Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fá nýggj eygu á Sjónlag Eye Center Kom við til stórfingna Ísland og fá eygnaskurðviðgerð á framkomna Sjónlag Eye Center í Reykjavík Sjónlag Eye Center bjóðar bestu tænastuna og mest framkomnu tøknina í heiminum innan skurðviðgerðir av eygum. Higartil hava túsundtals sjúklingar fingið nýggja sjón og nýggjar møguleikar í lívinum eftir at hava lagt brillurnar á hillina. Sjónlag vitjar í Føroyum Laserviðgerð ella geislaviðgerð av eygunum, sum tað eisini kallast, er nakað, sum før­oyingar hava roynt seinastu árini við góðum úrslitum. Tosar tú um geislaviðgerð, so kemur tú neyvan uttan um Sjónlag í Íslandi, sum eru teir førandi á økinum. Í døgunum 10.-12. februar verð­ ur brilluserfrøðingur frá íslensku eygna­stovuni, Sjónlag at hitta í Før­ oy­um. Hetta er aðru ferð at Sjónlag er á vitjan í Føroyum. Í 2013 vóru, táverandi stjórin á Sjónlag og optik­ ari, Axel Örn Ársælsson á vitjan í Tórs­havn og í Klaksvík. Hesaferð verð­ur tað aftur Axel Örn Ársælsson, ið kemur at halda tveir fyrilestrar í Før­oyum. Hartil kemur eisini Ingunn Lára Ívarsdóttir, ið eisini starvast hjá Sjónlag. Fonn Flog hevur í fleiri ár sam­ starvað við Sjónlag, og tað er í hes­ um sambandi, at eygnastovan Sjón­ lag vitjar í Føroyum í døgunum 10. – 12. februar. Okkara samstarv við Fonn Flog hevur verið sera gott øll hesi árini, sigur Axel Örn Ársælsson. Fonn Flog hevur tikð sær av at bí­ leggja tíð til viðgerð á eygna­stovuni fyri kundan, og um kundin hevur havt ynski um bílegging av ferðing og gisting, so hevur Fonn Flog eisini skipað fyri øllum hesum. Sakaris Frederiksen, stjóri á Fonn Flog sigur, at føroyingar vístu stóran áhuga í fyrilestrinum í 2013, og vón­ar eisini at fólk fara at taka væl í móti hesum aftur í ár. Sjónlag hevur víðkað um viðgerðarmøguleikar, síð­ an teir vóru í Føroyum seinast, so tað er frálíkt við einum upplýsandi fyri­lestri, har øll kunnu hoyra um hvørj­ir møguleikar eru, tá ið tað kem­ur til eygnaviðgerðir, sigur Sak­ ar­is. Fyrilestrar Í sambandi við ferðina í Føroyum fari eg at halda tveir fyrilestrar um tað, sum Sjónlag kann bjóða av við­gerð­ um. Ein fyrilestur mánakvøldið 10. febr­uar á torginum í SMS og hin verð­ur týskvøldið 11. februar í Mið­ høll­ini á Skúlatrøð í Klaksvík. Báðir fyri­lestrarnir byrja kl. 19:00 og eru ókeypis. Tað verður eisini møguleiki at práta við meg eftir fyrilesturin, sig­ur Axel Örn Ársælsson. Ofta hava fólk spurningar til viðgerðirnar og hvussu hesar verða gjørdar. Alt hetta hava tey møguleikan at spyrja meg um. Seljarar á Fonn Flog verða eisini við hesi kvøldini, tískil ber til at fáa meir at vita um bílegging av tíð til for­skanning, og eisini valmøguleikar av ferðapakkum. Ikki bara geislaviðgerð Umframt geislaviðgerð gera vit eis­ ini eisini vanligar eygnaviðgerðir sum t.d. cataract viðgerðir (stær). Vit hava havt nakrar føroyingar, sum eru viðgjørdir fyri cataract, men vit vóna at kunna hjálpa fleiri før­oy­ing­ um við hesum í framtíðini. Vit hava kanska teir dugnaligastu eygna­ lækn­arnar í Íslandi, og tískil bjóða vit okkum fegnir fram til hesar við­ gerð­irnar, Axel Örn Ársælsson. Eg vil fegin heilsa upp á møgu­lig­ ar kundar í Føroyum, og tí vóni eg, at nógv fólk koma til fyrilestrarnar. Hetta er viðkomandi fyri allar ald­ urs­bólkar, ið brúka brillur sigur Axel Örn Ársælsson frá Sjónlag at enda. Axel Örn Ársælsson FAKTA Elfinn Tróndheim: ”Eg havi ikki nortið brillurnar síðani skurðviðgerðina, og áðrenn kundi eg ikki flyta meg uttan brillur - tað er heilt fantastiskt” Óli Lindenskov: ”Ein tann besta íløgan, ið eg havi gjørt. Eg kann viðmæla øllum, ið hava møguleikan at fáa hetta gjørt” Lýsingagrein Móttøkan hjá Sjónlag í Íslandi