týsdagur 7. januar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. januar 2020 · Nr. 3
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Við metsórum tali av ar
beiðsfólki
á
føroyska
arbeiðsmarknaðinum,
eru tað bert heilt fáa,
sum í hesum døgum eru
arbeiðsleys.
Á heimasíðuni hjá ALS
eru tedy tilsamans 179.
Hetta hevur sjálvandi
við sær, at arbeiðsloysis
stuðulin úr ALS er lítil
samanborið við, tá ið
nógv fleiri vóru arbeiðs
leys.
Stýrið hevur tí mælt
landsstýrismanninum
við vinnumálum, Helga
Abrahamsen, til at inn
gjaldið til ALS lækkar og
útgjaldið hækkar.
-Tað var eitt samt
stýrið fyri ALS, sum gav
landsstýrismanninum
hetta tilmæli, sigur Eyð
finn Jacobsen, advokat
ur, sum er formaður í
stýrinum.
Landsstýrismaðurin
hevur sent eitt uppskot
til hoyringar, sum fer at
gera, at inngjaldið til ALS
fer at lækka 0,25 prosent
hjá øllum løntakarum,
men eisini 0,25 prosent
hjá arbediðsgevarunum.
-Tað hevur gingið so
væl hesi mongu seinastu
árini, so arbeiðsloysið er
minkað nógv. Tað ger, at
kassin hjá ALS fyllist bara
meira og meira ár um ár,
so hann í dag hevur meira
enn 900 milljónir, sigur
Eyðfinn Jacobsen.
Stýrið metir, at fíggjar
førið hjá skipanini nú er
so mikið gott, at skipan
in kann standa í móti
einum
arbeiðsloysi
á
átta prosentum í eini 12
samanhangandi ár og
einum arbeiðsloysi á 10
prosentum í eini seks ár,
áðrenn skipanin verður
insolvent.
Miðalarbeiðsloysið
síðan 1998 hevur verið
sløk fýra prosent.
Stýrið fyri ALS heldur,
at fíggjarliga treystið hjá
skipanini er so mikið gott,
og útlitini so fræg, at tað
er búskaparliga ráðiligt
at lækka inngjaldið við
0,25 prsentstigum, úr 1,25
prosentum niður á eitt
prosent.
Útgjaldið hækkar
Við uppskotinum verður
hægst
møguligi
mán
aðarligi
arbeiðsloysis
stuðulin hækkaður úr
17.500 kr. upp í 18.500 kr.,
og arbeiðsloysisstuðulin
pr. dag verður broyttur
frá 75 prosentum av út
rokningargrundarlag
num til 80 prosednt av
útrokningargrundarlag
num.
Harumframt
verður
arbeiðsloysisstuðul eftir
lønargevandi
við
tað,
at ALS rindar tvungna
eftirlønargjaldið
sam
bært eftirlønarlógini á
eftirlønarkontu hjá ar
beiðsleysum, ið móttaka
arbeiðsloysisstuðul.
Eftirlønargjaldið verð
ur ikki drigið frá arbeiðs
loysisstuðlinum, men lagt
omaná.
Inntøkurnar hjá ALS
hava verið vaksandi, so
hvørt sum fleiri fólk eru
komin ár arbeiðsmark
naðin. Avlopið í 2018 var
131 milljónir krónur móti
124 milljónum í 2017.
Við ársenda í 2018 var
eginoognin 711 milljónir
krónur, meðan hon vð
ársenda í fjør var góðar
900 milljónir krónur.
Meira virksemi
Tað er sjálvandi fyrst og
fremst vaksandi virksemi
í samfelagnum við fleiri
arbeiðstakarum, sum ger,
at inngjaldið í skipanina
er vaksandi.
Tá ið skipanin byrjaði
at virka í níti-árunum
sigldi hon ofta í tungum
sjógvi, tí hon var illa
bjálvað fíggjarliga og ar
beiðsloysið eksploderaði
í hesum tíðarskeiði.
Síðani hevur fíggjar
liga støðan verið skift
andi, men síðani fíggjar
kreppuna, sum var í
2009-2010 og seinni er
skipanin
konsoliderað
rættuliga væl.
Hetta hevur gjørt, at
stýrið á fleiri fundum
hevur viðgjørt støðuna og
á fundi seint í fjør mælti
landsstýrismanninum til
at lækka inngjaldið og
hækka útgjaldið.
Tað er hesum tilmæli,
sum landsstýrismaðurin
nú fylgior.
KASSIN Í ALS Á TREMUR
-MINNI INNGJALD
OG STØRRI ÚTGJALD
Stýrið fyri ALS mælir til
minni inngjald og størri
útgjald úr ALS-kassanum
Eyðfinn Jacobsen, advokatur, er formaður í stýrinum fyri ALS
Als heldur til á Tinghúsvegnum í Havn
Stóra virksemi hevur gjørt, at minni stuðul er
latin úr arbeiðsloysisskipanini seinnu árini