týsdagur 14. januar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2020 · Nr. 6
14
Sosialurin
SEINASTA FERÐIN Lýsingatilfar
Hans er
ímyndin av
føroyskum
kistusmíði
- Vit syrgja fyri, at kistur og líkverjur verða koyrdar
upp á pláss um alt landið, sigur Hans Jacobsen, sum
hevur smíðað føroyskar kistur í meira enn 40 ár
Vilmund Jacobsen
Hans Jacobsen hevur ikki havt
langan veg til arbeiðis hesi
mongu ár, hann hevur fingist
við at smíða kistur. Øll árini
hevur verkstaðurin verið í
kjallaranum hjá honum og
konuni í Heinagøtu í Havn.
Síðan hann gjørdist út
búgvin snikkari, hevur ser
merkta handverkið hjá Hans
Jacobsen verið at smíða før
oyskar kistur á egnum virki.
Tey fyrstu mongu árini var
hann einsamallur, men síðan
seinnu hálvu av nítiárunum
hevur sonur hansara, Niels
Pauli, sum eisini er útbúgvin
snikkari, verið hansara høgra
hond á verkstaðnum.
Hans Jacobsen er í dag
ímyndin av føroyskum kistu
smíði, og hóast nógvar inn
fluttar kistur koma til landið,
smíða feðgarnir framvegis ein
ar 100 føroyskar kistur um
árið.
Tænastan hjá teimum fevn
ir eisini um líkverju, sum kann
bíleggjast saman við kistuni,
og tænastan fevnir um allar
Føroyar, har syrgt verður fyri,
at kistur og líkverjur verða
koyrdar upp á pláss um alt
landið.
Hans Jacobsen Kistur hava
nøkur standard sløg av kistum
í sínum útboði og í serstøkum
føri, tá tørvur er á størri kistu
enn vanligt, verður hon eisini
smíðað eftir tørvi.
- Tað eru framvegis fólk,
sum seta prís upp á føroysku
kisturnar, og tí hevur hetta
handverk eisini havt møgu
leikan at yvirliva, sigur Hans
Jacobsen.
Á heimasíðuni - www.kistur.
fo – er neyvari kunning um
sløg av kistum, prísir og annað.
Sóknarprestur
skal hava boð
um øll andlát
Tey avvarðandi skulu venda sær til
prest, tá fólk doyggja, tí sóknarpresturin
er jarðarferðarmyndugleiki í Føroyum
Vilmund Jacobsen
Á heimasíðuni hjá Fólka
kirkjuni lesa vit, at tað er
sóknarpresturin, sum førir
kirkjubøkurnar, og tað er
sóknarpresturin,
sum
er
jarðarferðarmyndugleiki
í
Føroyum.
Á
heimasíðuni
verður
dentur lagdur á, at sóknar
presturin skal hava boð um
øll andlát í kirkjusóknini, og
deyðsváttanirnar skulu lat
ast honum.
At
sóknarpresturin
er
jarðarferðarmyndugleiki
í
Føroyum, er ikki bara gald
andi fyri kirkjufólk, men
fyri allar føroyingar.
Á heimasíðuni hjá Fólka
kirkjuni verður gjørt greitt,
at hetta er galdandi fyri øll í
Føroyum - og soleiðis eisini
fyri tey, sum ikki eru limir í
fólkakirkjuni.
- Tað eru tey avvarðandi,
sum skulu venda sær til
prest, verður lagt aftrat.
- Tað eru framvegis fólk, sum seta prís upp á føroysku kisturnar, og tí hevur handverkið
yvirlivað, sigur Hans Jacobsen, sum hevur smíðað føroyskar kistur í meira enn 40 ár