hósdagur 30. januar 2020síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
T
urið Finnbogadóttir Arge var bert 19 ára
gomul, tá hon varð mamma fyrstu ferð.
Mammuleikluturin hevur tí fylgt henni
meginpartin av vaksna lívi hennara, og
hóast Turið er týðiliga ambitiøs, so fyllir
mammuleikluturin og balansan millum
familjulívið og arbeiði nógv, tá hon tosar um lív sítt –
bæði heima og til arbeiðis.
– Ein av avbjóðingunum hjá mær hevur altíð verið at fáa
yrkisleiðina og heimalívið at hanga saman, sigur hon lættliga.
37 ára gamla Turið F. Arge er rakstrarstjóri í Bank
Nordik. Karrieran hjá ungu kvinnuni hevur gingið við
rúkandi ferð framá, og hon hevur flutt seg ómetaliga
skjótt á karrierufrontinum. Tað hevur eisini kravt, at
Turið hevur verið miðvís og ambitiøs. Hon hevur tikið
fleiri útbúgvingar viðsíðuna av arbeiðinum, og harvið
eisini ment førleikar sínar í tráð við, at hon hevur bygt
yrkisleiðina - seinasta skotið er ein master of business
administration, sum hon fekk prógv upp á í 2018.
– Mær dámar væl at tilogna mær nýggja vitan, og tað
motiverar meg. Tí fellur tað mær ikki tungt. Umstøður og
fortreytir broytast alla tíðina, og tí er umráðandi at fylgja
við og bjóða sær sjálvari av, sigur hon.
– Tá eg sum 19 ára gomul varð mamma, fekk eg at vita,
at eg nú ikki fór at kunna gera tað, sum eg hevði ætlanir
um – ella, at tað í øllum førum fór at verða trupult. Tað
vildi eg mótprógva, sigur hon miðvís.
Varð tíliga leiðari
Turið F. Arge byrjaði í starvi hjá BankNordik í 2007, og
hon fekk tíðliga leiðaraheiti, tá hon sum 26 ára gomul
varð toymisleiðari og tvey ár seinni eisini HR stjóri.
– Tað var spennandi og ótrúliga læruríkt, hóast leik
luturin eisini var ókendur og ótryggur. Hendan tíðin og
ábyrgdin var heilt víst við til at menna meg sum persón,
greiðir hon frá.
At Turið er ein kvinna, sum elskar at vera til arbeiðis
og heldur, at tað er spennandi at menna nýggj tiltøk fyri
bankan, er eyðsýnt. Hon arbeiðir í trimum londum – og
hon er javnan í Danmark og Grønlandi.
– Vit hava starvsfólk, sum tosa føroyskt, danskt og
grøndlendskt. Eisini er munur á mentan, marknaði,
kundum og lóggávu í teimum trimum londunum í ríkis
felagsskapinum. Tí er tað bæði spennani og fjøltáttað,
sigur hon spent.
At taka av avbjóðingum
Við sínum royndum, vitan og sessi er Turið onkursvegna
ímyndin av sterku føroysku karrierukvinnuni, sum hóast
stirvnan samfelagsbygnað setur saman samljóð millum
bæði karrieru og familjulív. Og hon ger tað smílandi og
eyðmjúk. Tað er umráðandi, at vit takka ja teir møgu
leikarnar, sum vit fáa á yrkisleiðini, tí vit megna tað sum
oftast, greiðir hon frá.
– Vit geva oftast okkum sjálvum hørð ummæli. Tí, tá
vit gera eitthvørt, sum vit ikki áður hava roynt, so er tað
altíð okkurt, sum vit ikki duga frammanundan. Tað sigur
seg sjálvt. Tað eigur ikki at verða ein forðing. Vit fáa ikki
tilboð og møguleikar, um ikki onkur annar er, sum trýr
upp á, at vit megna tað, sigur hon, meðan vit tosa um
møguleikar og sjálvsiva.
– Tað er tó menniskjasligt at ivast. Tað havi eg sjálv
gjørt ofta, og tað geri eg framvegis, tá eg standi við ókend
um uppgávum. Men tað er umráðandi at vita, at møgu
leikin er nú, og gongur tað ikki, so er tað neyvan ein
katastrofa, leggur hon aftrat.
– Vit mugu tora at siga ja, tá vit fáa ein møguleika,
staðfestir hon.
Og júst hetta tykist serliga at vera ein avbjóðing hjá
kvinnum, vísa royndirnar hjá Turið bæði sum leiðari og
sum partur av óteljandi setanarbólkum.
– Kvinnur hugsa í nógv størri um, hvørt tær fara at
megna uppgávuna. Tað merkir tó als ikki, at kvinnurnar
hava verri førleika at loysa uppgávuna, enn mennirnir
hava. Tað fyllir bara meir hjá kvinnunum. Tað er umráð
andi, at kvinnur ikki lata slíkar tankar verða eina forðing,
sigur hon.
– Man má tora at hoppa út í tað ókenda viðhvørt og
taka við nýggjum uppgávum og avbjóðingum, tí tað er
eisini tá, at man førkar seg sum menniskja, staðfestir hon.
– Eisini er umráðandi, at gera vart við seg sjálvan og
seta seg sjálvan í spæl, um man ynskir at flyta seg á ar
beiðsplássinum. Tað er ikki víst, at umheimurin veit, hvat
tú ynskir, um tú ikki setir orð á tað, og røttu persónarnir
hoyra tað. Vit hava øll eisini eina ábyrgd fyri okkara egna
arbeiðslívi. Tað er umráðandi, at vit gera tað, sum vit
dáma og eru glað og nøgd til arbeiðis, leggur hon aftrat.
At vera trúgv móti sær sjálvum
Starvið sum rakstrarstjóri í BankNordik er eitt fjølbroytt
og til tíðir krevjandi starv. Turið hevur basu í Føroyum,
men hon er nógv í bæði Danmark og Grønlandi og tekur
dagliga stórar avgerðir, ið eisini hava stóra ávirkan. Tá er
tað umráðandi fyri hana, at hon hevur seg sjálva við og er
trúgv móti egnum virðum.
– Eg eri tann, sum eg eri, og tað er umráðandi fyri meg,
at eg eri trúgv ímóti tí og umboði tað, sum eg standi fyri.
Tað merkir, at eg ikki hugsi so nógv um, hvat onnur
vænta av mær, sigur hon.
Sum leiðari má ein eisini duga at lurta eftir medmenn
iskjunum og duga at seta røttu spurningarnar við virðing.
Tó so má ein eisini duga at taka truplu avgerðirnar, sum
ikki altíð eru væl umtóktar, greiðir Turið frá.
Tað eru nógvar definatiónir upp á, hvat ein góður
leiðari er, og leiðsla er eitt breitt hugtak. Turið heldur
tó, at størsta uppgávan er at veita starvsfólkunum
gerandisdagin, tey hava tørv á við sparring og nærveru.
– Tað kann verða avbjóðandi, tí eg ferðist nógv. Ofta
eri eg tí ikki fysiskt til staðar, men so krevur tað nakað
annað bæði av starvsfólkunum og av mær, sigur hon.
Eisini leggur hon stóran dent á at grundleggjandi skilja
kjarnuraksturin hjá fyritøkuni og at luttaka í gerandis
degnum hjá starvsfólkunum.
– Onkntíð siti eg á onkrari deild og eygleiði. Eg vil vita,
hvat kundarnir práta um, og hvat fyllir hjá teimum. Tað
fái eg nógv burturúr, sigur hon.
Kynið ongan týdning
Ofta hevur Turið F. Arge verið spurd, um tað fylgja ser
ligar avbjóðingar við einum leiðarasessi, tá ein kvinna sit
ur í honum í mun til, tá ein maður situr í sama sessi. Og
hóast nógv verður tosað um júst hetta evnið, so kemur
Turið ikki fram á nakað ítøkiligt dømi.
– Eg haldi ikki, at eg sum kvinna havi serligar avbjóð
ingar. Hetta hóast eg varð ung, tá eg varð leiðari fyrstu
ferð, og eg var eisini leiðari hjá bæði monnum og kvinn
um, sum vóru eldri enn eg, staðfestir hon, eftir at hava
hugsað seg um.
– Tað kann tó væl vera, at eg fái fleiri viðmerkingar.
Tí fleiri hava trupult við at skilja, hvussu eg sum mamma
kann vera nógv heimanífrá – bæði tí eg arbeiði og ferðist
nógv, sigur hon.
– Eg plagi at venda tí, og spyrja um tey høvdu spurt
meg sama spurning, um eg var ein maður, sum var nógv
burtur í arbeiðsørindum. Tað høvdu tey ikki, og hvussu
ber tað til, spyr Turið F. Arge.
Hon veit væl, at hon skumpar til siðbundin og kyns
bundin samfelagsmynstur og fordómar, sum liggja og lúra
í krókunum.
– Viðhvørt skapar tað bara nakrar tankar, sigur hon
lættliga.
Kjakið heldur áfram
Turið F. Arge og maður hennara Otto Andreasen eiga
tríggjar døtur, sum nú eru 21, 18 og 9 ár. Tað hevur ligið
Turið á hjarta at vísa gentunum, at tað ikki eigur at verða
ein forðing at vera kvinna ella mamma.
– Tær hava sæð, at tað ber til. Men líkamikið hvør man
er, so krevur tað ein innsats. Eg vóni, at tær ikki setast
aftur, um tað er eitthvørt tær ynskja, staðfestir hon.
Og hóast Turið ofta fær spurningar um arbeiðslív og
kyn, so er hon ikki troytt av at svara teimum. Evnið er
enn háaktuelt, og skal atferð og mynstur broytast, so tekur
tað tíð.
– So kunnu vit sum samfelag velja, um vit vilja síggja
eina natúrliga broyting ella um vit ynskja at skumpa undir
broytingina. Persónliga haldi eg, at tað byrjar við nøkrum
so grundleggjandi sum barnsburðarfarloyvi, sum átti at
verið javnari býtt millum kynini, so tey verða javnstillaði.
–Tað er ikki mamman, sum skal eiga barnsburðarfar
loyvi. Tað er knýtt at barninum, og tað eru tvey, sum
hava verið við til at seta barnið í heimin. Og barnið hev
ur brúk fyri báðum. Tekur mamman alt, so hevur pápin
ikki líka sterkan primeran leiklut frá byrjan, og eisini
kostar tað mammuni í tann mun, at hon er burtur frá
arbeiðsmarknaðinum og tað ávirkar lønar- og eftirlønar
viðurskifti, sigur hon avgjørd.
At hetta er eitt kensluligt evni, veit Turið væl. Hon
heldur tó, at tað er umráðandi, at vit taka kjakið upp, og
ynskja vit broyting, so mugu tiltøk setast í verk.
– Tað er ein avbjóðing í samfelagnum, tá bæði kyn
ini ikki eru umboðaði privat og í arbeiðslívinum. Vit
skulu gagnnýta tilfeingið hjá báðum kynunum, bæði á
arbeiðsplássinum og heima. Og um annað kynið er undir
umboðað, so missa vit virðismikið tilfeingi, staðfestir hon.
Í bankaheiminum er ongantíð friður. Menningin er
altíð í gongd, og hóast Turið er væl útbúgvin, so er um
ráðandi at fylgja við, tí marknaðurin broytist og mennist
alla tíðina.
– Man má hava fingurin á pulsinum og vita, hvønn veg
broytingin fer. Tað geri eg í og við, at eg áhaldandi verði
dagførd, sigur hon. Eg má ongantíð steðga upp, tí so verði
eg yvirhálað, leggur hon skjótt aftrat.
13
Man má tora
at hoppa út
í tað ókenda
viðhvørt og taka
við nýggjum
uppgávum og
avbjóðingum, tí
tað er eisini tá, at
man førkar seg
sum menniskja
Samrøða