Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR SKULDAR­ UMSKIPAN Í skuldarumskipanar­ málinum hjá Jan Erik Jacobsen, føddur tann 3. juni 1972, búsitandi: Vágsgeil 15, 700 Klaksvík, Sks. 3­130/2018 verða kravánarar innkallaðir at møta í Føroya Skiftirætti, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, fríggjadagin tann 28. februar 2020, kl. 10.00, har uppskot skuldarans til skuldarumskipan skal viðgerast. Uppskot skuldarans við skjølum liggur til skoðan í Skiftirættinum. Verður ikki møtt, hevur tað við sær, at kravánarar frásiga sær rættin til ávirkan á Skiftirættsins avgerð um skuldarumskipan. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 31. januar 2020 Frá Vestmanna Arbeiðarafelag Ársaðalfundurin verður í hølum felagsins, hóskvøldið 20. februar, kl. 20.00. Um fundurin ikki er viðtøkuførur, verður eykað aðalfundur hálvan tíma seinri. Dagsskrá: - sambært lógum felagsins Nevndin TØKK Øllum tykkum sum mintust til mín á 70 ára føðingardegi mínum 16-11-2019 takki eg hjartaliga. Tit øll gjørdu mær dagin óglóymandi. Harrin signi tykkum øll somul. Gott nýggjár Margit Poulsen Eiði Súni Selfoss formaður og formansvalevni í Starvsmannafelagnum Gunnar Hjelm langar út eftir Starvs­manna­fel­ agn­um og ákærir felagið fyri við nýggja sátt­mál­ anum at hava økt um ójavnan ímillum fak­bólk­ ar í felagnum. Mær dámar væl sterk­ ar meiningar og toli eis­ ini væl hvassar við­merk­ ingar – treytað av, at grund­arlagið er rætt og sakligt. Tað haldi eg ikki, tað er í greinini hjá Gunnari Hjelm, og tað harmar meg almikið, at hann ikki kennir lønarskipanina hjá Starv­manna­felagn­ um betur, enn hann ger, nú hann bjóðar seg fram at stýra felagnum næstu fýra árini. Eg ætlaði ikki at fara út í ein orðadrátt um nýggja sáttmálan, men við so grundleggjandi feil­um, sum koma til sjóndar í valgreinini hjá Gunnari Hjelm, kenni eg meg tó noyddan at koma við hesi rættleiðing. Gunnar Hjelm sigur, at ikki allir limir í Starvs­ mannafelagnum fáa ágóð­ an av lønar­hækk­ingun­ um, men bert nakrir fáir. Og hann heldur eisini upp á, at tað eru tey somu, sum hava verið við sviðu­soð fleiri samráð­ ing­arumfør á rað, og at tað samstundis eru teir somu starvsbólkarnir, sum hvørja ferð gera tey størstu hálini. Hetta fari eg upp á tað harðasta at vísa aftur, tí eftir sáttmála­samráð­ing­ arnar í 2017 hækkaði grund­lønin 1.448 krónur um mánaðin fyri allar limir felagsins. Lønar­ hækk­ingin hjá øllum lim­ unum var tann sama, eing­in fekk meira í krón­ um enn nakar annar í grund­lønarhækking. Og hyggja vit eftir pro­sentbýtinum, so fingu tey lægst løntu í felagn­ um nógv ta størstu løn­ ar­hækkingina ta ferðina. Rætt er tað, at bólkar blivu umflokkaðir, hetta mátti til fyri at javnseta útbúgvingar og arbeiðs­ uppgávurnar hjá hesum fólkum við sama slag út­ búgvingar og arbeiðs­ upp­gávur á øðrum økj­ um. Til sáttmálasamráð­ ing­arnar hesaferð var eis­ini lagt upp fyri, at grund­lønin bleiv so jøvn sum møguligt. Teir lægru lønarbólkarnir, tey sum ganga frá stig 1 til stig 21, fingu 795 krónur oman á grundlønina, og teir hægru lønarbólkarnir, tey sum ganga frá stig 22 til stig 50, fingu 595 krónur oman á grund­ løn­ina. Tað merkir, at løn­arhækkingin fyrsta árið gav teimum lægstu bólk­unum, altso bulinum í felagnum, eina lønar­ hækk­ing sum er upp á umleið 6 prosent, ímeðan tey hægst løntu í felagn­ um fingu eina lønar­ hækk­ing upp á 3,74 pro­ sent. Sum støðan er í dag, haldi eg hetta verða bæði rætt og rímuligt. Seinna árið gav eina lønarhækking upp á 2,25 prosent til øll. Lønarhækkingin í pro­ sentum var 4,8 í 2017 og hesaferð helst omanfyri 5,3. Tað er ein bati upp á stívliga eitt hálvt pro­ sent, og tað er ikki so lítið. Ongin kann lova eitt lønarlyft, men tú kanst lova at gera nakað fyri, at øll fáa eitt lønarlyft. Eg lovaði øllum, at eg skuldi arbeiða fyri, at øll fingu eitt lyft. Hetta havi eg roynt av øllum alvi at halda, og eg kann til dømis vísa á, at enda­løn­ in í flokkunum 3 og 4, har skrivstovuútbúgvingin er innplaserað, seinastu árini er vaksin við ávika­ vist 2.804,53 krónum og 2.837,53 kónum um mán­ aðin. Nú er støðan tann, at vit sita ikki einsamøll um samráðingarborðið. Har er ein annar sátt­mála­ part­ur, sum situr á penga­kassanum og skal geva okkum loyvi til at fáa pengar úr honum. Eitt av okkara høvuðs­ krøv­um var at gera eina nýggja lønarskipan til Starvs­mannafelagið, men tað vildi hin part­ur­in ikki. Tá ið vit sóu, at tað ikki fór at bera til at fáa eina nýggja lønarskipan beinanvegin, kravdi eg í staðin, at vit fingu eina orðing inn í semings­upp­ skotið, sum gav okkum møgu­leikan at gera eina nýggja lønarskipan í sátt­málaskeiðnum. Og tíbetur vóru semings­ menn­inir so mikið djarv­ ir, at teir settu júst hetta kravið inn í semings­upp­ skotið, sum varð góðkent av báðum pørtunum tann 30. januar. Áðrenn henda lønar­ talv­an, sum vit hava í dag, kom í 2001, hevði hvør lønarflokkur 12 ár at ganga í – hvørt ár í 12 ár hækkaði lønin umleið 150 krónur. Hetta hildu vit ikki vera nóg gott, og tí bleiv ein nýggj løn­ar­ skip­an gjørd, har hvør flokkur hevði 7 ár at ganga í. Men í staðin fyri at hækka 150 krónur hvørt ár, hækkaði mán­ að­arlønin hjá hvørjum ein­asta persóni 500 krón­ ur hvørt ár. Hetta var og er ein hækking, sum mun­ar. Eisini leggi eg dent á, at við nýggju skip­anini kom limurin skjót­ari á eina lívsløn, sam­stundis sum eftirløn­ ar­uppsparingin verður nógv hægri, enn um tú gong­ur í 12 ár við bert 150 krón­um ímillum lønar­ stig­ini. Eg og eg haldi tey flestu við mær, halda kort­ini, at verandi skip­ an, sum er 19 ár, hevur tænt fyri seg. Vit eiga at hyggja eftir eini nýggjari skipan, og tað er júst tað vit fingu við í semjuna hesaferð. Ja, tað eru bólkar, sum føla seg sviknar. Soleiðis er tað hvørja ferð, og so­ leiðis fer tað altíð at vera. Men vit hava nú fingið ein útbúgvingarstiga til miðalhøgar útbúgvingar, og tað er eitt stórt framstig. Við hesum hava vit fram­tíðar­tryggjað Starvs­manna­fel­agið, tí nú er rúm fyri øll­um, sum annars hig­ar­til hava útbúgvið seg úr felagn­ um Og tey eru ikki so fá sein­astu árini. Broytingin hevur eis­ ini havt við sær ein heilt nýggjan lønarflokk, tí frammanundan varð 7. lønarflokkur brúktur til miðalhøgu útbúgv­ing­ar­ n­ar. Soleiðis er ikki long­ ur, og tað ger, at nú er hes­in flokkurin opin at fáa flutt onnur longur upp uttan at renna seg inn í miðallongu útbúgv­ ing­arnar. Tann undan­ førsl­an er ikki til longur. Vit hava øll uppiborið eina veruliga lønar­hækk­ ing, og eg vil halda fast um, at tað er júst tað, vit hava fingið hesi seinastu tvey sáttmálaskeiðini. Men vit eru ikki komin á mál enn, verri enn so, og tí liggur eitt stórt og drúgt arbeiði fyri framm­ an. Men við nýggju avtal­ uni, sum vit júst hava skrivað undir, hava vit slóðað fyri, at tað nú eftir ára­langt og tógvið stríð fer at bera til at seta seg saman við hinum sátt­ mála­partinum og finna fram til eina bæði rætt­ vísa og rímuliga lønar­ skip­an. Starvsmannafelagið er eitt stórt og breitt felag. Tað eru umleið 300 starvs­heiti, sum felagið skal røkja. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað ikki ber til at flyta allar fakbólkar upp í einum taki, og skulu vit gera okkum nakrar vónir um at flyta lægru flokkarnar hægri upp, so mugu flokkarnir omanfyri flytast undan. Viðmerking til valgrein hjá Gunnari Hjelm 2. januar 2020