7 Henrik Old 3 8,3 36 8 Frimodt Rasmussen 3 8,1 37 9 Edva Jacobsen 3 8,1 37 10 Kristin Michelsen 2 6,3 32 11 Magnus Rasmussen 2 5,4 37 12 Hervør Pálsdóttir 2 5,4 37 13 Bjarni Hammer 2 5,4 37 14 Kristina Háfoss 2 5,4 37 15 Bill Justinussen 2 5,4 37 16 Beinir Johannesen 1 3,7 27 17 Rósa Samuelsen 1 3,6 28 18 Aksel V. Johannesen 1 3,1 32 19 Johan Dahl 1 2,9 35 Í blaðnum... Varafólk á tingi møttu ringast upp Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri