hósdagur 23. januar 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
24. JANUAR 2020
At tað er ein ávísur munur á at sita við
ábyrgd, og við ikki at sita við ábyrgd,
mugu politikarar av og á sanna.
Tað síggja vit mangan við, at politik
arar, sum eru farnir frá ábyrgd, sum
andstøðupolitikarar hava nógv framúr
skarandi uppskot til loysnir á viður
skiftum, sum teir saktans kundu loyst,
meðan teir sótu við ábyrgd, men sum
teir tá av onkrari orsøk ikki í tankar um.
Fleiri dømi eru um tað í hesum døg
um, nú fyrrverandi samgonguflokkarnir
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi koma
við fleiri slíkum.
Og so eru tað eisini viðurskifti, sum
venda hinvegin. Nú Bárður Nielsen sit
ur í løgmanssessinum er tónin knapt so
skarpur um hesi vælsignaðu fullveldis
skjølini frá 2000, sum so nógv hava vilj
að havt fram í ljósið. Greitt er ikki, hvørji
motivini eru – um tað er at seta danskar
politikarar og donsk embætisfólk í ringt
ljós, at seta Tjóðveldi i ringt ljós, ella
kanska at vísa, hvør undanstøkkingum
Fólkaflokkurin var, tá Anfinn Kallsberg
í 2001 avlýsti loysingina, sum harvið
bleiv útsett í minsta lagi í 50 ár – harav
20 ár nú eru farin.
Tá Bárður Nielsen í 2017 spurdi Aksel
V. Johannesen, løgmann, hví hann ikki
vildi útflýggja hesi skjøl segði hann mill
um annað soleiðis:
– Øll landsstýri síðani ár 2000 hava
noktað almenninginum innlit í skjøl um
samráðingarnar. Grundgevingin er, at
samráðingarnar eru ikki lidnar, hóast
eingin samráðingarfundur um fullveldi
hevur verið í meira enn 16 ár. Grundgev
ingin er tí uttan hald í veruleikanum.
Tí kundu vit hildið, at Bárður Nielsen
sum løgmaður einki hevði ímóti at lata
skjølini leys, soleiðis sum hann helt, at
undanmaðurin skuldi havt gjørt.
Men tónin er knapt so djarvur. Nú vil
løgmaður fyrst spyrja seg fyri hjá umsit
ingini, hví meirinnlit er noktað áður.
Treyðugt so, onkrar orsakir eru til
tær. Spurningurin er so, um Bárður
Nielsen í mun til Kaj Leo Holm Jo
hannesen og Aksel V. Johannesen er før
ur fyri at taka embætisverkið í Tinganesi
av ræði. Í øllum førum vita vit um tvær
vikur, um vit fáa innlit ella ikki – og tá
kemur kanska fyri ein dag, hví hetta
skuldi haldast so loyniligt – ella um tað
framvegis skal vera loyniligt, hví full
veldisbløðran brast í 2001.
Fullveldi og krógvað skjøl í Tinganesi
Sunnudagin letur upp listaframsýning í
Gamla Seglhúsinum við verkum eftir Arn
old Vegghamar.
– Fernisering verður klokkan 16 og fer
Hilmar Høgenni at røða. Eisini verður
tónleikur og lættari ábit. Møguleiki er eisini
at hitta listamannin sjálvan, skriva fyrireik
ararnir. Talan er um eina søluframsýning,
sum hongur uppi fram
til 21. februar 2020.
– Øll eru hjartaliga
vælkomin, heilsa
fyrireikararnir.
Vegghamar
sýnir fram
GAMLA SEGLHÚSIÐ
Les eisini blaðið
á telefonini
Kristian Djurhuus
125 ára minni
Siðsøga síða 26-27
47 ár síðani eld
gosið í Vestmanna
oyggjum
Afturhvarv 23
Tórshavnar Big Band framførir sangir
nar, sum komu inn til kappingina og
vinnarin verður avdúkaður.
Farna heyst lýsti Tórshavnar Big Band
við sangkapping við ynski at fáa skrivað
nýtt føroyskt tilfar til orkestrið og til før
oyska sangskattin.
Big bandið hevur fleiri ferð fyrr arbeitt
við føroyskum sangum – mest eldri
kendum – við sera góðum úrsliti. Spenn
andi verðu at hoyra, hvør hevur latið til
far inn, og ikki minst hvørji verða ávika
vist nummar 1, 2 og 3.
Umframt Tórshavnar Big Band, sum
er sett saman av flestu av teimum bestu
tónleikarum í Føroyum, verða fleiri sang
arar við, sum fara at syngja sangirnar, ið
eru innkomnir. Teir eru Olvheðin Jacob
sen, sum lesur sang í Íslandi, Dania O.
Tausen, sum veruliga hevur víst sínar
sangdygdir síðstu árini, James Olsen,
sum flest allir føroyingar kenna, Eyðfinn
B. Lamhauge og ársins kvinnuligi sangari
Jasmin Mote.
At meta um verkini er sett ein
dómsnevnd við trimum persónum. Eftir
konsertina 1. februar verður so greitt,
hvønn sang dómsnevndin hevur valgt
sum tann besta av hesum átta, sum eru
innkomnir. Nøvnini á tónaskøldunum
verða kunngjørd á konsertini
1. Virðisløn er áljóðandi 30.000 kr
2. Virðisløn er áljóðandi 15.000 kr
3. Virðisløn er áljóðandi 5.000 kr.
Konsertin í Norðurlandahúsinum er
partur av Vetrarjazz Festivalinum og er
almenn. Enn ber til at keypa atgongu
merki umvegis heimasíðuna hjá Norður
landahúsinum umframt í móttøkuni í
Norðurlandahúsinum.
Í blaðnum...
Nýtt føroyskt tilfar til
Tórshavnar Big Band
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri