týsdagur 7. januar 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. januar 2020 · Nr. 3
BÚNAÐARGRUNNURIN
R. C. Effersøesgøta 4
Postrúm 50
110 Tórshavn
STJÓRI TIL
BÚNAÐARGRUNNIN
Í sambandi við at verandi stjórin í Búnaðargrunninum hevur sagt
seg úr starvi, verður søkt eftir stjóra at byrja skjótast til ber.
Um Búnaðargrunnin
Endamálið við Búnaðargrunninum er at veita fígging til menning
av føroyskum landbúnaði og fíggja kostnaðin av at reka
jarðarumsitingina. Harumframt umsitur grunnurin fígging av
festikontu og felags festipulju.
Búnaðargrunnurin verður umsitin av einum av
landsstýrisfólkinum í Umhvørvis- og Vinnumálum valdum stýri
við 5 limum.
Meiri fæst at vita um Búnaðargrunnin á www.bg.fo
Starvið
Stjórin hevur dagligu leiðsluna av Búnaðargrunninum um hendi
við tilvísing til stýrið, og skal tryggja eina dygdargóða, dagliga
fyrisiting av grunninum.
Stjórin hevur ábyrgdina av dagliga samskiftinum við lántakarar,
almennar myndugleikar og onnur viðskiftafólk og skal koma við
tilráðingum til stýrið í sambandi við lántøkur, umleggingar av
lánum, fígging av festikontum og felags festipulju og í sambandi
við umsóknir um saneringar.
Stjórin hevur somuleiðis ábyrgdina av ognarumsitingini hjá
grunninum undir teimum fyritreytum, sum stýrið setur.
Løn
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.
Umsøkjarin
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin
•
hevur royndir innan fíggjarviðurskifti, roknskap, leiðslu og
fyrisiting
•
hevur góð samstarvsevni og leiðsluførleikar
•
hevur innlit í føroyskan landbúnað og
landbúnaðarviðurskiftir
Umsóknir
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast
til SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f, Staravegur 17,
Postsmoga 3258, 110 Tórshavn, att. Beinta Jensen, skrivari, ella
umvegis teldupost til bj@spekt.fo
Umsóknarfreistin er 15. januar 2020.
Eru spurningar til starvið, ber til at venda sær til til Símun
Gullaksen, stýrisformann, á telefon 217055.
Allar upplýsingar og umsóknin verða viðgjørd í trúnaði.
Hósdag 9. januar:
Milliónbúffur · Knettir · Rivjasteik
Fríggjadag 10. januar:
Piparbúffur · Lasanja
Leygardag 11. januar:
Nakkafilet
Mánadag 13. januar:
Bollar í karry · Fiskafrikadellur
Týsdag 14. januar:
Hamburgarryggur · Stoktur medistari
Mikudag 15. januar:
Stoktur fiskur 65,- kr. · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-15.00 & Ley: 9.00-14.00
grafikmaster.fo
Mykinesgøta 6
Postboks 3232
110 Tórshavn
Tel 354913
gbt@gbt.fo
www.gbt.fo
Bjargingarbátar
til skip og bátar
Vit bæði selja og leiga út bjargingarbátar til
stuttleikabátar. Eisini selja vit bjargingarbátar til
fiskifør og onnur skip. Bjargingarbátarnir taka frá
4 persónum upp til 150 persónar.
Umframt bjargingarbátar hava vit eisini
bjargingar vestar, flótidraktir, signalútgerð og
annars alt innan trygdarútgerð – bæði til brúk á
sjógvi og landi.
Vit umboða VIKING
bjargingarbátar og
hava bæði stórar og
smáar bátar.
Flótidrakt
Neyðrakett
Bjargingarkransur
Bjargingarvestur