Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. JANUAR 2020 SOSIALURIN 13 20 Merkisdagar Sunnudagin 9. febr. fylli eg 55 ár. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin leygardagin 8. febr. kl. 18.00. Tað hevði glett meg at sæð familju, vinir og kenningar at halda hendan dagin saman við mær og mínari familju. Vinarliga boða frá innan 2. febr. á tlfnr. 212814 ella skriva til annikawgregersen@gmail. com um tit ynskja at koma. Annika 90 ára føðingardagur. Leygardagin 15. februar fyllir Leivur Andreasen í Klaksvík 90 ár. Dagurin verður hildin á Sjómans­ heiminum frá kl 14 - 18. Øll eru vælkomin. Vinarliga boða frá í seinasta lagi 8. februar á t-post adr.: elspamuller@ gmail.com ella á tlf. 581424. Gullbrúdleyp 8/2-2020 hava Sjúrður og Eyðbjørg Nolsøe verið gift í 50 ár og tað verður hátíðarhildið í Eiriksgarði í Dali 8/2 frá kl 14. Tað hevði glett tey at familja, vinir og kenningar komu at hátíðarhalda dagin saman við teimum. Vinarliga sigi frá um tit koma á telifonnr. 361403 seinast 2/2 Gullbrúdleyp Fríggjadagin 7. februar hava vit verið gift í 50 ár. Í tí sambandi eru tey, sum hava hug at heilsa upp á okkum, vælkomin á Seglloftið leygardagin 8. februar frá kl. 14-18. Majvør og Niels 10. februar rundi eg 60 ár. Føðingardagurin verður hildin tann 08. februar í hølunum hjá Odd Fellow á Grønlandsvegi 56 í Tórshavn, frá kl. 14 til 19. Tað hevði glett meg at sæð familju, vinir og kenningar. Vinarliga boða frá á telefon 255327 áðrenn 06. februar. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Ansa Mortensen Mob : 255327 Føðingardagur Eg bjóði familju, verfamilju, vinum og kenningum í 65 ára føðingardag. Føðingardagurin verður hildin á Hotel Bakkanum, í Vági, leygardagin 8. februar 2020, og verður tað vælkomst frá kl. 12 til kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomnin. Páll Lervig 70 ár Nú eg fylli 70 ár 5. marts, hevði tað glett meg at sæð familju , vinir, og kenningar at halda hendan dagin saman við mær. Føðingardagurin verður hildin 7. marts á Seglloftinum frá kl 17. Vinarliga boða frá innan 2. marts á telefon 280633/281633 ella skriva til solgut@olivant.fo. Verði hjartaliga vælkomin. Vinarliga Sólrun Guttesen Brúdleyp Vit giftast 21. mars. Dagin vilja vit halda saman við familju, vinum og kenningum í Eydnuni á Oyrarbakka kl. 19. Vinarliga ring ella skriva á tlf.nr. 265269 innan 1. mars, um tit ynskja at gleðast saman við okkum. Dorthea og Eljón Gullbrúdleyp 28. februar 2020 hava vit verið gift í samfull fimti ár. Dagin vilja vit hátíðarhalda í avhaldshúsinum í Haldórshúsinum í Haldórsvík frá kl. 18, øll eru vælkomin. Vinarliga boða frá innan 15. februar á tlf. 423343, 504610 og 222858. Hans Andor og Hjalma Jacobsen 90 ár 1. februar verður Hans Poulsen Klaksvík 90 ár. Dagurin verur hildin saman við familjuni. 75 ára føðingardagur. Leygardagin 22. februar fyllir Erik Eliasen Syðradalur K. 75 ár. Dagurin verdur hildin á Kafe Gloria Stangavegur 16 í Klaksvík frá kl. 14-19 Vælkomin 24 mars hava vit verið gift í 30 ár. Henda stóra dag vilja vit hátíðarhalda saman við familju, vinum og kenningum í Dansifrøi, leygardagin tann 28 mars kl. 19.00 Vinarliga boðað frá innan 28. februar á tlf: +298220751 ella skriva á jensiabro@ gmail.com um tú/tit ynskja at hátíðarhalda hendan stóra dagin saman við okkum Jensia og Petur Brodersen Gullbrúdleyp Fríggjadagin 7. februar hava vit, Nikkel Martin og Sólrun Kruse verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl 11. Vælkomin. Diamantbrúdleyp. Um Gud vil, hava hjúnuni Sonja og Hans Olaf Andersen í Lopra verið gift í seksti ár fríggjadagin 31. januar 2020. Dagurin verður hildin saman við børnumum. Gullbrúdleyp Sunnudagin 8 mars hava vit veriđ gift í 50 ár dagurin verđur hildin heima á Hornavegi 24 á Oyri Leygardagin 7 mars frá kl 16 har øll eru hjartaliga vælkomin Lydia og Jógvan Dahl Óluva Bærentsen Haldi mín 70 ára føðingardag so fríggjadagin 6. mars hendir tað og hevði eg tá verðið so hjartans glað familju, vinir og kenningar at sæð Mentanarhúsið í Fuglafirði er fastsett stað millum kl. 18 og 23 í veitslulag 60 ára føðingardagur Tað hevði glett meg at sæð vinir og kenningar til mín 60 ára føðingardag tann 29.02 ímillum kl. 14 - 20 í Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn. Vinarliga sigið frá áðrenn 20. februar á telefon 222480 ella á email: sonja. sigursein51@gmail.com. Sonja Høj Tummas Anthoniussen 85 ár 29. januar 2020 Hjartaliga til lukku við føðingardegnum góði pápi, abbi og langabbi! Takk fyri alt, sum tú ert fyri okkum. Vit elska teg! Harrans signing og alt tað besta. Blíðar heilsur Børnini við familju N.B. Dagurin verður hildin saman við familjuni