hósdagur 30. januar 2020síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Leiðaradagur og orka
Í dag verða bestu leiðararnir í almennu og privatu
vinnuni funnir á leiðaradegnum.
V
innan varpar ljós á leiðslu í hesum blaðnum. Allar kanningar vísa, at
tað er umráðandi fyri allar fyritøkur at hava eina leiðslu við visjónum
og sum duga tað, sum verður kallað broytingarleiðsla.
Leiðsludagurin í dag setir eisini fokus á leiðslu og fyrilestrarhaldaran
Christian Ørsted kann tú hitta her í blaðnum. Tað er eisini hann, sum
hevur skrivað bókina Livsfalig ledelse.
Vinnan viðger sjálvandi eisini aðrar spurningar í dag.
Orka er eitt gandaorð, men orka er eisini eitt orð, sum verður brúkt í nógvum saman
hangum.
Orkuskiftið frá svartari til grøna orku fyllir nógv og nógv hendir á økinum í løtuni.
Eitt biogassverk er klárt í summar – elbilarnir vaksa í tali og sjálvt bussar hjá bygda
leiðum eru á veg til at brúka el í staðin fyri olju.
Teistin er helst á veg til at blíva elrikin.
Men tað ræður eisini um at spara orku. Tað ber væl til at gera, tá ið ein byggir hús,
men tað ræður at hugsa seg væl um og tryggja sær góða ráðgeving.
So er nógv at spara.
Vit vóna at vit við hesum blaðnum bera eitt sindur um vitan um orku og leiðslu til
okkara lesarar.
Inngangur
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN