Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2020 · Nr. 6 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Tunlarnir ov treingir til tekniskan útbúnað Ein hending í farnu viku vísti á trygdartrupulleikarnar í tunlunum norður um Fjall enn einaferð. Einki telefonsamband fekst í tunlinum, tá roykur brádliga stóðst úr einum skúlabussi. Landsverk vísir hinvegin á, at tað var greitt longu frá byrjan, at telefonsambandið fór ikki at vera uttan trupulleikar, og at tunlarnir eru ov lítlir til at gera størri tekniskar installatiónir Steinar Patursson Tað vakti ans, tá ein støða tók seg upp í farnu viku í tunl­un­ um Norður um fjall, ið aftur setti sjóneykuna á trygdina í tunl­unum. Á Facebook greiddi Irdi Jacob­sen frá, at roykur kom úr skúla­bussinum, meðan buss­ ur­in var í øðrum tunlinum, og at førarin varð tí noyddur at koyra bussin inn í eitt víki­pláss, har hann kundi kanna trupul­ leikan og tryggja sær, at eld­ur ikki var í bussinum. Bussførarin vildi ringja eftir hjálp, men samband fekst ikki í tunlinum, og tí mátti ein næmingur fara úr bussinum og ganga móti norðara end­an­ um, har hann fekk sent boð eftir hjálp. Sambært busseigaranum var ikki talan um stóran trupul­ leika við bussinum, sigur Irdi Jacobsen, sum tó øtast við tank­an um, hvat kundi hent, var støðan eitt sindur álvar­ sam­ari. – Í dag spældi væl av - tíbet­ ur, men hvat hevði hent um tað veruliga var eldur í, spyr Irdi Jacobsen. – Vit sum hava TNF [tunl­ar­ nar norður um Fjall, red] sum einastu farleið, liva hvønn dag, alt árið, í vanda fyri at enda í størstu katastrofu - innibrend í TNF. Tað er við jøvnum millum­ bilum, at trygdin í tunlunum norður um Fjall er á dagsskrá. Tunlarnir norður um fjall er tó bert ein av fleiri tunnils­ verk­ætlanum, ið eru stungnar út í kortið, og hóast 15 milliónir eru settar av á fíggjarlógini í ár til projektering av nýggjari tunnils­verkætlan norður um Fjall, so eru kortini fleiri ár og nógv­ar milliónir krónur enn, áðr­enn nýggjari og tryggari far­leið er norður um Fjall. Royndu við telefonsambandi Meðan bíðað verður eftir nýggj­ um tunlum, hevur Lands­verk sum frægast roynt at bøta um trygdina í tunlun­um, og eitt av átøkunum hevur verið at fáa telefonsamband inn í tunl­ar­n­ ar, so boð kunnu sendast í neyð­støðum. Landsverk fór í 2011 undir at leggja telefonsambandið í tunl­ arnar. Upprunaliga var tað bert táverandi Vodafone, ið hevði samband inn í tunlarnar, men seinni er Føroya Tele lagt aftr­at, upplýsir Armgarð Elin Stein­hólm, deildarleiðari á deild­ini fyri infrakervi hjá Lands­verki. Trupulleikin er tó tann, at hóast telefonsamband er lagt inn í tunlarnar, so eru tunl­ar­ nir so lítlir og treingir, so eitt nú ferðslan í tunlunum kann blokera fyri telefonsignalinum. – Tá stórir bilar eru í tunl­in­ um, er tunnilin fullur, og bil­ar­ nir kunnu "skugga" fyri sign­al­ in­um. Sendarar eru við tunn­ils­munnarnar, sum senda sign­alir inn í tunlarnar. Men ert tú til dømis millum tveir stórar bilar, er møguleiki fyri, at tú einki signal hevur, um illa vil til. Somuleiðis er sambandið eisini verri í víkiplássunum, tí tað kann vera verri hjá sign­ alinum at røkka inn har. Fór ongantíð at vera 100 prosent Tað var longu greitt, tá farið varð undir verkætlanina, at tal­an var ikki um eina loysn, ið fór at virka uttan trupulleikar. – Hetta fór ikki at vera 100 pro­sent. Tað vistu vit longu, tá vit settu tað upp. Men vit hildu, at tað fór at vera betri enn einki. Fært tú samband við annan veitaran, so kanst tú altíð ringja til 112. Hetta er jú ikki til at práta í telefon við. Hetta er fyrst og fremst til kunna geva boð frá sær í einari neyð­støðu, sigur Armgarð Elin Stein­hólm. Landsverk og televeitar­arn­ ir royna áhaldandi at betra um sign­alið í tunlunum, men skapið og støddin á tunlunum er nú einaferð so, at tað kann seta nakrar avmarkingar fyri, hvat tøknin kann klára, sigur Armgarð Elin Steinhólm. Tunl­ arnir eru so treingir, at stóru bil­arnir fylla so at siga allan tunnilin. Av tí sama ber illa til at gera nakrar tekniskar in­ stalla­tiónir inni í tunlunum sjálv­um av teirri einfaldi or­ søk, at tað er ikki pláss fyri teim­um. Landsverk upplýsir eisini, at í 2019 varð ein støð aftrat sett upp við norðurendan á Hvanna­sundstunlinum, so­ leið­is at signalið í tí endan­um gjørdist betri. Kanningar hjá Føroya Tele frá mánað­in­um eftir vístu eisini, at í høv­uðs­ heitum er gott samband í tunl­ inum.