Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2004síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 ára gamla gentan Chihiro og foreldur henn- ara flyta. Vit hitta hana á baksetrinum á bilinum. Foreldrini geva sær ikki rættiliga stundir at lurta eftir henni. Heldur ikki lurta tey eftir henni, tá tey, á veg til nýggja heim teirra, koyra skeivt og koma til eina undarligan manstóman bý. Tey trý koma framvið eina matstovu, sum er fylt við fleiri freistandi og væl angandi rættum. Eingin eigari, tænari ella gestir eru at síggja, so foreldrini koyra í seg. Men knappliga, so umgerast foreldrini til grísar. Kvøldið kemur og myrkrið legst á. Nú koma andar fram allastaðni í býnum, og Chihiro er púra einsamøll. Gentan verður noydd, sjálv, at taka tungar avgerðir fyri at bjarga for- eldrunum undan gandaðu støðuni, ið tey eru komin í. Ein rættilig ævintýrferð er byrja í einum litføgrum og gátufullum andaheimi - Chihiro verður sett í krevj- andi starv undir óndu gandakellingini Yubaba, ið er leiðari á eini baðstovu fyri sera skitnar andar! Lukkutíð, so fær hon hjálp, m.a. frá einum dreka. Nógvar eru løgnu verurnar í hesum andaheiminum. Nr. 242 - 17. desember 2004 Japanskur familjufilmur frá 2002, 124 min. Stjórnað hevur Hayao Miyazaki Altjóða heiti: Spirited Away Oskarvirðisløn fyri besta animeraða film í 2002 Írin Joe (Billy Connolly) er ein heilt vanligur maður, ið rekur ein blómuhandil í býarpartinum The Bronx, í New York. Joe hevur ikki havt tað lætt í lívinum. Lagnan er honum serliga tung, tá hann sama dagin fær at vita, at hann hevur ein svull á heilanum og at konan ynskir at skiljast. Men, heldur óvæntað, so er Joe heppin og vinnur eina rúgvu av pengum í vedd- ing, og so hittir hann eisini dreymagentuna - ein stripp- ari, ið kallast Hush (Sharon Stone). Joe er ikki leingi heppin, Hush stjelur allar pengarnar og rýmir frá hon- um. Hon hevur nevnliga spælisjúku og stendur í stórari skuld til nakrar gangstarar. Hun brúkar pengarnar hjá Joe at strika sína skuld. Joe fær tó hendur aftur á pengunum. Hann fer til gangstararnar og fortelur teimum um sína óhepnu støðu. Teir geva honum pengarnar, men hetta hendir bara, tí teir halda hann vera ein tiltikn- an og kendan brotsmann, ið teir einans hava hoyrt um. Tá teir fáa at vita, at hann einans er blómubindari, og ikki kendur brotsmaður, fara teir eftir honum. Um somu tíð er Joe á veg til Las Vegas saman við Hush og hennara tveimum børnum. Gangstararnir eru í hølun- um á teimum, svullurin á heilanum hjá Joe ger um seg, Hush verður aftur rakt av spælisjúku og børnini hjá henni ynskja sær frið! Hvussu fer alt hetta at ganga? Beautiful Joe Á Kanal 5 mánakvøldið kl. 20.00 Bretskur krimi/skemtifilmur frá 2000: Joe (Billy Connolly), Alice "Hush" Mason (Sharon Stone), Elton (Gil Bellows), Vivien (Jurnee Smollett), Lee (Dillon Moen), George The Geek (Ian Holm)... Leikstjórnað: Stephen Metcalfe Billy Connolly og Sharon Stone í skemtifilminum "Beautiful Joe" Dreymagentan hjá Joe (Billy Connolly), Hush (Sharon Stone) er spælisjúk Á Canal+ Film1 leygarkvøldið kl. 20.00 & Á Canal+ Film2 sunnukvøldið kl. 21.10 Chihiro og gandakellingarnar Nógvar eru løgnu verurnar í hesum telduviðgjørda teknifilminum 10 ára gamla gentan, Chihiro, verður sett í krevjandi starv undir tí óndu ganda- kellingini Yubaba