fríggjadagur 17. desember 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 17. desember 2004
17
Bilstøðirnar lýsa í
hesum døgum við
nýggjum takstum.
Takstirnir hækka við
umleið 10 prosentum,
ella tað sama sum
aðrar lønir eru hækk-
aðar, sigur Magnus
Fuglø, formaður í
Aksturvinnufelagnu
m Samfylking
HÝRUVOGNAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fyrr hevur tað verið so-
leiðis, at Aksturvinnufelag-
ið Samfylking hevur lýst
við hýruvognstakstunum.
Tá kom Samfylking við
prísuppskotum, sum prís-
ráðið síðan skuldi gáðtaka,
men síðan prísráðið varð
tikið av, er tað Kappingar-
ráðið, sum skal góðtaka
takstirnir.
Kappingarráðið krevur,
at bilstøðirnar sjálvar koma
við sínum uppskotum til
nýggjar takstir. Tær skulu
ikki gera sínámillum av-
talur um prís, sigur Magnus
Fuglø, formaður í akstur-
vinnufelagnum Samfylk-
ing.
Príshækkingin er umleið
10 prosent, ella tað sama
um aðrar lønir eru hækk-
aðar. Minsti takstur, sum
var 55 krónur, verður nú 60
krónur.
Sum nakað nýtt kostar
tað 500 krónur, um fólk
koma at dálka hýruvognin
innan við t.d. spýggju ella
øli. Fyrr hava vit ikki kunna
kravt pengar frá fólki fyri at
reinsa bilin, tí hava vit nú
sett tað í takstin. Aðrastaðni
er tað nógv dýrari, t.d. í
Keypmannahavn kostar tað
umleið 1.000 krónur, sigur
Magnus Fuglø, formaður í
Samfylking.
Hýruvogstakstirnir hækka
Príshækkingin er umleið 10
prosent, ella tað sama um
aðrar lønir eru hækkaðar,
sigur Magnus Fuglø,
formaður í
Aksturvinnufelagnum
Samfylking
KONSERT
tíðindaskriv
Sunnudagin 19. desember
kl. 17 verður jólakonsert í
Gøtu Kirkju við Tórshavnar
Manskóri, Felagskórinum
Gøta/Leirvík
og
Eivør
Pálsdóttir. Á konsertini fara
kórini hvør í sínum lagi at
framføra egna skrá, meðan
Eivør virkar sum solistur
hjá báðum kórunum, um-
framt at hon framførir
nøkur løg sjálv. Tað er síðsti
sunnudagur í atvent, og
ivaleyst eru allar hendur
fullar í sambandi við
jólastákanina, men hetta er
eitt gott høvi at leggja
saman, seta seg afturá og
njóta tað besta við jólunum
"jólafriðin".
Eivør og kór
í Gøtu