Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 17. JANUAR 2020 Tað var tónleikur, sum var í hásæti, tá Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hand­aði mentanarheiðurslønir í Sjón­leik­ ar­hús­inum mikukvøldið. Tað mundi fløva hjá mongum, at Simme Arge Jacobsen fekk Heiðursgávu Lands­ins við hesi grundgeving: »Simme Arge Jacobsen slóðaði fyri inn­an føroyskan popp­ tónleik og var mill­um tey fremstu í strembanini eftir at seta orð og ljóð á føroyskan popp­tón­ leik – á før­oysk­um. Við løgunum hjá Simma og teim­um fekk okkara samtíðar pop­u­ler­tón­leikur eitt hevdbundið orða­ og tón­a­lag, ið ikki var til frammanundan. Hes­in tón­leikur var við til at mynda tón­leik­a­úr­va­lið í Útvarpi Føroya frá byrjan, og við eitt hevði ungdómurin fingið eina rødd, ið eis­ini hevur víst seg at hava stað­ið ímóti tíðarinnar tonn. Sanniliga hevur Simme – sum vit øll kenna hann við fornavni – upp­i­bor­ið hendan heið­ur fyri tann mentanararv, sum hann hevur latið okkum. Týdn­ing­ ur­in av hansara luti er so stórur, at hann kann valla mátast. Trubadururin Hanus G. Johansen hev­ur sungið seg inn í hjørtu okkara – ser­liga eru tað vísurnar hjá Pól F, sum hann hevur sett løg til, ið hava verið eyð­ kenni hansara. Men hann hevur eisini borið víðari skaldskapin hjá øðrum, eitt nú Tummasi N. Djurhuus, Bernhardi Brim og Hans Jacobi Glerfoss og eisini hjá norska skaldinum Jakob Sande Serstøku virðislønina hevur lands­ stýr­is­mað­u­rin valt at geva forlagnum Leir­ker­ið í Gøtu. Landsstýrismaðurin vísti á, at síðani 1982 hevur Leirkerið stað­ið fyri týdn­ing­ar­mikl­um og menn­ andi starvi innan út­gávu av andaligum til­ fari: bókum, sálm­um og bløðum. Tað vóru brøðurnir Zacharias Zach­ ar­ias­sen og Flóvin Tyril, sum vóru per­ són­ar­nir aftan fyri Leirkerið. Zacharias andaðist fyri góðum tveimum árum síðani. Bókaútgávurnar eru nógvar í tali, og dentur hevur alla tíðina verið lagdur á góð­an og vakran málsligan búna. Eitt gott og uppborið val hjá landsstýris­ mann­i­num. Tað er at frøast um, at vit nú á 20. ári megna at heiðra føroysku mentanina á føðingardegi William Heinesen. Og tað er eisini at frøast um, at tað ber til at heiðra so ymsar partar av mentanini. Tónleikurin í mentanarligum hásæti Klokkan 9 í gjáramorgunin legði Gadus at á vestursíðuni í Klaksvík, har veiðan eisini skal leggjast upp. Ólavur Biskopstø hevur verið skipari henda túrin. Flakatrolarin Gadus fór avstað 11. nov­em­ber og hevur roynt í russiskum sjógvi. Teir hava fulla last, 730 tons. Størsti parturin er toskaflak. Gadus er komin heim KLAKSVÍK Les eisini blaðið á telefonini 1908: Sjónvarpið tók frá sjónleikinum Afturhvarv síða 23 400 stempul í eitt gott ár Siðsøga 26-27 Ikki kann sigast annað enn, at føroyingar hava tikið væl ímóti kolasvørtu kom­ed­i­ uni "Kynstrið at vera eydnusamur”, ið er árs­ins fyrsti leikur á Tjóðpallinum. Spælt hev­ur verið fyri fullum húsum síðani 6. jan­uar og afturmeldingarnar frá á­skoð­ arum og ummælarum hava verið ser­ stakliga góðar. Allarseinasta sýning er longu 25. januar og longu nú er útselt til fleiri av seinastu sýningunum. “Kynstrið at vera eydnusamur” eftir virð­is­lønta danska leikritahøvundan Rune David Grue er ein kolasvørt sjálv­ hjálps­kom­edia, sum leysliga byggir á bók hjá svartskygda heimsspekinginum Arth­ur Schopenhauer, ið livdi frá 1778- 1860. Í leikinum fáa áskoðaranir 50 lívs­ reglur til eina toluliga tilveru frá teimum trim­um leikarunum Annfinni Heinesen, sum eisini leikstjórnar leikinum, Biritu Adelu Davidsen og Gunnvá Zachariasen. Stutt­ligu og serstøku pallmyndina hevur Edward Fuglø gjørt. Týðing, tillaging og leikstjórn: Annfinnur Heinesen Pallmynd: Edward Fuglø Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Birita Adela Davidsen, Annfinnur Heinesen Ljóssniðgeving: Turpin N. Djurhuus Búnar: Katrin Bonde Tónleikur: Kári Bæk Myndir: ©Høgni Heinesen Í blaðnum... Kynstrið at vera eydnusamur fyri fullum húsum Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Teir tríggir leikararnir eru Gunnvá Zachariasen, Birita Adela Davidsen og Annfinn Heinesen