Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 31. JANUAR 2020 So hendir tað í kvøld. Avgerðin, sum bretska fólki tók fyri skjótt fýra ár­um síðani verður umsíðir framd í verki. Sjálvandi skulu vit fegnast um, at ein av­ gerð, sum fólkið tekur, verður vird. Men hin­vegin, so er tað als ikki gott, um Ev­ rop­iska Samveldið syndrast, tí lond held­ ur vilja virka í sjálvdrátti enn í fel­ags­ skapi. Tann týdning, sum ES hevur havt fyri heims­friðin síðani kríggið, skulu vit ikki und­irmeta. Samanhaldið forðar fyri, at vápn­að stríð taka seg upp – í øll­ um før­um mill­um londini í Evropa. Vit kunnu eisini vera so bláoygd og halda, at kríggj í Evropa er ein farin tíð. Tað er tað vónandi, men vit mugu end­i­ liga ikki halda, at vit eru so nógv klókari og skila­betri, enn ættarliðini, sum und­ an eru farin. Tí kann ein krígstøða væl kykna aftur, um alsamt fleiri lond fara í sjálv­drátti. Politiskt var tað ein óumhugsað av­ gerð hjá fyrrverandi bretska for­sæt­is­ ráð­har­r­a­num, David Cameron, at út­ skriva fólkaatkvøðu um bretska ES lim­a­skap­in. Tað var nakað sum tá Sam­ bandsflokkurin her tosar um eina fólka­ at­kvøðu um loysing – tá teir halda seg vita, at hon fellir – fyri at fáa málið av­ greitt einaferð med alla. Tí David Cameron trúði ikki upp á brex­it og vildi ikki brexit. Hann ivaðist ikki í, at hann fór at vinna fólka­at­kvøð­ una og varðveita bretska ES-limaskapin. Tá kundi hann sagt, sum sam­bands­ menn helst hava hugsað, at »nú var mál­ ið loyst einaferð med alla«. Og tað varð loyst, men ikki so, sum Dav­id Cameron vildi. Vit kunnu ikki staðfesta, at tað ikki ber til at varðveita friðin uttan ES. Men vit kunu staðfesta, at felagsskapurin hev­ur verið friðarvarðveitandi. Bert spell, at samanhaldið ikki helt. Okkara støða mótvegis Ev­rop­a­sam­ veld­i­num er heldur ikki so greið – um enn hon vallar ávirkar heimsfriðin. Sam­veldi er ikki gjørt til smá lond við nógv­um náttúrutilfeingi, og tí eru før­ oy­ing­ar ímóti ES limaskapi. Men um greiða fekst á hesum viðurskiftum, so var føroyskur ES limaskapur uttan iva fluttur upp á eitt nógv hægri støði. Fólksins vilji framdur í verki Kærleikin skuldi ikki finn­ ast í eini sjón­ varps­sending. Ta avgerðina hev­ur japanski mill­i­ard­ing­urin Yusaku Ma­e­z­ awa tikið. Hann hevur droppað kappingina, hann hev­ur útskrivað fyrr í mánaðinum. Tað skriv­ar hann á Twitter. Tilboðið var at gerast unnusta hjá 44 ára gamla dreinginum og samstundis sleppa við hon­um á eina mánaferð, sum hann hevur keypt ferðaseðil til í 2013. Tú skuldi bara senda eina umsókn –og góð­taka, at verða vald út í beinleiðis sjón­varps­sending á kanalini AbemaTV. 27.722 kvinnu søktur. Men vónin er nú brostin. – Av persónligum orøskum havi eg givið Abema TV boð um avgerðina, skrivar hann á Twitter. Fer ikki fríggj­ ara­ferð á mánan kortini MILLIARDINGUR Í JAPAN Les eisini blaðið á telefonini Upplivdi nasismuna frá barni av Siðsøga síða 16-18 Ungdómsting verður mánadagin Síða 9 – Eg vænti avgjørt, at vit halda fram, sigur Atli Gregersen, stóri í Hiddenfjord – Hetta var ein strika í rokningini, men vit halda ikki, at tað verður meiri enn tað. Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í ali­ fyri­tøk­uni, Hiddenfjord. Hiddenfjord hevur ætlanir um at fara undir aling vesturi á Víkum í Vágum og í hes­um sambandi hava tómir aliringar lig­ið har í nøkur ár fyri at vita um teir halda í tí ringa veðrinum, sum kann vera har vesturi. Og í heyst varð eisini ein fóðurflaki lagd­ur við aliringarnar. Men fyri eini viku síðani, síðsta miku­ dag, ella hósnátt, hendi tað, at fóðurflakin flutti seg rættiliga langt, uttan at hann tó sleit heilt, ella fór á land. Bátar fóru til hann, men veðrið var so ringt, at tað var ikki fyrr enn leygardagin at tað var ráðiligt at seta á hann, og síð­ ani varð hann sleipaður á Vestmanna. Atli Gregersen segði tá, at tey vóru eitt sind­ur bilsin av hesum, tí flakin varð so sterkt bygdur, og fortoyningarnar vóru so kraft­igar, at tey væntaðu at tað fór at halda. Atli Gregersen sigur, at nú tey hava kann­að málið, vísir tað seg, at fimm av teim­um átta fortoyingunum eru slitn­að­ ar, so flakin hekk bara í trimum for­toyn­ ing­um. – So hevði hann komið aftur við ein­ um stormi, hevði tað ikki so nógv eftir at geva av, ásannar hann. Hann sigur, at tað vísir seg at allar fortoyingarnar, sum slitnaðu, slitnaðu í sjálvum festinum á flakanum. Hann sigur, at hetta gevur teimum nak­að at hugsa um. Nú skal ein frá­grei­ð­ ing skrivast og so verður støða tikin til, hvussu farast skal fram. Men hann væntar avgjørt, at royndin at ala á Víkum, heldur fram, tey skulu bara hava hendan trupulleikan loystan. Í blaðnum... Væntar at halda fram á Víkum Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Kennimerkið hjá Brússel, Manneken-Pis – 61 cm høga kenda standmyndin av pissandi drongi­num var í bretskum klæðum, nú bretar fara úr ES