Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2020 · Nr. 6 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fjórða árið á rað skipar Fonn Flog fyri beinleiðis ferð úr Føroyum, sam­ stund­is sum ein ferða­ skriv­stova í Baltisku lond­un­um, sum Fonn Flog sam­starv­ar við, syrg­ ir fyri at fylla flogfarið heim aftur til Føroya. Í døgunum 30. apríl - 05. maj skipar Fonn Flog fyri beinleiðis ferð úr Før­oyum til Riga, sum er størsti býur og høvuðs­ staður í Letlandi. Hetta er ein leigutúrur, har tey ferðandi flúgva beinleiðis úr Føroyum og gista í Riga í fýra nætur, áðrenn leiðin gongur heim aftur til Føroya. Sakaris Frederiksen, stjóri í Fonn Flog, sigur, at tað gongur væl at fylla flog­farið úr Føroyum, men nøkur pláss eru eftir, og tískil er møguleikin enn at sleppa við á hesa for­vitnisligu ferð. - Hetta er fjórða árið á rað, at vit gera henda túrin, fyrstu tvey ár­ini hava vit verið í Riga, í fjørð vóru vit í høvuðs­ stað­num í Kroatia Zagreb, og í ár verður farið aftur til Riga. Fylla flogfarið báðar vegir Stjórin vísir á, at tað, sum er serstakt við hesum túrinum hjá Fonn Flog er, at flogfarið flýgur bein­leiðis við ferðafólki, bæði úr Føroyum við før­ oy­ing­um og heimaftur til Før­oya við útlendskum ferða­fólkum. - Vit hava eitt gott sam­starv við eina ferða­ skriv­stovu í Baltisku londunum, har vit skipa tað soleiðis at vit fylla flog­farið úr Føroyum, og tey fylla flogfarið aftur til Føroya. Soleiðis hevur eisini verið hini árini. Ferðast verður í Airbus 320 hjá Atlantsflogi, sum hevur pláss fyri 174 ferða­ fólkum. Stjórin sigur, at allar tríggjar tær undarfarnu ferðir­nar vórðu útseldar, onkur enntá eftir fáum tím­um. - Farið verður úr Før­oy­ um klokkan 16.45 tann 30. apríl, og flogfarið lendir í Riga klokkan 21.30. Tá farið verður heim aftur úr Riga hin 05. mai, verð­ ur ikki farið avstað haða­ ni fyrr enn klokkan 00.55, leggur hann aftrat. Ymiskar avbjóðingar Sakaris Frederiksen vísir á, at kostnaðarstøðið í Riga er nógv lægri enn í Før­oyum, og tú kanst keypa eitt nú mat og drekka fyri brotpart av tí, sum tað kostar her um okkara leiðir. - Tað eru nógv ferð­ andi, sum hugsa um kost­naðar­støðið, tá tey velja sær ferðina. Er kostnaðarstøðið lágt, røkka pengarnir sjálv­ sagt longri, og tað hevur týdning fyri nógv ferða­ fólk. Avbjóðingin hjá ferðaskrivstovuni, sum vit samstarva við, er, at sannføra síni við­skifta­ fólk um, at Før­oy­ar eru eitt gott og for­vitnis­ligt val, hóast kost­nað­ar­støð­ ið her er væl hægri enn eitt nú í Letlandi, sigur stjórin. Ferð fyri vaksin Á beinleiðis ferðini hjá Fonn Flog til Riga eru trý hotell at velja ímillum við góðari staðseting. Prísurin fyri ferðina er úr kr. 4.815,- til 5.330,- alt eftir hvat hotell ein vel­ur. Í Riga skipa vit fyri útferðum, um fólk hava hug til tað, og hetta plagar ferðafólki at dáma nokkso væl. Hetta eru prísir fyri flúgv­ing, ferðaavgjald og gisting í fýra nætur við morgun­ mati. Sakaris Frederiksen sigur, at tey, sum fara eina slíka beinleiðis ferð typiskt eru vaksin fólk - pør, bindiklubbar og arbeiðspláss, sum brúka túrin sum eina starvs­ fólka­útferð. Riga er ein spennandi og fjølbroyttur býur, og ikki er lætt at keða seg í hugnaliga høvuðs­stað­ num. Ein kann spáka sær ein túr eftir smølu og sjarmer­andi gøtunum, og njóta teir mongu søguligu bygn­ingarnir. Eisini eru hópin av góðum mat­stov­ um og caféum at finna. Stjórin á Fonn Flog sig­ur at enda at um ein ynsk­ir at uppliva Riga, so eru enn pláss eftir pláss eftir á hesari beinleiðis ferð­ini. FONN FLOG SKIPAR FYRI BEINLEIÐIS FERÐ TIL RIGA Lýsingatilfar: