mánadagur 20. januar 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Aaron Hernandez er høvuðs
maðurin í einari tí mest ótrú
ligu og daprastu persóns
søgunum í amerikanskum
fótbólti.
Longu
sum
22
ára gamal var hann ein av
týdningarmestu leikarunum
hjá stórfelagnum, New Eng
land Patriots, og hann hevði
ein sáttmála, ið var verdur
útvið 300 milliónir krónur.
Hann hevði unnustu, eitt
lítið barn og eini risa stór
marglætishús, men hóast alt
hetta, so var hann ikki eydnu
samur og livdi eitt serstakliga
óhugnaligt og dapurt dupult
lív, sum sjálvt ikki hansara
nærmastu høvdu nakran sum
helst illgruna um.
- Fótbóltsleikari um dagin
og drápsmaður um náttina,
kann ein stutt siga uttan at
avdúka ov nógv um hesa
dokumentarrøðina,
sum
í
trimum pørtum, har hvør
partur er ein góðan tíma lang
ur, lýsir lívið hjá Aaron Her
nandez ómetaliga væl.
Kavað verður niður í lívið
hjá unga leikaranum, og
mynstur tekna seg til møgu
ligar orsøkir til tær óhugna
ligu og óskiljandi avgerðir
hansara.
16 týðandi persónar í lívi
num hjá Aaron Hernandez
eru við í sendingini, og bara
tað talið lýsir væl hvussu
gjølla farið er til verka.
Samansetingin av upptøkum
úr lívi hansara, viðkomandi
brot úr rættinum og nýggjar
upptøkur saman við avdúk
andi samrøðum og meistar
ligari frásøgn skapar ein
óvanliga rannsakandi og
vælgjørdan
dokumentar,
har tú sum hyggjari situr
bergtikin og ikki hevur hug
at seta fingurin á nakað sum
helst.
Søgan í sjálvum sær er
forvitnislig og ber doku
mentarin langt, men hegnið
til eina virðiliga frásøgn av
eyma innihaldinum og ein
framleiðsla í heimsflokki er
krúnan á verkinum.
HYGG UM TÚ: Ert til eitt
bland av ítrótti, krimi og
dokumentari ella bara vil
hoyra eina ótrúliga søgu.
IKKI HYGG UM TÚ: Mest ert
til tað sjálva ítróttarliga og
ikki tað uttanfyri.
HVUSSU ER AT HYGGJA:
Óhugnaliga søgan og góða
frágreiðingin bergtaka teg
sum hyggjara.
HVAT SIGUR TÚ? Hesin
dokumentarurin verður ring
ur at taka í hesum áratíggju!
FAKTA:
Dokumentarurin
varð frumsýndur á Netflix
í síðstu viku, og kann nú
síggjast har. Hann er góðar
tríggjar tímar langur.
Dokumentarurin:
Loyniligi drápsmaðurin -
Aaron Hernandez
Vikan ið fór
TB skrivar undir
sáttmála við danska
Mads Raben, sum í
fjør var toppskjútti
hjá danska Dalum.
Danmark og
Frakland rúka
óvæntað úr
bólkaspælinum í
EM í hondbólti hjá
monnum.
Fyrrverandi StÍF-,
Tjaldurs- og H71-
venjarin, Bogdan
Burcea, verður
landsliðsvenjari
hjá rumenska
kvinnulandsliðnum.
Finnur Justinussen
vendir heimaftur til
føroyskan fótbólt
og skrivar undir
sáttmála við Víking.
KÍ ger sáttmála
við dansk-italska
Sebastian Avanzini
og albanska Alessio
Hyseni.
Noomi K. Heradóttir
og Markus
Vazquez gerast
norðurlendskir
meistarar í
taekwondo.
Føroyskir rógvarar
vinna seks gull,
fýra silvur og tvær
bronsur í DM í
inniróðri.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Mathias Gabrielsen
Ítróttur: Taekwondo
Starv: Landsliðsvenjari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. PSG
2. Erling Braut Håland
3. Klaksvík
4. Lyngby
5. Herning
6. AC Milan
7. 6
8. Andrias Eriksen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvørjum liði spælir norska hondbóltsstjørnan Sander
Sagosen við?
2 Hvussu eitur norski fótbóltsleikarin, sum um vikuskiftið
skeyt hattrikk fyri Dortmund?
3 Úr hvørjum bygd/býi er Ítróttafelagið Treysti?
4 Hvørjum donskum felagi spældi Todi Jónsson við áðrenn
hann skifti til FCK?
5 Í hvørjum donskum býi skal føroyska manslandsliðið
spæla venjingardyst ímóti Danmark í mars?
6 Hvat italskt fótbóltslið er Simon Kjær júst skiftur til?
7 Hvussu nógvir leikarar eru á hvørjum liði í flogbólti?
8 Hvussu eitur VÍF-leikarin á myndini?
Ert tú nøgdur við
úrslitini í NM?
- Ja, eg eri sera væl nøgdur.
Serliga tá man hugsar um
hvat vit megnaðu í ár í mun
til í fjør.
Hvat ert tú serliga
glaður fyri?
- Hvussu høgum støði vit
liggja á í mun til onnur lond,
og at tað, sum vit venja, vísir
seg at rigga.
Hvussu sær framtíðin út í
føroyskum taekwondo?
- Tað sær ljóst út við teimum
íðkarum, sum vit hava. Tey
passa sína venjing væl - møta
væl upp og venja hart. Tað
skal nokk blíva heilt gott!
Hvat er á skránni
komandi mánaðirnar?
-
Vit
hava
júst
úttikið
landsliðið. Talan er um trý lið
- vaksin, junior og kadettar.
Vit skulu tildømis til junior-
HM í Bulgaria við Høgna í
oktober.
Trívist tú væl í Føroyum?
- Ja, tað geri eg. Eg havi í
øllum førum úr at gera. Eg
havi damu, tvey børn og eina
fyritøku, og so eri eg venjari
tríggjar til fýra ferðir um
vikuna.
"Hugsavnar tú teg ikki nóg væl bara
í tvey ella fimm sekund, so skora
hinir beinanvegin."
Mikel Arteta, Arsenal-venjari, um støðið í Premier
League
"Í gjár gekk eg ímillum kýr í heimbýnum,
og í dag eri eg venjari hjá heimsins bestu
spælarum."
- Quique Setién, nýggjur FC Barcelona-venjari