hósdagur 30. januar 2020síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Samrøða
11
Turið
Finnbogadóttir
Arge
37 ár
Gift við Otto Andreasen
Tríggjar døtur: Rakul 21 ár, Christina
18 ár og Aleksandra 9 ár
Familjan býr í Havn
Í frítíðini dámar Turið væl at lesa,
og venur eisini nakrar ferðir um
vikuna. Harafturat eru tað børnini
og familjan, sum verða raðfest í
frítíðini.
Útbúgvingar:
HD í roknskapi og fíggjarstýring
Cand.merc.aud
MBA frá Henley Business School
Broytingarleiðsla:
Á framølu síni á Leiðaradegnum
2020 fer Turið F. Arge at tosa um
broytingarleiðslu. Hetta fer hon
millum annað at gera við at vísa
á konkret og praktiskt dømi úr
gerandisdegnum í BankNordik.
Tá talan er um broytingarleiðslu, so
eru tað eru økir, sum hon heldur eru
serliga umráðandi. Hesi eru millum
annað internt samskifti, innliming
av lyklastarvsfólki, hvussu tryggjað
verður at broytingar verða stuðlaðar
og at skilja natúrligu mótstøðuna
mótvegis broytingum. Eisini fer hon
at vísa á dømi um veruliga royndir
og støður, har tað ikki gekk sum
væntað og at greiða frá, hví tað
bleiv so.