Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. januar 2020 · Nr. 3 FULLTRÚI TIL FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ STARVSLÝSING Tú kemur at arbeiða við einum fjølbroyttum úrvali av ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum á teimum økjum, ið ráðið umsitur. Høvuðsuppgávurnar eru at: • ráðgeva landsstýrisfólkið og aðalstjóra • ráðgeva og leiðbeina aðalráðum og stovnum • tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir og rundskriv á málsøkinum • gera uppskot til svar upp á fyrispurningar úr løgtinginum Førleikar Vit vænta, at tú hevur útbúgving á kandid at stigi, innan búskap, løgfrøði, grann skoð an, stjórn mála frøði ella ein sam an set ing av hesum. Eisini er tað ein fyri mun ur, at tú hevur vitan og arb eiðs- roynd ir inn an økir hjá Fíggjarmálaráðnum. Umframt at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur, verður dentur lagdur á: • innlit og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting • góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga • at tú megnar at arbeiða undir ávísum trýsti og • dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn Setanarviðurskifti Starvið verður lønt í mun til útbúgving og royndir eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Umsókn Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast talgilt til Fíggjarmálaráðið á fmr@fmr.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2020. Starvið verður sett skjótast møguligt eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra á 502085 Fíggjarmálaráðið, Tinganes Postrúm 2039 FO-100 Tórshavn Fíggjarmálaráðið søkir eftir fulltrúa. Ert tú tann vit leita eftir, so hava vit eitt avbjóðandi og spennandi starv, har uppgávurnar krevja royndir, fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum ráðið varðar av. Um ráðið: Fíggjarmálaráðið er fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Høvuðsmálsøkini hjá ráðnum eru: búskaparmál, fíggjarmál, skatta- og avgjaldsmál, lønarmál, kommunal fíggjarmál, hagfrøðismál, talgilding, vegir og havnir, samferðslumál, almenn bygging og umvæling, ferðslutrygdarmál og eigarapolitikkur landsins. Jørgen Niclasen er landsstýrismaður í fíggjarmálum og í ráðnum starvast 16 fólk. Ráðið heldur til í Tinganesi. Tlf: +298 35 20 20 fmr@fmr.fo www.fmr.fo KEYP BRILLUR VIÐ ZEISS-GLØSUM OG FÁ ANNAÐ GLASIÐ ÓKEYPIS. ÚTVALD BRILLUSTELL 500 KR.