Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2020 · Nr. 6 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@ sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin – Tað er ikki í lagi at gera mun á fólki, sum búgva í Føroyum og út­ lendsk­um ferð­a­fólkum. Tað gjørdi forkvinnan í Ferð­a­ vinn­u­fel­ag­num greitt í útvarpinum í gjár. Hon er alt annað enn fegin um upp­skot­ið hjá landsstýrinum um at gera mun á fólki, sum býr í Føroyum og fremm­andum ferðafólkum, tá tað snýr seg um at gjalda fyri at ferð­ast við Strand­ferðsluni. Jørgen Niclasen hevur annars sagt, at lands­stýrið ætlar at gera mun á so­leið­is, at út­lendsk ferða­ fólk fara at gjalda meira fyri at ferð­ ast við Strand­ferðsl­uni og Bygda­ leið­um, enn før­oy­ing­ar, sum búgva í Føroyum. Munurin skal gerast tí at før­ oysk­ir skatt­gjald­ar­ar fíggja tríggj­ar fjórð­ing­ar av ferð­ing­ini yvir skattin, sum út­lend­ing­ar ikki gjalda. Men hetta heldur forkvinnan í Ferð­a­vinn­u­felagnum vera eitt vána­ligt uppskot. Í útvarpinum spurdi hon, hvat før­oy­ing­ar høvdu sagt, um teir til døm­is skuldu gjalda meira við bussi ella toki í Keyp­mann­a­havn, enn tað, sum danir sum búgva í Keyp­manna­havn gjalda. Hon segði seg ikki hava hoyrt um slíkt nakra­ staðni, at gjørdur verður munur á fólki, sum býr í landinum og fólki, sum ferð­ast í landinum. Tað tykist fleiri staðni at vera á­ hugi fyri at taka meira pening frá út­lendsk­um ferðafólkum enn frá før­oy­ing­um, ikki bara við Strand­ ferðsl­uni og Bygd­a­lei­ð­um, men eis­ini við gongd í haga, sum hev­ur ver­ið nógv umrøtt sein­astu tíð­ina. Henny á Líknagøtu, forkvinna í Ferða­vinnu­felagnum heldur ikki, at held­ur ikki, at hesi málini skulu bland­ast saman, og við útvarpið segði hon eisini, at tað er fínasta lagi at gera serskipanir fyri fólk, sum býr á útoyggj og okkum øðrum før­oy­ing­um. Men gerið ikki mun og før­oy­ing­ um og út­lendskum ferðafólkum, var henn­ara staðiliga áheitan. Spurningurin er, um Jørgen Nicl­a­sen og hansara fólk hava um­ hugs­að hetta mál nóg gjølla. Okkurt kundi bent á, at hetta bara var eitt hiss­ini­upp­skot, sum onkur hev­ ur funnið sum eina snilda loysn. Um vit ikki kenna tað úr øðrum lond­um, og kanska ikki ynskja tað fyri okk­um sjálvi, kunnu vit so bjóða út­lend­ing­um tað? Og fara vit at seta prís á, so kunnu vit spyrja, hví fólk, sum bara ferð­ast millum Havnina og Klaksvík skulu gjalda fyri at hava Smyr­il sigl­andi. Raksturin av Smyrli verð­ur gold­in við skattakrónum – og tað er sera ymiskt, hvussu før­oy­ing­ar nýta Smyr­il – bara fyri at taka eitt dømi, sum tó ikki heilt kann samanberast, tí vit eru skattgjaldara í sama landi. Men áhugaverdi spurningurin verð­ur: Er tað í lagi at gera mun á fólki, sum býr í Føroyum og út­ lendsk­um ferðafólkum tá tað snýr seg um ferðaseðlaprísir? Skulu útlendingar gjalda meira fyri at ferðast í Føroyum? KUNNU VIT GERA MUN Á FÓLKI? Tá ið eg skrivaði minningarorð um Mary Gaard, grunaði eg ikki, at eg, bara trý ár seinni, fór at skriva minn­ing­arorð um tvíburasystrina, Annu. Anna var ættað úr Svínoy. For­ eld­ur hennara vóru Ingeborg og Juli­us Gaard, sum áttu fimm børn, og tvær ferðir fingu tey tvíburar. Anna og Mary, sum vóru yngst­ ar í systk­inaflokkinum, vóru eisini tví­burar. Tað kennist so tómt og mein­ings­leyst, at tær lívsglaðu systr­arnar nú báðar eru farnar og ikki náddu høgan aldur. Systrarnar vuksu upp í Svín­oy, og tað má hava verið eitt stórt um­ skifti hjá blaðungum bygd­a­gent­ um, sum væl vardar livdu friðsælt á út­oyggj, at koma í meldurin á stór­pláss­u­num. Tær arbeiddu báð­ a­r í Klaks­vík og í Havn. Anna arbeiddi eina tíð á Klaks­ ví­k­ar Sjó­mans­heimi, sum var eitt stórt ar­beiðs­pláss tá við nógv­um starvs­fólk­um. Ym­iskt virk­semi var í bý­num, so har búðu nógv ar­ beiðs­fólk, og lærlingar búðu eisini har, tí tá var einki lærlingaheim kom­ið. Eisini vóru aðrir gestir, sum komu og fóru. Kona mín, sum arbeiddi á Sjó­ mans­heim­i­num samstundis sum Anna, plagar at taka til, hvussu stutt­ligt og hugnaligt genturnar høvdu tað, sum arbeiddu har hesa tíð­ina. Annars hevur Anna mest fing­ist við at ansa børnum. Hon arbeiddi í barnagarði, á Barna­ heim­inum ­og í frí­tíð­ar­skúla. Anna var sera góð við børn, og tá ið hon ar­beiddi á Barnaheiminum, kom tað meir enn so fyri, at hon tók okk­urt barn heim við sær í viku­ skift­um, ella tá ið onnur frítíð var. Av tí at systir teirra giftist við beiggja mínum, kom eg at kenna systrarnar frá ungum árum. Vit vóru eisini javn­gomul. Mangar ó­gloym­andi løtur høvdu vit sam­an í gaman og álvara á Geilini í Klaks­ vík og úti í Svínoy. Kortini kundu Anna og Mary vera bann­settar viðhvørt fyrstu tíð­ina og hava til frægd at gera mær ónáðir og arga meg, og tær góv­ust ikki, fyrr enn tær fingu øði í meg. Hetta hildu tær vera ó­føra stuttligt, men eg dugdi einki stutt­ ligt at síggja í hesum tá. Hetta mintu tær meg mangan á seinni, og vit flentu óført at hesum, tá ið vit hitt­ust. Stuttligt var at sleppa til Svín­ oy­ar at ferðast. Røsk og sterk tók Anna lut í øllum arbeiði, sum har var at gera, og altíð var fjálgt og gott í heimi teirra. Systrarnar búsettust báðar í Havn, men tá ið tær vóru í Klaks­ vík, kom tað fyri, at tær komu inn á gólvið hjá okkum, og tað var altíð stutt­ligt, og vit hittust mangan aft­ ur á Geilini eisini. Har, sum Anna var, var mangan lát­ur og skemt. Hon var lívsglað, og stutt­ligt var at hoyra hana siga frá á sín­um serstaka svínoyarmáli. Blíð­lig og fyrikomandi var Anna og dugdi væl við fólk. Anna fekk eina dóttir, sum eitur Eyð­bjørg, og sum var eygnasteinur henn­ara. Glað og stolt var Anna, tá ið dóttrini gekst væl, og tá ið Eyð­ bjørg fekk útbúgving, sum lækni. Anna var sera góð við sínar omm­ u­s­ynir, sum hon ofta ansaði. Meðan tey flestu gleddust og sták­að­ust til jóla, komu ring boð úr Havn. Anna var brádliga vorð­in álv­a­rsliga sjúk og lá á Lands­sjúkr­ a­hús­i­num. Seinni varð hon flutt til Dan­mark­ar, men tíverri kom hon ikki fyri seg aftur og læt eyguni sam­an fyri seinastu ferð hin 18. des­em­ber í 2019, 63 ára gomul. Anna hevði nógv vinfólk, og tað var ein stórur skari, ið kom at fylgja henni. Nívandi er sorgin og saknurin hjá tykkum øllum, ið mist hava - hjá tær, Eyðbjørg, við familju og hjá tær, Niels, sum Anna var ein dygg­ur stuðul hjá, nú heilsan fór at bila. Harrin troysti tykkum øll. Vit fara at sakna Annu, men vit fara altíð at minnast hana við takk­semi og fyri, at hon altíð var so fitt og fryntlig ímóti okkum. Til jarðarferðina sungu vit m.a. vakra sálmin, sum Robert Joensen hev­ur umyrkt úr donskum, sum end­ar soleiðis: Og eina ferð vit fáa boð, tá síðstu ferð vit anda. Úr heiminum vit fara so, hjá tær um ævir standa. Ærað verði minnið um Annu Gaard. Jóhann Anna Gaard farin