Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2020 · Nr. 6 12 Sosialurin SEINASTA FERÐIN Lýsingatilfar Burðardygd – úr vøggu í grøv Lív Clementsen, sum eigur og rekur biðimansfyritøkuna Sólsetur, ið veitir allar tænastur í samband við jarðarferðir og ervi kring alt landið, veitir eisini ymisk sløg av kistum og hevur harumframt eina køliskipan til leigu Vilmund Jacobsen Veitari og framleiðari av kist­ unum, sum Sólsetur umboðar, er danska fyritøkan Fuglebjerg Kistefabrik A/S. Fyritøkan hevur bæði kistur og krukkur til urnur av ymiskum sløgum og úr ymiskum tilfari og litum, men eisini, tá ræður um sein­ astu ferðina, hugsar danski fram­leiðarin burðardygt. - Vit hugsa burðardygd í lívin­um eins væl og í deyð­an­ um – við umhugsni fyri menn­ iskj­um og umhvørvinum, sigur danski framleiðarin, sum legg­ ur dent á, at fyritøkan alla tíð­ ina roynir at gera sítt besta – um­hvørvinum at gagni. Kista úr bambus Lív Clementsen hjá Sólsetur vís­ir á, at ein av nýggjastu kist­ un­um í konseptinum hjá Fugle­ bjerg Kistefabrik, og sum hon nú eisini umboðar, er ein kista bygd úr bambus. - Bambus-plantan veksur skjót­ast av øllum plantum í heim­inum, samstundis sum hon upptekur mest Co2-útlát, með­an plantan stendur í vøkstri. Hon sigur, at Fuglebjergs Kistefabrik nú eisini er vorðin samstarvspartur við felags­ skap­in, Plant et Træ, har eing­ in minni enn danski krún­ prins­urin er verji. Síðan 1988 hevur felagsskapurin plantað 1,5 miljónir trø í Danmark. Fuglebjerg Kistefabrik hev­ ur eisini fingið skjal frá STARK, ið er veitari av byggitilfari, sum hevur minst møgulig árin á umhvørvi. Ein kista um dagin Lív Clementsen veit at siga, at sølan av bambus-kistuni rætti­ liga hevur tikið dik á seg í Dan­ mark, síðan hon kom á markn­ aðin seinasta heyst. - Henda kistan, ið er dýrari enn vanligu kisturnar, sum vit hava, er sera vøkur og fagur­ list­arlig. Hon vísir á, at meðan flestu kisturnar, sum verða seldar, eru hvítar, hevur bambus-kist­ an sín náttúrliga og vakra lit. - Vit hava fingið at vita frá Fuglebjerg Kistefabrik, at søl­ an av hesum kistum hevur vundið so nógv upp á seg, síð­ an hon kom á marknaðin, at tey nú í miðal selja eina bamb­ us-kistu um dagin. Lív Clementsen sigur, at bambus-kistan er sett saman á ein slíkan hátt, at alt tilfarið í henni er umhvørvisvinarligt og verður lutfalsliga skjótt nið­ ur­brotið í jørðini. - Eisini tilfarið, sum liggur í botn­inum á hesi kistu, upp­ loys­ist, leggur hon aftrat. Eisini kølimaskinu Sólsetur bjóðar eisini avvarð­ andi, sum keypa kistu frá fyri­ tøk­uni, eina kølimaskinu, sum tey kunnu leiga, og henda er ikki størri enn eitt lítið kuffert. - Skipanin kann vera serliga hent, tá lík stendur undir børu heima ella á stovni. Ein tunn púta ella madrassa, sum er knýtt til køliskipanina, verður løgd niður í kistuna, og henda verð­ur ikki tikin úr aftur kist­ uni. Tá hin farni er lagdur í kist­ una, verður kølimaskinan tendrað. Hon hoyrist, tá hon er tendrað, men hon larmar ikki. Hon kann sløkkjast, tá tey av­ varð­andi eru har og kann tendr­ast aftur, tá tey fara. - Afturmeldingarnar, vit hava fingið frá avvarðandi, eru, at tey eru glað fyri, at kist­ an kann standa heima ella á stovn­inum, har hin farni búði, sigur Lív Clementsen hjá Sól­ set­ur, sum er til reiðar at veita alla hjálp og vegleiðing í sam­ band við jarðarferðir. Ein sera snøgg kista – bygd úr bambus, sum er umhvørvisvinarligt tilfar, ið veksur skjótt og tálmar Co2- útláti. Sølan av hesi kistu hevur tikið dik á seg í Danmark Hetta er kølimaskinan, ið Sólsetur leigar út til tey, sum keypa kistu frá fyritøkuni. Tunna pútan, sum liggur í kistuni, fylgir við og verður liggjandi, tá hin farni verður jarðaður Lív Clementsen