hósdagur 2. januar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
4
Vit eru komin inn í eitt nýtt áratíggju.
0-ini og 10-ini eru farin aftur um bak og
vit byrja uppá 20-ini.
Her á gáttini sær út til at heimurin hevur
stórar avbjóiðingar, sum skjøtil skal setast á
í hesum ára-tígginum at loysa.
Upphiting og dálking stada frammarlaga
eins og vit mugu rokna við at far at brúka
meira grøna orku.
Her í okkara lítla parti av heiminum fara
vit at síggja tað sama, hóast kanska í minni
mátistokki. Vit mugu fylgja við í alheims
gongdini og taka okkara ábyrgd, sjálvt um
vit kanska ikki síggjast aftur í stóru
myndini.
Samgongan, sum legði frá sær í farna ári,
hevði ein politikk á økinum og tað hevur
sitandi samgonga eisini. Ofta kann tykjast
sum alt gongur ov seint, men vit mugu
minast til, at tað tekur drúgva tíð at venda
einum stórum skipi.
Løgmaður hevur sagt, at hetta er eitt øki,
sum nógv fokus fer at verða sett á í hesum
valskeiðnum
Ája!
Vit hava broytt fiskivinnuskipanina aft
ur, so hon líkist meira tí, sum var fyri 1.
januar 2018.
Tað er lætt at síggja, at vit kunnu vera
óasamd um undanfarnu skipanina og so
hesa, sum hendan samgongan samtykti.
Politiskt er hetta ein greið ábending um,
at vit í Føroyum á ongan hátt megna at gera
breiðar semjur, tá ið tað snýr seg um tey
stóru
virðini.
Ósemjurnar
eru
so
grundleggjandi politiskt.
Mangan verður sagt, at vinnan ynskir
hetta ella hatta, men ofta verður gloymt at
vinnan er í fleiri bólkum og har er heldur
ongin semja.
At hvør er sær sjálvum næstur í vinuni
er skiljandi, men fyri samfelagið hava allir
politikararnir ábyrgd.
Ája!
Í heyst hava vit verið vælsignað við góð
um vetrarveðri, hóast tað hevur verið vátt.
Nú jólini fóru afturum hendi ein broyt
ing. Ódnarveður hevur leikað í og skal ein
lurta eftir veðurfrøðingunum, so fáa vit
illveður komandi vikuna.
Hvussu nógv veðurlagsbroytinganar
hava at siga í hesum sambandi er illt at
meta um, men tey klóku hava sagt, at tað
verður líggjari veður um okkara leiðir, men
eisini meira avfall og meira vindur.
Ája!
Eitt búskaparliga gott ár fór afturum og í
blaðnum í dag sigur ein búskaparfrøðingur,
at í løtuni bendir onki á nakað afturstig.
Vónandi hevur hann rætt.
Vit liva í stóran mun av náttúruni og
hennara ríkidømi, so tað skal ikki so
nógv til aat hótta okkum.
Minni fiskur og hóttafall í
alingini kunnu henda, men
vónandi uppliva vit tað
ikki nú.
Vit eiga at halda fram
við at betra okkara
samfelag, so øll her , stór
og smá, veik og sterk,
halda at hetta er eitt gott
land at búgva í.
Vit mugu bara duga at
stýra og umsita rætt.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
"Sera keðiligt og stressandi at arbeiða
hjá ALS, segði ein. “Hví?” spurdi hin.
“Tí”, svaraði hann, “um tú verður koyrdur, skalt
tú allíkavæl koma til arbeiðsplássið dagin eftir”.
Nú er frítíðarkortskipanin
SPJALDUR hjá Runavíkar
kommunu virkin. Við
hesum fáa børn og ung
ein kreditt á 2.000 kr.
frá kommununi, sum tey
kunnu nýta til at rinda
fyri lima- og luttøkugjøld
í samband við ítróttar-
og frítíðarvirksemi
Av trygdarávum vil IRF
mæla fólki frá at goyma
fýrverk til næsta nýggjár.
Betri er, um tað verður
burturbeint á rættan
hátt, sum er at koyra tað
í reyðu posarnar hjá IRF
ella lata tað inn til eitt
mannað endurnýtslupláss
Sjúrður Skaale helt
alternativa nýggjársrøðu
á DR2 nýggjársdag.
Her hugleiddi hann
skemtiliga um Føroyar
sum nýggja miðdepilin
í ríkisfelagsskapinum
og tók støði í Arktis og
søgu um ævintýraran
Sigert Patursson
At svikarar gera um seg á
samskiftisappuni Viber?
Hetta hevur løgreglan
ávarað um. Fleiri brúkarar
hava fingið eini boð,
har teir verða biðnir um
at trýsta á eina leinkju
fyri síðani at tøppa inn
fleiri loyniorð, ið teir fáa
sendandi umvegis SMS
Nýggjár
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Hví 2020 er talið hesa
vikuna, sigur seg
sjálvt - gott nýggjár!
2020
Sprotin: Nýggjár h3
byrjan at nýggjum ári, áramót, ársskifti
(eis. um ársins fyrstu dagar), á nýggjári
num; halda nýggjár; gott nýggjár; millum
jóla og nýggjárs
Tað var ringt veður mestsum um alt land
ið, nú vit fóru inn í tað nýggja árið, 2020.
Fleiri nýggjárshald vórðu antin fram
skundað, avlýst ella útsett. Men nýggj
ársaftan bleiv klokkan 00 kortini, og nú
skriva vit 2020 og eru í einum nýggjum
áratíggju. Í blaðnum hesa ferð hava vit
tema um nýggja árið, har vit spyrja nakrar
fyritøkur og stovnar um útlitini fyri hetta
árið.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At til ber at
fáa hjálp frá Fólka
heilsuráðnum at
leggja av at roykja
umvegis SMS?
bara
Sæð á Facebook:
"Í 2019 var mítt nýggjárslyfti at vera
nøgdur. Tí er mítt nýggjárslyfti í ár
ikki at hava nakað nýggjárslyfti, tí so
er tað okkurt, eg ikki eri nøgdur við, og
Strúkur í vindi upp í av vestri, 13
til 20 m/s, stundum stormur, 23
m/s. Hitin um dagin um 2 stig, um
náttina um frostmarkið
13-20 m/s
10-15 m/s
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Lítið lot av ymsum ættum, undir 5
m/s. Um náttina stívt andøvsgul
upp í hvassan vind av útsynningi,
10 til 15 m/s. Hitin um 5 og 8 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk 8 til
13 m/s. Skýggjað og regn, seinni
klárar í. Um náttina veksur hann
vindin til strúk í vindi upp í skrið.
Hitin alt samdøgrið millum 5 og
8 stig.