Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í morgun klokkan 10 setti Jógvan á Lakj­uni, løgtingsformaður tað sjeynda ungdómstingið, sum Løg­ ting­ið hevur bjóðað til. Fyri áleið 30 árum síðani skipaðu pol­it­isku ungmannafeløgini saman við Før­oya Ungdómsráð fyri ung­ dóms­ting­i­num, sum millum annað vórðu hild­in á Háskúlanum og á Lær­a­r­a­skúl­a­num. Tá vildi Løg­ting­ ið ikki hýsa ung­dóms­ting­i­num, sum tí varð hild­ið uttan nátúrliga sam­band­ið við Løgtingið. Men tíðin lærir, og tíðin hevur eis­ini lært Løgtingið, at tað er gott, at tey ungu sleppa at royna fólka­ ræð­ið í praks­is – og tað er tað, sum skúl­a­næmingarnir gera, sum eru so hepn­ir at sleppa at vera við til Ung­ dóms­ting­ið, sum verður hildið hesa vikuna. At duga fólkaræði hevur stóran týdning. Sum sannførd í einari pol­ itisk­ari hugsjón, so berjist tú fyri tín­ um pol­it­isku áhugamálum. Men tað hev­ur alstjóran týdning, at tú dugir at skilja og virða tíni mótstøðufólk. Tað vita øll, sum hava fingist við pol­ i­tikk. Og flestu teirra duga leikin. Tað verður jú ongantíð soleiðis, at bara ein politisk hugsjón ræður í land­i­num – og tað er heldur ikki eitt mál hjá politikarum, at útrudda aðr­ ar politiskar hugsjónir. Men pol­it­ikk­ ur snýr seg um at vilja broytingar og at sann­føra fólk um tey sjónarmið, sum tú heldur vera tey røttu. Heimurin hevur so mangan sæð, hvussu fólkaræðið hevur liðið undir ó­demo­krat­is­k­um stjórnum, sum tó á dem­o­kratiskan hátt eru komnar til vald­ið. Ógvusligasta dømið man vera, tá týskarar valdu nazistarnar til vald­ið í 1933. Men fólkaræðið hevur so mangan og so manga staðni verið undir trýsti síð­ani seinna heimsbardag. Vit mugu ikki halda, at vit eru guds einglar fyri tað, um vit óttast ræðuleikarnar. Vit sóðu, hvussu skilið var á Balk­an í nítiárunum. Eitt land mitt í Ev­ropa syndraðist, og ræðuleikar á­tøkir teimum hjá nazistunum und­ir krígnum fóru fram, uttan at heims­sam­fel­agið steðgaði tí alt fyri eitt. Slíkt átti ikki at hent, men tað hendi. Vit vita eisini øll, at nógv lond í heim­inum als ikki hava fólkaræði. Vit kunnu bara nevna Kina, har fjórði hvør í heiminum býr. Hetta stóra og sterka landið hevur als einki fólkaræði. Men av tí at landið er so sterkt, so ger demokratiski heimurin ikki so nógv burtur úr tí. Viðhvørt er tað so, at vit hava ikki ráð at virða fólka­ ræð­ið. Tað kann kosta okkum, eisini okk­um í Føroyum, pengar, um vit gera tað. Kanska ungdómurin fer at duga bet­ur at virða og virka í einum opn­ um fólkaræði. Kanska ungdómurin fer at duga betur at virða fólkaræðið Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin SKÚLANÆMINGAR SUM TINGFÓLK Rasmus Klipp farin Fyrsti føroyski heims­ meistarin ÍTRÓTTUR SÍÐA 15 Tað næsta hiti í vallirnar ÍTRÓTTUR SÍÐA 18-19 Ein heilsan í takksemi fyri nógvar góðar og gevandi løtur í meira enn hálvari øld í einum góðum grannalagi. Góða Berlina Tú kærleiksfulla kvinna So varliga vís So dámlig og góð Vit minnast gøturnar og løt­ur­nar við látri og barn­a­ gráti. Vit minn­ast ó­telj­andi granna­stevn­ur, har fel­ags­ mál vóru av­greidd, og ikki minst veitsl­ur­nar á garð­ inum, tá ið vit ung og røsk dans­aðu inn í náttina. Som­ u­leiðis minnast vit ó­telj­ andi túr­ar út í føroysku nátt­úru­n­a. Vit minnast tey ungu vaksa upp her á garði­ num. Síðani fráferð til út­búgv­ing­ar utt­an­lands og heimkomu aft­ur á klettarnar. Fimmti ár er lang samvera við góðum grann­um. Vit minnast eisini tær tungu løt­ur­nar, tá ið vit í fel­ag søgdu teim­um, sum und­an fóru, seinasta farvæl. Við sakni í sinni syrgja vit teg góða Berlina. Við vón um styrk til børn, verbørn, barnabørn og okk­um øll lýsa vit frið yvir minn­ið um Berlinu. Hamarsgøta, á Kyndilsmessu 2020 Gran­nar í Hamarsgøtu Berlina Hentze til áminningar Fødd 30. august 1931 – deyð 29. januar 2020 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Rasmus Rasmussen og Rasmus Effersøe á Vaglinum í Havn. Rasmus andaðist í gjár 75 ára gamal Í gjár bórust deyðsboðini av Ras­musi Rasmussen, lista­ manni og tónleikara. Hann and­að­ist 75 ára gamal. Rasmus Rasmussen var son­ur Rigmor Restorff Ras­ mus­sen og Ólav Rasmussen hjá Ras­musi á Háskúlanum, sum Ras­mus eisini var upp­ kall­aður eft­ir. Systrarnar vóru Durita og Mar­i­anna. Rasmus var kend havn­ ar­mynd. Ein rættur havn­ ar­mað­ur, kunnu vit siga, og hann var ong­antíð keðiligur at prát­a við. Hann var skjótur við rep­likk­u­num, og stóð ong­an­tíð fast­ur. Tú kundi ikki hitta Rasmus utt­an at flenna. Hann var óførur tónleikari og mynd­list­a­maður. Serliga kend­ur­ er hann fyri klippini, hann gjørdi – og fekk harvið keli­navn­ið Rasmus Klipp. Sonur Ólavur skrivar so fitt um pápan á Facebook: »Eg egni meg ikki til at vera deyð­ur«, plagdi babba at taka til. Hann helt í heila tikið lítið um deyð­an, tí »deyðin varar so forb****ð leingi. Tað havi eg slett ikki tíð til.« Men at vit øll skula her frá ein dag, var hann full­ vit­an­d­i um: »Tá man er ko­ m­in í mín ald­ur, liggja fleiri kammirátar úti í kirkj­u­garð­ i­num, enn eg havi inni í bý­ num. Tað er jú prís­urin man bet­al­ir fyri at koma upp í ár­ ini«. Rasmus átti børnini Ólav, Maibritt og Torkil.