Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9 MÁLNINGAR TIL SØLU Málningar av Sigmund Petersen og Waagstein til sølu. Tel. 58 62 43 torshavn.fo Søla av lendi til sethúsaútstykking í Kaldbak Kommunan lýsir við hesum eitt øki á uml. 3.200 m2 alment til sølu, at stykkja út til 5 til 6 sethúsagrundstykkir. Talan er um markeraða økið á kortinum, ið er partur av matrikul nr. 49a Kaldbak. Kommunan hevur gjørt eitt uppskot til hvussu útstykkingin kundi verið skipað, men er keyparin vælkomin til at koma við sínum egna uppskoti til góðkenningar hjá kommununi. Fyri at tryggja, at ætlanin verður framd í samsvari við ynski kommunu- nar, verða settar ávísar treytir í sambandi við søluna. Kommunan hevur lýst verkætlanina, sí útbjóðingartilfar. Kommunan ynskir at talan verður um 5 til 6 grundstykkir á uml. 400 m2 til 500 m2 + felagsfríøki. Keyparin átekur sær at gera asfalteraðan útstykkingarveg og at leggja neyðugar tekniskar innleggingar til stykkini, so sum kloakk og vatn. Í søluskeytið verða treytir lýstar servituttbindandi. Útbjóðingartilfar, ið sýnir verkætlanina og krøvini til útstykkingina, fæst við at venda sær til Snarskivuna ella við at hyggja á torshavn.fo Ásettur minstiprísur er kr. 510.000,00 og tilskilar kommunan sær rætt til at havna øllum boðum, sambært kunngerð nr. 122 frá 22 desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn §6. Freist at bjóða Áhugaðir keyparar skulu boða kommununi frá í seinasta lagi fríggjadagin hin 14. februar 2020. Skrivlig boð verða at lata kommununi í afturlatnum brævbjálva saman við váttan frá peningastovni um tøka fígging. Tilfarið verður hildið í trúnaði, til avgerð er tikin í málinum. Brævbjálvin skal verða merktur uttaná: Boð uppá lendi til sethúsaútstykking í Kaldbak Upplýsingar Nærri upplýsingar eru á torshavn.fo ella við at venda sær til Bjart Mortensen, tlf. 224230, teldupostur bjartur@torshavn.fo Alment útboð 49a 3.200 m2 torshavn.fo – av virkseminum hjá Visit Nólsoy Visit Nólsoy er kunningarstovan í Nólsoy. Tórshavnar kommuna stuðlar virkseminum við eini játtan uppá kr. 370.000 um árið. Uppgávurnar eru nógvar um summarið og fáar um veturin. Tórshavnar kommuna ynskir við hesum at bjóða út virksemið at reka Visit Nólsoy í 2020-2022 við møguleika fyri at leingja í 2 ár afturat TREYTIR: 1. Visit Nólsoy (Kunningarstovan) skal hava opið í minsta lagi frá 1. mai til 31. august allar dagar eisini leygardagar og sunnudagar frá kl. 10-17 2. Visit Nólsoy má í omanfyrinevnda tíðarskeiði verða staðsett hóskandi í bygdini 3. Um Visit Nólsoy verður rikið saman við øðrum virksemi, skal Visit Nólsoy óheft kunna um ferðavinnu í Nólsoy 4. Tætt samstarv skal vera við Visit Tórshavn 5. Ein sjálvstøðugur roknskapur fyri virkseminum hjá Visit Nólsoy skal gerast hvørt ár, grannskoðaður og sendast til Tórshavnar kommunu. LÝSING AV VIRKSEMINUM Umsøkjarar verða bidnar um í umsóknini nágreiniliga at lýsa virksemið, sum ætlanin er at hava, harundir hvussu tú/tit vilja loysa uppgávuna sambært omanfyrinevndu treytum, hvørji tú/tit eru, og hvussu tú/tit eru skipað. Harumframt ynskir kommunan kunning um eina møguliga fíggjarætlan fyri virkseminum. Tað er ein fyrimunur at hava góðan kunnleika til Nólsoy og til ferða- vinnu. Umsóknirnar verða mettar sum ein heildarmeting, har dentur verður lagdur á tænastastøði og fleksibilitet. Kommunan tilskilar sær rætt til at velja frítt ímillum allar innkomnar umsóknir og til ikki at taka av nakrari av innkomnu umsóknunum. MEIRA FÆST AT VITA Um tørvur er á fleiri upplýsingum, ber til at venda sær til Evu H. Bennicke, samskipari, á tlf: 302010 ella t-post: evab@torshavn.fo. UMSÓKN Umsóknir við viðkomandi upplýsingum skulu sendast til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 100 Tórshavn ella til torshavn@torshavn.fo og skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar 2020 kl. 12.00 Útbjóðing Sosialurin 341 fyrst og fremst www.in.fo