Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. januar 2020 · Nr. 3 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Nikotin telist millum tey evni, sum fremja størsta bundinskab yvirhøvur. Tí eigur avvenjing av evnum, sum hava nikotin í sær, altíð at fylgjast upp við einari ætlan um, hvus­ su tú sleppur av aftur við nikotinið. Um ikki, er vandi fyri, at hetta verður tín nýggi bundinskapur – antin tað er plástur, tyggigummi, spreið ella annað við niko­tini í. Men, tú kanst eisini geva tínum abstinensum eitt náttúrligt mótspæl. Skaðilig evni Sigarettroykur hevur eina røð av skaðiligum evnum og árinum. Tað ivast tey fæstu í. Tó er vert at nevna nøk­ur av skaðiligu ári­n­un­um, tí hesi kunnu part­vís mót­ arbeiðast við føðslu­ evnum, rørslu ella øðrum lívs­stíls­viður­skift­um. Sigarettroykur hevur fleiri skaðilig evni, sum leypa á orkuverkini í kykn­unum – eisini rópt mito­kondriurnar. Ein mitokondri er innan kyknulívfrøðina at finna í flestu sonevndu eukar­yotu kyknum. Ein mito­kondri, sum ofta verður rópt orkuverkið í kykn­unum, er millum 0,5 og 1,0 mikrometur í tvørmát. Tað eru hesi orkuverk, sum skaðiligu evnini í royki kunnu leypa á. Við royking súrna eisini fitievnini í blóði­ num, soleiðis at hesi sam­ an við kálki og bruna­ broytingum seta seg í æðra­hinnuna í lívæðrum og kunnu gerast til æðra­ kálking. Roykjarar troyta eins og onnur sína goymslu av lívstýdningarmiklum antioxidantum – í fyrsta lagi C, E og B-vitaminum, sum eru týdningarmiklar fyri alt virksemið í likaminum. Ert tú roykjari, kann tað vera skilagott at taka tilskot av nevndu vita­ minum umframt tilskot av Q10, sum likamið ger sjálvt, men sum roykjarar brúka eyka nógv av. Men, hvussu er so støðan, tá fólk, sum hava roykt, gevast at roykja? Nøkur av eyð­kenn­ unum, sum oftast síggjast hjá roykjarum, sum halda uppat, er troytt­leiki, vánalig evni at hug­savna seg, erkvisni, angist, vánalig evni at stýra armum og beinum, vaml, høvuðpína og øktur matar­lystur. Samstundis uppliva nógv, at stoffskifti og brenning av feitti í fyrstani minkar. Hetta merkir, at vektin økist við umleið 3-6 kilo hjá nógvum, sum gevast at royka. Ráðini eru tó at arbeiða ímóti, at vektin økist við at eta skilagott og kanska fara ein gongutúr um dagin á ein hálvan tíma ella so. Hugsa tað góða Tá tú leggur av at roykja, er týdningarmikið at hava fokus á tey góðu ting­ini, sum tú fært í viður­lag. Tú fert at orka betri og virkisevnini veksa. Tí er hetta eisini ein góður møguleiki at byrja at ganga ella renna – bæði, tí tú ynskir at síggja skjót úrslit og tí, at rørsla er eitt gott viðurlag og gevur tær sálarligt gagn. Ein røð av vísindaligum greinum um rørslu og roykitrongd hava víst, at rørsla minkar skjótari um trongdina, eins og abstinensir og aðrir trongir, sum standast av uppathaldi, hvørva skjót­ ari. Bert fimm minuttir við rørslu, eitt nú sum gongu­túrur ella venjing í fitnesstøð, hava víst seg at vera eins effektiv og eitt nikotinplástur. Likamið hevur eini ótrúlig evni at endurreisa seg sjálvt, um tú gevst við áhaldandi at skaða likamið, men í staðin gevur likaminum øll neyðug føðsluevni. Ein góð, men lítið sædd hjálp móti absti­ nens­um, er at broyta kostin, soleiðis at kost­ urin verður meira grund­ leggjandi. Tað merkir, at tú eigur at leggja teg eftir at eta meira grøn­ meti og fruktir, sum spaku­liga loysa nikotin úr goymslum í feitti og vøddum. Hinvegin eigur tú at eta avmarkaðar nøgdir av kjøti og kornvørum, ið er sýrugerandi kostur, sum loysir nikotin í størri nøgdum, men sum aftur kann geva tær trongd til niko­tið. Vanar og mentalitetur Tað finnast nógvir ymisk­ ir hættir, sum kunnu hjálpa tær at leggja av at roykja, men felags fyri allar hættir er, at teir ikki kunnu geva tær viljan og av­gerðina um at sleppa sigarettini. Men, ert tú fyrst til reiðar at taka eitt tak fyri at sleppa av við sigarettina, kunnu ymisk­ ir møguleikar hjálpa tær við at taka broddin av abstinensunum. Sum flestu roykjarar, sum hava roykt í mong ár, vita, so snýr royking seg ikki bert um nikotin, men eisini um vanar og mentalitet, og hetta eru ting, sum eisini eiga at takast við, tá avgerðin um at leggja av at roykja er tikin, og nakrir øðrvísi - og roykfríir dagar - dagar liggja fyri framman. vilmund@sos.fo RØRSLA MINKAR UM TRONGD EFTIR NIKOTINI At sleppa sigarettini er ikki neyðturviliga tað sama sum at sleppa sær av við nikotinið, tí tað eru fá evni, sum fremja størri bundinskap enn nikotin Tað finnast nógvir ymiskir hættir, sum kunnu hjálpa tær at leggja av at roykja, men felags fyri allar hættir er, at teir ikki kunnu geva tær viljan og avgerðina um at sleppa sigarettini