fríggjadagur 17. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 242 - 17. desember 2004
Ikki fyri
hægstarætt
Hægstirættur í Belgia
hevur boðað frá, at hann
er ikki sinnaður at við-
gera rættarmálið ímóti
Marc Dutroux og fyrr-
verandi konu hansara.
Marc Dutroux varð í
summar dømdur lívlanga
fongsulsrevsing fyri at
hava burturflutt seks
ungar gentur, fyri at hava
neyðtikið tær og fyri at
hava myrt fýra teirra.
Fyrrverandi kona hans-
ara fekk 30 ára fongsul
fyri at hava hjálpt honum
at fremja tey óhugnaligu
brotsverkini.
Tey bæði bóðu herfyri
hægstarætt taka málið
upp, tí tey vildu vera við,
at tann nógva umrøðan í
fjølmiðlunum
hevði
forðað fyri, at málið fekk
eina rættvísa viðgerð.
Men hesum er hægsti-
rættur ikki samdur við
teimum í, og tí vil hann
ikki viðgera málið av
nýggjum.
Menn tjena meiri
Í Danmark vísir ein
kanning, at í meðal for-
vunnu
danskir
menn
80.000 krónur meiri enn
kvinnurnar í fjør. Haraft-
urímóti vaks meðallønin
hjá kvinnunum munandi
meiri enn lønin hjá
monnunum.
Kanningin avdúkar, at
34.624 danir forvunnu
meiri enn eina millión
krónur í fjør, men av
hesum vóru bara 3.934
kvinnur ella lítið meiri
enn tíggju prosent. Held-
ur frægari er tað, um hugt
verður at teimum 213,
sum forvunnu meiri enn
10 milliónir krónur í fjør.
Av teimum vóru 28
kvinnur, og tað svarar til
trettan prosent.
Kanningin vísir, at av
teimum, sum forvinna
ímillum
100.000
og
200.000 krónur um árið,
eru næstan 60 prosent
kvinnur. erður hugt at
teimum, sum forvinna
ímillum 300.000 og eina
millión krónur um árið,
eru 65 prosent menn.
Annars vísir kanning-
in, at danskir menn for-
vunnu í meðal 289.000
krónur í 2003, meðan
lønin hjá kvinnunum var
211.000 krónur í meðal.
Meðallønin hjá monnun-
um var 1,2 prosent størri
enn árið fyri, men hjá
kvinnunum
var
hon
næstan trý prosent størri.
Fær nýtt
ST-arbeiði
Norski
diplomaturin
Terje Rød Larsen er til-
nevndur varaaðalskrivari
í ST við Libanon sum
serligum ábyrgdarøki.
Terje Rød Larsen hev-
ur seinastu fimm árini
verið serligur ST-sendi-
maður í Miðeystri, har
stríðið ímillum ísraels-
menn og palestinar hevur
tikið tað mesta av ar-
beiðstíð hansara. Nú
hevur Kofi Annan so
gjørt av at flyta hann til
New York.
Umframt
varaaðalskrivarstarvið
skal hann eisini virka
sum leiðari á Internatio-
nal Peace Academy, ið er
ein stovnur, sum hevur
tætt tilknýti til ST, og
sum skal forða fyri polit-
iskum ósemjum.
Kona Terje Rød Lar-
sen, Mona Juul, er norsk-
ur sendiharri í Ísrael,
men á nýggjárinum tekur
hon við sum sendiharri
og varaformaður í norsku
ST-sendinevndini.
Arnold aftur
á løriftið
Arnold Schwarzenegger
ætlar sær ikki at leggja
filmslívið á hillina, hóast
hann nú er guvernørur í
Kalifornia.
Í vikuni visti blaðið
USA Today at siga, at
Schwarzenegger hevur
játtað at spæla við í ein-
um filmi, sum vinmaður
hansara Tom Arnold skal
gera. Filmurin, sum hev-
ur fingið heitið "The Kid
and I", snýr seg um ein
ungan drong, sum ætlar
sær at sleppa at spæla í
sokallaðum "action-film-
um". Sum skilst er film-
urin av tí stuttliga slag-
num, men enn er ikki
greitt, hvør leikluturin
hjá
Schwarzenegger
verður, men hann verður
so ikki høvuðsleikari,
skrivar USA Today.
Arnold
Schwarzen-
egger hevur fyrr roynt
seg sum stuttligan films-
leikara, uttan at tað tó
gekk serliga væl.
VIÐMERKINGAR
Hóast Afrika dálkar
minst, eru avleiðing-
arnar av veðurlags-
broytingunum størri
har enn í nøkrum
øðrum heimsparti
VEÐURLAG
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í komandi árum mugu fólk
í Afrika fyrireika seg til
meiri turk og fleiri vatn-
flóðir enn higartil. Avleið-
ingarnar av hesum verða, at
partar av djóralívinum og
plantulívinum
fara
at
hvørva, tað verður uppaftur
truplari at fáa nóg mikið av
mati og vatni enn nú, og
flóttafólkini verða uppaftur
fleiri í tali.
Tað er niðurstøðan í ein-
ari nýggjari frágreiðing,
sum náttúruifelagsskapurin
World Wildlife Foundation
hevur skrivað um veður-
lagsbroytingar í Afrika og
avleiðingarnar av teimum.
– Veðurlagið er í Afrika
er sermerkt, og soleiðis
hevur tað altíð verið. Men
Afrika er eisini tann heims-
parturin, har fólk hava
ógvuliga
avmarkaðar
møguleikar at verja seg
ímóti broytingum, sam-
stundis sum náttúrutil-
feingið er avgerandi fyri, at
fólk yvirhøvur kunnu bú-
leikast har, sigur aðalskriv-
arin í World Wildlife
Foundation, Rasmus Hans-
son, við Dagsavisen.
Nógv broytt
Í frágreiðingini hjá felags-
skapinum stendur, at tey
seinastu hundrað árini er
meðalhitin í Afrika vaksin
0,7 stig, og sjálvt umn tað
ikki ljóðar av nógvum,
hevur broytingin havt stórar
avleiðingar. Ein broyting er
at síggja á fjallinum Kili-
manjaro, sum er tað hægsta
í Afrika. Av ísinum, sum lá
ovast á fjallinum fyri 90
árum síðani, eru bara átta
prosent eftir. Ein onnur
broyting er, at nú regnar tað
30 prosent minni í skógar-
økinum sunnan fyri Sahara
enn fyri 30 árum síðani, og
í sama tíðarskeiði eru livi-
umstøðurnar hjá plantulív-
inum í hesum sama økinum
versnað 25 prosent. Tann
veksandi hitin hevur sam-
stundis gjørt, at sjúkan
malaria er vorðin ein alt-
samt størri og størri trupul-
leiki í londum sum Rwanda
og Tanzania.
– Fólk í Afrika kenna
longu sviðan av veðurlags-
broytingunum. Fer eftir
ferð hava vit sæð, at veðrið
setur met av einum ella
øðrum slagi, og hyggja vit
at hagtølunum, síggja vit,
at næstan øll veðurmetini
eru frá áttiti- og nítiárun-
um. Tað er eingin ivi um, at
hetta kemst av broytingum í
veðurlagnum, sigur Ras-
mus Hansson.
Kyoto-sáttmálin,
sum
skal
forða
ella
tálma
veðurlagsbroytingunum,
kemur í gildi tann 16.
februar næsta ár. Hesa vik-
una sita umleið 6.000
politikarar, embætismenn
og onnur á fundi í argen-
tinska
høvuðsstaðnum
Buenos Aires og tosa um
sáttmálan, og hvussu hann
skal fáast at virka. Sam-
stundis er semja um, at
sátmálin er ikki nóg mikið
til at forða broytingunum í
veðurlagnum kring heimin.
Tí tosa luttakararnir í
Buenos Aires eisini um,
hvat skal gerast, eftir at tað
fyrsta
tíðarskeiðið
hjá
sáttmálanum fer úr gildi í
2012, og í tí sambandi
verður roynt at fáa uppaftur
fleiri lond at binda seg til at
avmarka dálkingina, sum
elvir til broytingarnar í
veðurlagnum.
Veðurlagsbroytingar raka Afrika meint
Ágangurin ímóti
flóttafólkunum í
sudanska landspart-
inum Darfur heldur
fram, og nú er vandi
fyri, at hjálparfólkini
noyðast at gevast
NEYÐHJÁLP
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í løtuni eru umleið 7.000
hjálparfólk í Darfur. Tey
hava nóg mikið av mati,
heilivági og aðrari útgerð til
at hjálpa teimum neyð-
støddu flóttafólkunum, men
áhaldandi álop gera, at tey
verða kanska noydd at gev-
ast við hjálpararbeiðinum.
Felagsskapurin Læknar
Uttan Landamark hevur
umleið 200 læknar og onn-
ur úr fleiri londum í Darfur,
men tey arbeiða undir sera
ótryggum
viðurskiftum.
Tað hendir meiri enn so, at
tey somu flóttafólkini verða
álopin tvær ferðir um vik-
una, so tey noyðast at
flýggja. Tað ger, at tað er
sera trupult hjá hjálpar-
fólkunum at veita teimum
ta neyðugu hjálpina, sigur
felagsskapurin.
Mannarættindafelagsska
purin Human Rights Watch
gevur sudansku stjórnini
skyldina av, at ágangurin
ímóti flóttafólkunum stend-
ur við. HRW sigur, at
stjórnin styðjar tey arab-
isku Janjaweed-álopsliðini,
og at stjórnarhermenn ofta
taka lut í álopunum.
- Vit hava dømi um, at
stjórnarhermenn hava tikið
lut í hópmorðum, sett eld á
bygdir og noytt fólk at
flýggja frá húsi og heimi,
sigur Human Rights Watch.
Tey neyðstøddu í Darfur
kunnu missa hjálpina
Norska sjúkrasystirin Rakel Ludviksen hjálpir einum barni í Darfur
Mynd: Jean-Pierre Amigo (Læknar Uttan Landamark)