Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 241 - 16. desember 2004 Søkt verður eftir skrivara til Heilsufrøðiskipanina í Havn at byrja skjótast møguligt. Starvið er 20 tímar um vikuna. Arbeiðsuppgávur: • Skrivari hjá leiðaranum fyri Heilsufrøðiskipanina • Veita tænastu til heilsufrøðingarnar kring landið • Journalisering • Samskipa fundir • Upprætta og skráseta barna/familjujournalir • Gera hagtøl • Fyrisita og samskipa arbeiðstilfar til heilsufrøðingarnar Førleikakrøv: • Skrivstovuútbúgving ella hollar royndir innan skrivstovuyrkið • Góðar málkunnleikar til føroyskt og danskt • Góðan telduførleika á brúkarastigi Persónligir eginleikar: • Evni til at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni • Góðan røkiskap • Tænastusinnað Vit bjóða: • Eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri førleikamenning • Eina skipan í menning og fakliga virknar starvsfelagar Setanar- og lønarviðurskifti: Setanarøkið er Heimarøktin og Serforsorgin.Tænastustaðið verður skrivstovan hjá Heilsufrøðiskipanini í Havn. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjartu Vilhelm, leiðara á Heilsufrøðiskipanini, á tlf. 304020. Umsóknarfreistin er 27. desember 2004. Umsókn við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og starvsroyndir skal sendast til: Bjarta Vilhelm Heimarøktin og Serforsorgin Eirargarður 2, 2. hædd Postsmoga 3037 110 Tórshavn Um Heilsufrøðiskipanina Arbeiðið hjá heilsufrøðingum er m.a.at eygleiða og kanna barnið,at ráðgeva/vegleiða foreldrum viðv. barnsins sálarligu,sosialu og likamligu menning,foreldraleikluti og tilknýti. Á skúlunum umfatar arbeiðið harumframt funktiónskanningar, regluligar samrøður við børnini, bæði persónliga og í bólkum,og undirvísing.Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv. Heimarøktin og Serforsorgin Meginskrivstovan Skrivari til Heilsufrøðiskipanina 2 føst størv til stuðulstoymið hjá Stuðulsskipanini fyri vaksin í Suðurstreymoy. Stuðulsskipanin fyri vaksin hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan til brúkarar um alt landið. Stuðulstoymið er ein tvørfakligur starvsfólkabólkur við 2 pedagogum, 1 sjúkrarøktarfrøðingi og 1 heilsuatstøðingi. Málbólkurin hjá stuðulstoyminum er í høvuðsheitinum heimabúgvandi fólk millum 18 og 66 ár, ið hava munandi skerdan sálarligan virkisførleika. Arbeiðið hjá stuðulstoyminum fevnir um: • At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá brúkaranum. • At bøta um møguleikan hjá brúkaranum at skapa eitt trygdarnet. • At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið brúkarin ynskir ella hevur tørv á. • At geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, so sum matgerð, rein- gerð, klædnavask, handilsørindum, peningaviðurskiftum og øðrum, sam- stundis sum hædd verður tikin fyri, hvat tann einstaki brúkarin megnar. • At vegleiða brúkaran í samstarvinum við t.d. Almannastovuna, Økis- psykiatriina, Psykiatriska depilin og aðrar myndugleikar. • At skipa so fyri,at brúkarin fær møguleikan at leggja gerandislív sítt soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar við egnan tørv og normar. Førleikakrøv Vit vænta, at tú: • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og einsamallur í heimi brúkarans og samstundis kanst átaka tær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intuitión. • Vísir áhuga og virðing fyri brúkaranum og samstundis arbeiðir professionelt. • Ert stuðlandi og hjálpir brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyir lívinum frá honum. • Hevur eina positiva menniskjafatan. • Hevur hug og hegni til at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. • Er opin og virkisfýsin. • Kanst handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um frammanundan. • Er sterkur bæði til likams og sálar. • Tú hevur eina viðkomandi útbúgving og royndir innan psykiatriska økið. Stuðulsskipanin fyri vaksin kann bjóða: • Eitt spennandi arbeiðspláss við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning • Ein virknan tvørfakligan starvsfólkahóp • Samávirkan á gerandis uppgávur • Kunning í arbeiðinum og supervisión Lønar- og setanartreytir: Talan er um 2 føst størv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má við, at arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi, dag-, kvøld- og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Fleiri upplýsingar um størvini eru at fáa hjá sosialráðgeva Odu M. Jóhans- dóttir og leiðaranum Regin Johansen, tlf. 354020. Størvini verða sett 01.02.2005 ella skjótast aftaná. Umsóknarfreistin er sett til fríggjadagin 31.12.2004 og umsóknir skulu sendast til: Stuðulsskipanin fyri vaksin att.: Regin Johansen Løkjatún 1 160 Argir Heimarøktin og Serforsorgin Meginskrivstovan 2 føst størv til stuðulstoymið