týsdagur 14. januar 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. januar 2020 · Nr. 6
16
Sosialurin
SEINASTA FERÐIN Lýsingatilfar
Alt verður fyrireikað
bæði væl og virðiliga
- Tað, sum Jarðar
ferðartænastan
bjóðar, er í fyrsta
lagi alt tað, sum
skal gerast og
fyrireikast við eina
og hvørja jarðarferð,
sigur Haraldur
Símunarson Hammer
Vilmund Jacobsen
Haraldur Símunarson Hamm
er, sum rekur Jarðarferðar
tænastuna - Seinasta Heilsan -
tekur sær av øllum uppgávum
og fyrireikingum í samband
við eina jarðarferð.
- Nú vit hava fingist við
hetta í tvey ár, hava vit eina
góða barlast í okkara arbeiði
og nógvar royndir. Vit hava
lært prestarnar at kenna, og
vit hava samstarvað við nógv
avvarðandi. Eingin jarðarferð
er eins, og ymiskt kann vera
frá einar bygd – ella einum øki
– til annað, sigur hann.
Allar tænastur
Haraldur Símunarson Hamm
er vísir á, at tað, sum Jarðar
ferðartænastan bjóðar, er í
fyrsta lagi alt tað, sum skal
gerast og fyrireikast við eina
og hvørja jarðarferð.
- Tá tey avvarðandi ynskja
tað, taka vit okkum av at
skaffa kistu, blómur, sanghefti
og líkbil, eins og vit eisini hava
skipað fyri nógvum ervum
kring landið.
Hann sigur, at Jarðarferðar
tænastan eisini kann hjálpa
avvarðandi við at finna grav
stein og seta gravsteinin upp.
- Vit hava góðar samstarvs
avtalur, bæði um føroyskar
gravsteinar og eisini útlendsk
ar.
Hann sigur, at Jarðarferðar
tænastan altíð er til reiðar at
vegleiða og hjálpa avvarðandi
at finna gravsteinin, og tæn
astan leggur stóran dent á at
tryggja, at tey avvarðandi fáa
besta prísin.
- Er talan um hjún, sum fara
við árum ímillum, kunnu vit
taka gravsteinin, sum er komin
upp, tá fyrr hjúnarfelagin fór
og gravera navnið á tí, sum fór
seinni, soleiðis at bæði nøvnini
eru á einum og sama steini,
sigur hann.
Víða um landið
Jarðarferðartænastan
hevur
sáttmála við fleiri kommunur
um líkkoyring, og hesar komm
unur eru Sunda kommuna,
Vága
kommuna,
Sørvágs
kommuna, Vestmanna komm
una, Kvívíkar kommuna, Nes
kommuna og Eysturkommuna.
- Líkkoyring er ein tænasta,
sum kommunur, sum eru við í
avtaluni, veita sínum borgar
um, og tískil skulu avvarðandi
ikki gjalda fyri hesa tænastu –
annað enn tað, tey rinda um
skattin.
Umframt tær kommunur,
sum
Jarðarferðartænastan
hevur sáttmála við, hevur fyri
tøkan hjá honum eisini havt
væl at gera aðrastaðni í Føroy
um.
- Tað eru eisini avvarðandi,
sum venda sær beinleiðis til
okkara, tó at kommunan ikki
hevur avtalu við okkum, og so
leiðis hava vit eitt nú fleiri
ferðir verið í Sandoynni, leggur
hann aftrat.
Heildarloysn
Jarðarferðartænastan bjóðar
eina heildarloysn, sum fevnir
um alt frá pappírsarbeiði við
umsóknum, lýsingum, sang
hefti, samskifti við sjúkrahús,
ellisheim, eldrasambýli, grav
arar og prest til kistu, líkverju,
ílating og ílegging í kistu og
flutning av tí farna.
Haraldur Símunarson Hamm
er vísir á, at Jarðarferðar
tænastan er skipað soleiðis, at
avvarðandi antin kunnu velja
heildarloysnina - ella tey velja
onkrar
einstakar
tænastur
burturúr.
Avvarðandi í sorg
Í nøkur ár hava Haraldur og
konan, sum bæði eru gartnar
ar, átt og rikið Blómuhúsið við
Norðskála - og seinni eisini
Blómuhúsið á Heykavegi 2 í
Havn.
Áðrenn Haraldur Símunar
son Hammer fór í holt við
Jarðarferðartænastuna,
var
hann í Danmark og tók út
búgving sum biðimaður, og
hann hevur eisini tikið út
búgvingina, sum á donskum
verður rópt “akut assurandør”,
og soleiðis hevur hann eisini
útbúgving í at taka sær av av
varðandi í sorg, sum er ein við
komandi útbúgving í samband
við tænastuna.
- Vit halda, at vit hava eina
góða tænastu, sum fevnir um
alt tað, ið avvarðandi spyrja
eftir, sigur hann.
Gjøgnumganga alt
Haraldur Símunarson Hamm
er sigur, at tá fólk hava mist
ein av sínum kæru, kann tað
saktans vera ein ávís sorgar
hjálp í at skipa fyri ávísum
tingum saman.
- Tað fyrsta, eg geri, tá eg
komi út til fólk, er, at eg spyrji,
um tey hava snakkað við onkr
an og hava fingið onkur viður
skifti upp á pláss. Síðan gjøgn
umganga vit alt, sum skal
gerast í samband við eina
jarðarferð – punkt fyri punkt
– og síðan finna vit saman út
av, hvussu tingini skulu gerast,
sigur hann.
- Vit hava eina
góða tænastu, sum
fevnir um alt tað, ið
avvarðandi spyrja
eftir, sigur Haraldur
Símunarson Hammer