týsdagur 7. januar 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. januar 2020 · Nr. 3
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Summi mál blíva við at vera tikin
fram í ljósið, uttan at nakað veruligt
verður gjørt við tað. Tað verður bara
snakkað.
Í áravís hava fólk kring landið, til
dømis í Havn, á Signabø, í Runavík og í
Ánunum gramt seg um, at tey fáa ikki
náttarfrið fyri larmandi skipum.
Kommunurnar eiga havnirnar,
og kommunurnar fáa inntøkur av, at
skip liggja við bryggju ella fyri teym
á redini.
Tá trupulleikin er so stórur, sum
fólkini í felanum Heimafriði vísa á, so
er tað løgið, at eingin kommuna tek
ur trupulleikan í nóg stórum álvara.
Trúgva tey ikki hesum fólkum, sum
gremja seg um gang? Munnu politik
ararnir halda, at tey bara grenja?
Ja tað halda teir helst, tá málið ikki
verður tikið í størri álvara. Tøknin at
fáa bilbugt við trupulleikanum er til
staðar. At prísurin kanska er ov høgur
er møguliga rætt. Men at so lítið verð
ur gjørt við trupulleikan, tað er í øll
um førum ikki í lagi.
Og sum ikki einaferð, so fara polit
ikarar at peika eftir hvørjum øðrum,
tí teir eru bangnir fyri, at um til døm
is Tórshavnar Havn fær loyst sínar
trupulleikar við landstreymi, so fara
øll skipini til Havnar, og so missa hin
ar havnirnar inntøkur.
Í samrøðu við FM1 í gjár segði
borgarstjórin í Klaksvík, at tað lands
stýrismaðurin í umhvørvismálum,
Helgi Abrahamsen, sum skal loysa
trupulleikan við at áseta markið fyri
larm í eini kunngerð.
Borgarstjórin heldur, at hetta stig
ið má koma frá landsstýrinum, so
kommunurnar ikki fara at kappast
um at fáa mest dálkandi skpini, tá
onkrar havnir hava fingið sær skip
anir við landsstreymi.
Jógvan Skorheim vísir á, at tað
ikki bara snýr seg um hjá havnunum
at fáa havnargjøld frá skipunum –
sum sjálvandi er ein partur, men at
tað eisini eru avleiddar inntøkur í
lokaløkinum hjá ymsum veitarum,
sum kunnu fáa væl burtur úr hesi
skipaferðslu.
Uttan iva fer júst hetta málið um
heimafrið at fylla nógv í valstríðnum
til kommunuvalið 10. november – tí
felagið Heimafriður hevur rættiliga
fingið vind í seglini, og vallar er nakar
í Føroyum, sum ikki hevur skilt boð
skapin – uttan politikararnir altso.
Í valstríðnum til løgtingsvalið
hevði Fólkaflokkurin standard svarið:
»Gev okkum tríggjar mánaðir«.
Tríggir mánaðir eru farnir, hóast
einki enn bendir á nakra loysn.
Tað kann væl vera, at tað er rætt,
at landsstýrismaðurin í umhvørvis
málum ásetir hetta markvirði, sum
kommunurnar mugu liva upp til.
Men hetta bendir altsamt meira á
eina undanførslu.
Ráðini til fólkini í felagnum Heim
afriði er at koyra á kommunalpolitik
ararnar fram til kommunuvalið – so
kanska teir vakna – um ikki annað av
ótta fyri ikki at verða afturvaldir.
Ráðini eru at koyra á komm
unalpolitikararnar fram til valið
FÁ NÚ FRIÐ UM HEIMAFRIÐIN
Er
Sam
bandið
til?
TÍÐARGREIN
SJÚRÐUR SKAALE
SÍÐA10
ALS-
kassin er
á tremur
TÍÐINDI SÍÐA 6
Nýggja bakaríið
eitur »Breyð
virkið«
Pætur Hjalmar Evensson
Tey síðstu nógvu árini hevur
Kiosk Activ í Jónas Broncks
gøtu í Havn verið staðið, har
man hevur kunnað fingið
alt møguligt gott til ta søtu
tonna tíðliga á morgni sum
seint á kvøldi. Men myrkt
hevur verið undir lonini í
eyðkendu kioskini seinastu
mánaðirnar, tí avgerð varð
tikin um at halda uppat við
kioskvirkseminum.
Men skjótt verður ljós
aftur í Jónas Broncksgøtu.
Hesa ferð verður tað ikki
sum kiosk - men sum bakarí.
Nýggja
bakaríið
eitur
»Breyðvirkið«, og tað eru tær
báðar Randi Olsen og Fríða
Hansen, sum lata tað upp.
Tær fara at baka vistfrøði
ligt breyð og annan bakstur
úr súrdeiggi, sum má sigast
at vera eitt alternativ til tað,
sum annars er á føroyska
breyðmarknaðinum.
Hóast Breyðvirkið ikki er
latið upp enn, so er bakaríið
longu kent millum manna,
tí breyðsvangir føroyingar
hava stuðlað verkætlanini
við góðum 120.000 krónum á
nýggja Hópfíggingarportali
num, fyri at Breyðvirkið skal
blíva til veruleika.
Aftur í ár skipar Tøkum
Lætt fyri tí vælumtókta 13.
kvølds dansi, sum í ár verður
leygarkvøldið tann 11. januar.
Í lýsingí blaðnum í dag
sigur dansifelagið, at tey
sum vant dansa í Sjónleik
arahúsinum, byrjað verður
kl.okkan 22.
– Smurt breyð, kaffi og te
og smákøkur verða at fáa út
á náttina, verður sagt.
– Hetta er 25. ferð at Tøk
um lætt skipar fyri hesum
tiltakinum og tað vísir seg, at
hesin dansurin er vorðin ein
fastur siður hjá fleiri, siga tey
úr Tøkum lætt.
Trettandakvøldsdansur
í Sjónleikarhúsinum
Gamla Activ verður nýtt bakarí
Her standa Fríða Hansen
og Randi Olsen í køkinum,
har tær eru í ferð við at elta
heima við hús