týsdagur 4. februar 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Fyri 21 árum síðani legði Signar
á Brúnni, landsstýrismaður í
mentamálum, fram uppskot á
ting um at broyta útbúgvingar
stuðulin soleiðis, at hann hækk
aði fyri fólk yvir 18 ár, og varð
tikin burtur hjá fólki undir 18 ár.
Hetta var gjørt eftir eitt álit
frá nevnd umboðandi Stuðuls
stovnin, LFÚ og Lestrarvegleið
arafelagið, til at endurskoða
ÚS-stuðulsskipanina.
Eitt av endamálinum var at
hækka stuðulsupphæddina hjá
teimum, sum eru yvir 18 ár, og
ein av avleiðingunum var, at
fólk undir 18 ár ongan stuðul
fingu.
Atlso fyri at geva teimum
eldru meira valdi Løgtingið at
taka tað frá teimum yngru.
Hóast hetta var eitt uppskot
hjá
fullveldislandsstýrinum,
sum tá sat, so ber ikki til at geva
ávísum
flokkum
ábyrgdina,
tí uppskotið varð samtykt av
øllum teimum 29 løgtingsfólk
unum, sum vóru á tingfundin
hendan 19. apríl í 1999.
Fleiri ferðir hevur málið ver
ið uppi og vent síðani – og fleiri
flokkar hava egnt við hesum
upp undir val. Men einki úrslit
sæst enn.
Á
Ungdómstinginum
um
dagarnar hevur júst hetta málið
verið eitt av uppskotinum – og í
valstríðnum var aftur hesaferð
egnt við málinum.
Og tá sjálvur fíggjarmála
ráðharrin gav fullsettum Glasi
lyfti um, at 15, 16 og 17 ára gomul
eisini skulu hava útbúgvingar
stuðul, so eiga vit at taka hann
upp á orðið. Umframt at vera
fíggjarmálaráðharri er Jørgen
Niclasen eisini sterkasti maður
í samgonguni, so um hann vil, at
tey ungu skulu hava útbúgving
arstuðul, so fáa tey tað.
Tað krevur sjálvandi, at hann
hesaferð heldur orð. Hann hev
ur fyrr egnt við hesum lyftið
uttan at hava hildið tað. Tað
eiga tey ungu at leggja sær í
geyma – og tí er bara at leggja
týst á fíggjarmálaráðharran um
at halda tað, sum hann lovar.
Sparingin at taka stuðulin frá
teimum undir 18 í 1999 var góðar
tríggjar milliónir. Útreiðslan at
geva teimum hesi rættindi aftur
man vera nakað væl hægri í dag
– meira enn ferfaldað sambært
uppskotinum hjá teimum ungu.
Fíggjarmálaráðharrin hevur
lova teimum undir 18 ár stuðul
EITT LYFTI UM STUÐUL TIL UNG
– og Ford er
mest seldi bilur
Fyrsta mánaðin í ár vaks
sølan av nýggjum akfør
um við góðum 20 pro
sentum.
Í janauarmánaði í ár
vórðu skrásett 217 nýggj
akfør. Tað eru 37 fleiri enn
í fjør, tá skrásett vóru 180
akfør í januarmánaði.
Árið 2019 var annars
metár viðvíkjandi bila
sølu, tí tá vóru á fyrsta
sinni yvir 3.000 nýggj ak
før seld í Føroyum.
Tað av persónbilum
fyllir sum vera man mest
í hagtølunum frá Akstov
uni. Í januarmánaði í ár
vórðu seldir 161 nýggir
persónbilar í mun til 128
sama mánað í fjør. Tað er
ein vøkstur upp á góð 25
prosent.
Mest seldi bilur í jan
uarmánaði og harvið í ár
er Ford, sum hevur selt 41
bilar.
Næstur Ford er Volks
wagen við 28. Volkswagen
var mest seldi bilur í fjør,
tá Volkswagen seldi 355
bilar.
Toyota er á triðja
plássi við 28 bilum.
Soleiðis sær topp 10
listin út fyri januarmán
að:
Bilmerki
Seld akfør
1. Ford
41
2. Volkswagen
28
3. Toyota
24
4. Kia
22
5. Renault
22
6. Volvo
11
7. Mercedes-Benz
9
8. Nissan
9
9. Mitsubishi
8
10. Audi
5
Bilasølan heldur
fram við at vaksa
TIL FERÐAVINNUVERKÆTLANIR
Øll við áhuga fyri at fremja ferðavinnusamstarv
millum Grønland, Ísland og Føroyar kunnu
søkja um stuðul til verkætlanir innan hesi øki:
· Nýskapan og vørumenning
· Marknaðarføring
· Kunningarferðir millum ferðavinnuvirki
· Góðsku- og umhvørvismenning innan
ferðavinnu
TIL FERÐING
Møguleiki er nú aftur at søkja NATA um stuðul
til ferðing til Íslands og Grønlands. Hesi kunnu
søkja um stuðul:
· Skúlaflokkar
· Ítróttarfeløg
· Tónleikabólkar
· Onnur mentanarsamstørv
Stuðul frá NATA
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað og skulu vera antin á donskum ella á enskum máli.
Umsóknarblaðið og neyvari upplýsingar fáast á heimasíðuni www.nata.fo ella við at skriva til
skrivstovuna hjá NATA, nata@vinnuframi.fo
Freistin at lata inn umsókn er 25. februar 2020.
Umsøkjarar fáa svar 8. apríl 2020.
Søkjast kann ikki um stuðul til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 8. apríl 2020.
NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og
Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu, at
styrkja ferðamøguleikarnar og tað mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.
www.sansir.fo
15, 16 og 17 ára gomul á Glasi skulu
eisini hava lestrarstuðul og ikki
bara tey sum eru yvir 18. Tað lovi eg,
segði Jørgen Niclsen 27. august