Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Hjartaliga takka við øllum sum sýndu samkenslu og hjálpsemu tá okkara kæru sonur og bróður Absalon Sivertsen F.03.11-67 d.03.10-2019 andaðist og varð jarðaður Eina stóra tøkk til sangarar, gravarar, berarar og til Vesturkirkjuna fyri hjálpina, og ikki minst til tykkum sum hjálptu við ervinum og tykkum mongu sum fylgdu honum til gravar. Familjuna vegna Frímund og Birgir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Anni Thomsen f. 16. juni 1948 – d. 25. oktober 2019 doyði og varð jarðað. Tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri hjálp og góð orð. Tøkk til tykkum øll á Hamragarði fyri, at tit vóru so væl um hana. Tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og tær peningagávur, ið lætnar vórðu Parkinsonfelagnum. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Pade, Berit og Hans Jón Tøkk Takk fyri sýnda samkenslu tá í kæri bróður okkara Árni Steintór Joensen *23. juli 1940 † 22. des 2019 Andaðist og fór til jarðar. Takk til tykkum á B 8 á Landssjúkrahúsinum, tykkum á Traðarlon á Boðanesheiminum og tykkum á Umlættingarheiminum, at tit vóru um hann seinastu tíðina. Eisini tykkum sum vóru við til jarðarferðina og tykkum sum bóru og tykkum sum lótu minnisgávu til Traðarlon takka vit, somuleiðis tykkum sum ringdu og skrivaðu. SYSTKINI TØKK Í samband við at okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi, Dánjal Petur Hansen andaðist og varð jarðaður, vilja vit takka tykkum, sum møttu til jarðarferðina, tykkum, sum hjálptu til við bakstri og servering og tykkum sum góvu blómur og gávur til búfólkini á Heygnum. Vit vilja eisini takka Kára Lindberg, John Sigurðsson, Magna Jacobsen, Eyðun Elltør og Steinbjørn Jacobsen. fyri troystarorð í kapellinum og í Betesda. Ein serlig tøkk til starvsfólkini í Sambýlinum á Heygnum fyri góða umsorgan. Familjunnar vegna Ruth, Hanna, Esbern og Rúni Takk Hjartans takk, kæru tit øll fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður mín, okkara elskaði pápi, verpápi og abbi Jóhannes Rasmussen f. 28.07.1948 - d. 07.01.2019 flutti heim til Harran. Stóra takk til familju, vinir og kenningar, fyri allan kærleika og trúfesti tit vístu við at vitja ringja og skriva, meðan Jóhannes var sjúkur. Eina stóra tøkk til starvsfólkini á Roðanum, ið gjørdu tað møguligt hjá Jóhannes at verða heima til tað síðsta. Takk fyri góð og troystarrík orð í Elim, og á grøvini, og fyri vakran sang og spæl. Stóra tøkk til Samkomuna Elim fyri alla hjálp í samband við ervið. Takk til tykkum øll ið á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávu til Elim. Hjartans takk øll tit ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Vegna familjuna Oðny, Einar og Marne. Takk Takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara góði maður, pápi, verfaðir og abbi andaðist og varð jarðaður. Poul Hvidtfeldt Føddur 8. apríl 1939, deyður 6. november 2019. Ein hjartans tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðini og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og prest fyri vøkur orð. Tøkk til Gøtubrá fyri tíðina, hann var hjá tykkum. Heilsan, familjunar vegna Petra, Helga og Jón Brian við familju DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á